Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Týsmorgunin legði Javn­ aðar­flokkurin fram valskrá og valevni síni til Fólka­tings­ valið 18. juni. 12 fólk stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð, seks kvinnur og seks menn. – Eg havi stórt álit á hes­ um fólkunum, sum stilla upp fyri flokkin, og ivist ikki í, at vit saman megna at leiða flokkin til eitt gott val, sigur Aksel V. Johannesen, for­mað­ ur Javnaðarfloksins. Høvuðsboðskapurin í val­ skránni er greiður. Javnaðar­ flokkurin hevur hildið lyftini teir góvu undan valinum, flokk­urin hevur ítøkilig úrs­ lit at vísa á eftir fýra ár á Fólka­tingi og ætlar sær at halda fram á somu kós kom­ andi valskeið. Í valskrá síni leggur flokk­ urin stóran dent á, at fólka­ tings­sessur floksins skal røkj­ast fulla tíð. – 30.000 føroyingar hava val­rætt til Fólkatingið, og vit meta tað verða eina van­virð­ ing av veljaranum, at reka hesar á val, og so ikki ar­beiða fulla tíð fyri teirra áhuga­ málum á Fólkatingi. Vit hava jú víst hesi fýra árini, at nógv kann fáast burtur úr, um starvið verður væl røkt, segði Aksel V. Johannesen í fram­løgu síni av valskránni. – Úrslitini hjá flokkinum hava verið mong og góð og tí ætla vit komandi fýra árini at halda fram á somu kós, segði Aksel V. Johanne­ sen, og vísti á nøkur teirra: Javnaðar­flokk­urin hevur fingið til vega 10 millión­ir krónur av donsku fíggjar­ lógini til FarGen-ætlanina, hevur tryggjað føroyingum í Dan­mark rætt til ávísar sosial­ar veitingar og hevur fing­ið í lag samstarv millum Dansk Film­institut og Klipp­ fisk. Ætlanin fram yvir er tí, at halda fram á somu kós. Hetta sæst eisini ítøkiligt í, at val­ skráin til komandi val er nær­um meinlík valskránni til sein­asta fólkatingsval. Men hví broyta nakað, sum virkar? Javnaðarflokkurin boðar greitt frá, at flokkurin fer at stuðla danska javnaðar­flokk­ inum, tá stjórn skal skipast eftir valið. Annars fer flokk­ urin ikki at leggja seg út í danskan politikk. Flokkurin ivast tó ikki í, at føroyska um­boð­anin er best tænt við, at um­boðið hevur eitt tætt sam­starv við danskar flokkar. – Vit náa einans úrslitum, við at samstarva við onnur. Okkara vón er, at samstarvið við danska Javnaðarflokkin fer at tryggja okkum ávísar fastar nevndarsessir og ann­ars atgongd til allar nevndir, hvørja ferð mál, ið viðvíkja Føroyum og før­ oy­ing­um, verða umrødd, segði Aksel V. Johannesen, og vísti á, at hetta seinasta val­skeiðið hevur Sjúrður Skaale havt danska plássið í Norður­landaráðnum, havt for­mansskapin í Føroya­ nevndini og formansskapin í Arktiska arbeiðsbólkinum, í stóran mun takka verið sam­ starvinum við danska Javn­ aðar­flokkin. – Vit hava hildið lyftini vit góvu, vit hava góð úrslit á at vísa og vit ætla okkum at halda fram á somu kós, sigu Aksel V. Johannesen. fólkatingsval Møðsamt at ferðast so nógv Umboða Føroyar á øllum pallum Hevur hildið lyftini Vel úrslit, segði Aksel V. Johannesen, formaður, og vísti á, at Javnaðarflokkurin hevur hildið tey lyfti, flokkurin gav veljarunum undan valinum seinast Undan seinasta fólkatings­ vali boðaði Sjúrður Skaale frá, at hann ikki fór at stilla upp til løgtingsvalið, um hann varð valdur inn á Fólka­ting. Hesaferð gevur hann einki tílíkt lyfti. Tvørtur­ímóti, so segði hann á tíð­inda­fundinum í morgun, at um Suður­streymoyar Javn­aðar­felag heitti á hann at stilla upp til løgtingsvalið, so fór hann at taka av. – Seinast eg stillaði upp, hevði eg júst skift flokk, og vit mettu, at tað var týdn­ ingar­mikið hjá mær, at upp­ byggja eitt ávíst álit í flokk­ inum. Tað haldi eg, at eg havi megnað hesi fýra árini, sigur Sjúrður Skaale, tá hann verður spurdur um, hví hann hevur broytt støðu hesum við­víkjandi. Hann dylur heldur ikki fyri, at tað er sera møðsamt, at búgva í Føroyum og røkja eitt full­tíðarstarv í Keyp­ manna­havn. – Eg havi tveir synir, og tað er ikki so stuttligt í longd­ ini, at fara úr Føroyum tíð­ liga hvønn mánamorgun til ar­beiðis á Fólkatinginum. Javnaðarflokkurin legði á tíðindafundinum upp til, at tað kundi hugsast, alt eftir hvat úrslitið gjørdist og ikki minst úrslitið av løg­tings­ val­inum seinni í heyst, at ymisk valevni fóru at fylla ein javnaðar­sess í Fólka­ting­ inum. – Eg vænti tó, at eg, um eg verið valdur á løgting og fái eitt gott úrslit á fólka­tings­ val­inum, fari at nýta meiri tíð á Fólkatingi enn á Løgtingi, sigur Sjúrður Skaale. Hann metir, at tað enn er týdningar­mikið, at Føroyar hava eina sterka rødd á Fólka­tingi at tala sína søk. – ES er ein støðug kelda til stríð í sambandinum mill­ um Føroyar og Danmark. Lima­skap­urin hjá Danmark bindur Dan­mark tættari og tættari at Bruxelles, men tí er týdn­ingar­mikið at vit eru upp á pláss og kunnu tala og virka fyri før­oyskum sjálv­ræði, at vit kunnu tryggja Føroyum rættin at ganga okkara egnu handils­ politisku og fiska­vinnu­ politisku kós, sigur Sjúrður Skaale at enda. danjal@sosialurin.fo Danjal av Rana Javnaðarflokkurin fer ikki niður á Fólkating fyri at vera ein sambandsrødd ella ein sjálvstýrisrødd. Vit skulu vera ein føroysk rødd, sigur Aksel V. Johannesen. Eitt punkt á valskránni hjá Javnaðarflokkinum er, at føroysku fólka­tings­ sess­irnir skulu nýtast til at umboða Føroyar og allar føroyingar, og ikki ein­ans javnaðarveljarar. – Vit hava seinastu árini skapt ítøkilig úrslit til frama fyri før­oyskt vinnulív og mentanar­lív millum annað, og hes­um fara vit fram­hald­andi at arbeiða fyri, sigur for­ maður Javnaðar­floksins. Hann sipar í hesum sam­ bandi til, at sam­starvs­ avtala er gjørd millum Dansk Film­institutt og Klippfisk um føroyska films­framleiðslu og at Dan­mark, eftir politiskt trýst frá Føroyum og í sam­starvi við Portugal, fekk ES at broyta sína lóggávu, sum setti forboð fyri nýtsluni av fosfat í fram­leiðsluni av saltfiski. – Hetta eru úrslit, sum tæna øllum føroyingum, og ikki einans javnaðar­ veljarum. Aksel V. Johannesen leggur dent á, at Javn­ aðar­flokkurin ætlar sær ikki at draga føroyskan parta­politikk niður á Christians­borg. Hann heldur ikki, tað tænir nøkrum endamáli, at kegl­ ast um føroyskan innan­ ríkis­politikk á fólkatingi. – Løgtingið er hægsti stovnur í Føroyum, so tá løgtingið tekur eina av­ gerð, skulu eisini fólka­ tings­um­boðini virða tað avgerð. Føroyski Javnaðar­ flokk­urin stuðlar danska jav n ­a ð a r ­f l o k k i n u m , men fer annars ikki at blanda seg upp í danskan politikk. – Vit vilja ikki, at danir skulu blanda seg upp í føroyskan politikk. Sjálv­ andi fara vit ikki at blanda okkum upp í danskan innan­ríkis­politikk, sum ikki viðvíkur Før­oy­ um. Okkara endamál á Fólka­tingi er at umboða Føroyar á øllum tøkum pall­um, í fólka­tings­ salinum, á fundum, í donsk­um miðlum, í Norður­landa­ráðnum og á ráð­stevn­um. Tískil er tað neyð­ugt, at føroyska fólka­tings­umboðið er til staðar fulla tíð, sigur Aksel V. Johannesen at enda. danjal@sosialurin.fo Hesi eru tey tólv, ið stilla upp fyri Javnaðarflokkin Aksel V. Johannesen, Hoyvík Artur Johansen, Strendur Bjarni Hammer, Tvøroyri Bjørg Dam, Tórshavn Eyðgunn Samuelsen, Klaksvík Gudny Hentze, Skálavík Henrik Old, Vágur Kristianna W. Poulsen, Tórshavn Kristoffur Gaardlykke, Miðvágur Rigmor Dam, Tórshavn Sigga Ó. Joensen, Fuglafjørður Sjúrður Skaale, Tórshavn Myndir: Álvur Haraldsen