týsdagur 2. juni 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hevur tú útbúgving innan
umsorganarfakið, t.d.
sjúkrarøktarfrøðingur, røktari,
fysioterapeutur, ergoterapeutur
ella aðra viðkomandi útbúgving,
og hevur tú leiðsluútbúgving og/
ella royndir, so ert tú møguliga
tann rætti/a at verða deildarleiðari
hjá okkum.
Vit ynskja ein deildarleiðara,
sum:
· Er savnandi og hevur førleika
at stuðla undir at menna
starvsfólkini, húsfólkini og
virksemið sum heild. Hevur
hjarta fyri eldri fólkum
og tolsemi til at stuðla
húsfólkunum og avvarðandi
teirra.
· Kann tryggja húsfólkunum røkt
og umsorgan og sær týdningin
av at skapa ein virknan
gerandisdag við eitt nú samveru,
nærleika og rørslu.
· Hevur ein jaligan hugburð og
sær møguleikar í arbeiðinum.
Er fleksibul og hevur áræði at
handfara akuttar støður.
· Hevur umsitingarligar
førleikar og er væl skipað/-
ur. Hevur munnligan og
skrivligan málførleika umframt
telduførleika á brúkarastøði.
· Sær týdningin av at geva sítt
ískoyti til at menna førleikarnar
hjá Heimatænastuni, millum
annað í leiðslubólkinum.
· Hevur tú hesar eginleikar, ert
tú møguliga tann rætti/a til
starvið, og vit gleða okkum at
fáa umsókn frá tær. Áhugað, ið
hava okkurt at spyrja um, kunnu
venda sær til Kristinu T. Larsen á
telefon 730204 millum kl. 14 og
18.
Setanarviðurskifti
Tann, sum sett/ur verður, hevur
tilvísing til leiðaran, verður limur í
leiðslu- og visitatiónsbólkinum, og
tekur við starvinum tann 1. august
2015 ella skjótast tilber.
Starvið verður at seta sambært
sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Umsókn, saman við prógvi v.m.,
skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi týsdagin 16. juni kl. 12.00.
Samrøður verða avgreiddar í viku
26 og 27. Umsóknin skal sendast
til: Heimatænastuna – Kulibakki
8 - 520 Leirvík ella á teldupost:
heimatanastan@eystur.fo
Vit søkja eftir einum
deildarleiðara til
Vesturstovu og
Doktarahúsið í
Fuglafirði
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um
heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av
eldraøkinum í kommununum. Dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av
umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýlir, eitt dagtilhald fyri demens,
og eina deild ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Samstarvið hevur tilsaman 46 ársverk, her
av telja Vesturstova og Doktarahúsið 14 ársverk.
Hevur tú áhuga og hegni at
átaka tær leiðslustarv í føroyska
fólkaskúlanum og virka fyri
alsamt at menna skúlans arbeiði,
so hevur tú møguleika at søkja
starvið sum varaskúlastjóri í
Skúlanum í Eysturkommunu.
Í skúlanum í Eysturkommunu eru
um 250 næmingar. Í skúlanum
ganga næmingar í 0. til 7.flokki.
Innskúlingin, 0. til 3. flokkur,
ganga í skúla í Leirvík, miðdeildin,
5. til 7. flokkur, ganga í skúla í
Gøtu. Skúlin hevur eisini eina
serdeild til næmingar við serligum
tørvi.
Í skúlanum starvast 22 lærarar 2
pedagogar og 3 námsfrøðiligir
stuðlar.
Um starvið
Søkt verður eftir varaskúkastjóra,
sum undir ábyrgd og í samstarvi
við skúlaleiðaran skal taka lut í
fyrisitingarligu og námsfrøðiligu
leiðslu av virksemi skúlans.
Harufturat skal viðkomandi duga
at samstarva, vera fyrikomandi
og fúsur at taka á seg uppgávur
í samstarvi og eftir fyriskipan
skúlaleiðarans.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava
fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Harumframt er tað ein fyrimunur,
um umsøkjarar hava leiðslu
royndir og leiðslu útbúgving.
Løn og setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir
Mentamálaráðnum og
við tænastu i Skúlanumí
Eysturkommunu. Tann, íð settur
verður, eigur at tola broytingar
starvinum viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokki
33.1 sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.
Undirvísingartalið verður ásett
eftir galdandi reglum.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti
av læraraprógvi, C.V. og
møguligum viðmælum skal verða
skúlastjóranum í hendi í seinasta
lagi 5. juni 2015
Umsóknin verður stílað til:
Skúlan í Eysturkommunu ,
Samognarbøur 4, 520 Leirvík
ella við t-posti: fridfinnur.
johnsson@skulin.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsningar
um starvið, kunnu ringja til
skúlaleiðaran tlf. 730060
Skúlin í Eysturkommunu,
Samognarbøur 4, 520 Leirvík og
við Gjónna 4, 530 Gøtu
www.skeyk.com
Starv sum
varaskúlastjóri
í skúlanum í
Eysturkommunu