Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-02, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 3. juni 2015 · Nr. 62 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Linjufólk til Rakstrardeildina hjá SEV SEV sóknast eftir einum linjufólki til Rakstrardeildina. Á Rakstrardeildini starvast í løtuni 27 fólk, sum hava drúgvar royndir innan háspenningsøkið. Rakstrardeildin røkir uppgávur um allar Føroyar, og tí arbeiða starvsfólkini á deildini runt alt landið. Tú Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum elektrikari. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan háspenningsøkið. Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil. Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tí kann talan verða um nakað av ferðing og skiftandi arbeiðstíðum. Uppgávur Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur sum t.d. nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum. SEV SEV bjóðar tær: Upplæring Ávirkan á egið arbeiði Viðkomandi skeið Løn Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknin Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jón Nielsen, leiðara á Rakstrardeildini, á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er mánadagin 15. juni 2015 kl. 12. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til: Elfelagið SEV Postrúm 319 FO-110 Tórshavn Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari T-postur: starv@sev.fo SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 137 fólk eru í fulltíðarstarvi í elfelagnum undir virðisorðunum: Samstarv, Eldhugi og Virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum varð stovnað 1. oktober 1946. Byggiverkfrøðingur / byggifrøðingur til SEV SEV sóknast eftir fólki til Framleiðsludeildina, sum hevur 45 starvsfólk um alt landið, trý teirra arbeiða á skrivstovuni í Tórshavn. Tann, ið verður settur í starvið, verður partur av starvshópinum á skrivstovuni í Havn, sum tó hevur arbeiðsuppgávur kring alt landið. Tú Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum byggiverkfrøðingur ella byggifrøðingur. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur eina handverksútbúgving. Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva bæði innanhýsis og við handverkarar, arbeiðstakarar og ráðgevarar. Tað er eisini ein fyrimunur, at umsøkjarar hava førleikar innan Autocad. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil. Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tí verður talan um nakað av ferðing og skiftandi arbeiðstíðum. Uppgávur Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur innan elframleiðslu og býtisvirkir. Arbeiðið fevnir um projektleiðslu og eftirlit við nýbygningum umframt at skipa fyri viðlíkahaldi av øllum bygningum hjá SEV – so sum verksbygningum, koplingarstøðum, verkstaðs- og goymslubygningum og byrgingum. SEV SEV bjóðar tær: smidligar arbeiðsumstøður fjøltáttaðan arbeiðsdag ávirkan á egið arbeiði fakliga menning viðkomandi skeið Løn Lønin er sambært sáttmála við Akademikarafelagið. Umsóknin Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Anders Nedergaard-Hansen, deildarstjóra fyri elframleiðsluni, á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er mánadagin 15. juni 2015 kl. 12. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til: Elfelagið SEV Postrúm 319 FO-110 Tórshavn Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari T-postur: starv@sev.fo SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 137 fólk starvast fulla tíð í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946. www.gevidblod.fo