Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 135 - 17. juli 2004 Nr. 135 - 17. juli 2004 45 TILTØK Gudstænastur 6. sunnudag eftir trinitatis Havnar kirkja: Jóannis Fonsdal kl. 11 Vesturkirkjan: Heri Joensen kl. 11.00 Christianskirkjan: Niels Pauli Danielsen kl. 11.00 Viðareiði: Elsa Funding kl. 11.00, altargongd. Talvan gongur fyri Føroysku Sjó- mansmissiónina Æðuvík: John Myllhamar kl. 11.00 Norðskáli: Emil Olsen, kl. 10.40 skriftamál, kl. 11.00 messa Fuglafjørður: Meinhard Bjartalíð kl. 11.00 Oyndarfjørður: Jógvan Fríð- riksson kl. 12.00, altargongd Sandavágur: Inga Poulsen Dam kl. 11.00 Hósvík: Marjun Bæk kl. 11.00 Fámjin: Jónsvein Bech kl. 12.00, altargongd Øravík: Jónsvein Bech kl. 18.00, altargongd Í Fámjin og Øravík gongur talvan fyri Føroysku Sjó- mansmissiónina Sumba: Ólavur Rasmussen kl. 12.00 Í Vestmanna kirkju gongur talvan fyri Føroysku Sjómansmissiónina Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 verður morgunmøti og samstundis verður barnaansing. Á møtin- um talar Jógvan Júst Ras- mussen, trúboðari á Filips- oyggjunum. www.hebron.fo Frelsunarherurin Tórsgøta 19 Sunnudagin kl. 11.00: Møti, har Palli Petersen talar. Øll eru vælkomin. Ebenezer Sunnumorgunin kl. 10.00: Minnismáltíð Harrans. Sunnudagsskúlin í summarfrí. Sunnukvøldið kl. 18.00: Evangeliskt møti. Missiónshúsið við Landavegin Sunnukvøldið kl.18.00: Møti. Albin Johannesen talar. Meinigheitshúsið Sunnudagin kl. 18.00: Møti v/ Jonhard Olsen, Fríða syngur. Meinigheitin í Hoyvík Uppi á Brekku 3 Sunnudagin kl. 11.00: Guds tænasta v/ Jóna Johannesen. Sunnudagsskúlin er farin í summarfrí. Mánakvøldið kl. 20.00: Bønarmøti. Mikumorgunin kl. 07.00: Bønarmøti. Lívdin Í Fimleikarahøllini í Hoyvíkar skúla. Sunnumorgunin kl. 10.30: Familjuløta saman við børn- unum við sangi og søgu. Kl. 11.10 ein steðgur við drekka. Tilbiðjunarmøti verður 11.30, har luttøka verður við útisetum. Barnatiltak verður í Hoyvíks høllini frá kl. 11.30 - 12.15. Heimasíðan: www.livdin.fo Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17.00: Landsbøn. Sunnudagin kl. 11.00: morg- unmøti við Sam Jacobsen. Kl. 18.00 møti við Majbritt og Sonna Djurhuus. Um tær tørvar forbøn ring 214067 www.filadelfia.fo Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnukvøldið kl. 19.00: Møti. Regin Høgnesen, Leirvík, talar. Innsavnan. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Benny Blumensaat, presti í Mariukirkjuni. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti og kl. 18.00: Evangel- iskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia í Vágum Á møtinum kl. 18.00 sunnu- dagin tala Vilhelm Langemyr og Thomas J. Aksham. Torbjørn Láadal og Steintór Hjaltalin luttaka við sangi. Øll eru vælkomin. Saron, Vestmanna Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti v/ Fríðbjørn Poulsen. Verið hjartaliga vælkomin í Saron. Missiónshúsið í Leirvík Møti verður sunnudagin kl. 19.00 v. Hanus og Mariu Poulsen. Mikukvøldið kl. 20.00 bíbliu- tími. Skúlin í Funningsfirði Møti verður sunnudagin kl. 15.00 v/ John S. Myllhamar. Meinigheitshúsið á Skála Sunnukvøldið kl. 19.00 møti við John S. Myllhamar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21.00: Opið hús við Høgna, Malmberg o.fl. Sunnukvøldið kl. 18.00 møti v/ Stephan og Anniku, trú- boðarum í Turkalandi. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Missións- og Ungdóms- húsið á Glyvrum Sunnudagin: Møti kl. 18.00 við Meinhard Bjartalíð, presti. Evni: 2. boð. Eingin sunnu- dagsskúli í summarfrítíðini. Øll eru hjartaliga vælkomin. Heimasíða: www.jesus.fo Soli Deo Gloria Sunnudagin kl. 18.00: Møti v/Fríðbjørg og Kaj Meinhard Michaelsen. Getsemane, Klaksvík Sunnumorgun kl.11.00 er møti. KFUM & K, Klaksvík Sunnudagin: Sunnudagsskúli kl.14.00. Kl. 18.00: Møti við Óla Hans Johannesen. Ung- dómsmøtið kl 21. Øll eru hjartaliga vælkomin. www.kuff.fo Sandoy Heimamissiónin hevur útimøti leygardagin kl. 15.00 í Dali, kl. 17.00 í Húsavík, kl. 20.00 í Skálavík og sunnudagin kl. 15.00 á Sandi Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 17.30: Bøn- & lovsongsløta, kl. 18.00: Møti v/ fam. Fonsdla, Jónhildu, Gullak og Magna Christian- sen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betania, Skopun Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti. Mikukvøldið kl. 20.00: Møti. Tú ert vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnukvøldið kl. 18.00 verð- ur møti við Albert Johanne- sen. Bønarmøti verður hálvan tíma áðrenn møtið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11.00: Breyð- bróting, sunnudagin kl. 18.00: Evangeliskur fundur og sunnukvøldið kl. 21.00: Útifundur, um viðrar. Ónsdagin kl. 20.00: Bønar- & uppbyggingarfundur. Sion, Vágur Sunnudag kl. 11: Morgun- møti. Mánakvøld kl. 21:Bønarmøti og bønartænasta á tlf. 373777. Tú ert vælkomin at ringja um tær tørvar forbøn. Frelsunarherurin í Vági Leygarkvøldið 17. juni kl. 20.00 verður útimøti í Lopra. Sunnukvøldið kl. 18.00: Evangeliskt møti. Samkoman Malta Fríggjakvøldið 23. juli, leygarkvøldið 24. juli og sunnukvøldið 25. juli kl. 19.30 verða evangeliskir fundir í Cosmos Trawl Øst- havnen, Hirtshals. Har hoyra vit sjómenn, ferð- andi og fastbúgvandi tala, sangkreftir úr Betesda, Klaks- vík, luttaka við í sanginum. Eftir fundirnar bjóða vit kaffi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Samkoman Malta Tlf. 98944370 Laksa- og sølutorgið í Runavík Leygardagin 17. juli verður árliga laksa- og sølutorgið í Runavík. Øll feløg, handlar og ein- staklingar í kommununi, sum ynskja at luttaka við tiltøkum, sølu osfr, eru vælkomin at venda sær til Kunningar- stovuna í Runavík. Eldrafelagið Nón, Saltangará Vit gera útferð í Vágar 22. august. Farið verður frá Sjómansheiminum í Runavík kl. 9.30. Tey, ið ynskja at verða við, biðjast tekna seg á telefon 447718 innan 16. august. Frá Eysturoyar Gongufelag Gongutúrurin Viðvík–Talv- borð verður sunnudagin 11. juli. Farið verður av Leirvík kl. 9.00. Túrurin er tungur og heildagstúrur. Hav mat við. Avmarkað luttøka. Tilmelding á Kunningarstovunum í Eysturoynni innan fríggja- dagin 9. juli kl. 15.00: Runavík tlf. 449449 ella infoey-r@post.olivant.fo, Fuglafjørður tlf. 444860 ella infoey-f@post.olivant.fo Eysturoyar Gongufelag Frá Ferðavinnuni í Suðuroy Túrur til Hovgrímsgrøv leygardagin 17. juli. Bussur koyrir av Kunn- ingarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av Kunningarstovuni í Vági (gamli skúli kl. 10.30. Finnbjørn Hovsgarð (Bróður), greiðir frá. Havið matpakka og okkurt at drekka við. Bussur koyrir til Tvøroyrar og Vágs kl. 12.30. Tilmelding skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin kl. 16.00. Gongutúrur Hovgrímsgrøv – Øravík verður leygardagin 17. juli. Bussur koyrir av Kunning- arstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av Kunningarstovuni í Vági (gamli skúli kl. 10.30. Steðgað verður stutt við Hovgrímsgrøv, har Finnbjørn Hovsgarð (Bróðir) greiðir frá. Gongufólki fer síðani eftir varðunum til Øravíkar. Eftir loknan gongutúr verður koyrt við bussi úr Øravík til ávikavist Kunningarstovurnar á Tvøroyri og í Vági. Tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/ 284480 í seinasta lagi fríggjadagin kl. 16.00. Túrur undir Sumbiarbjørgini við Jóhannu TG 326 sunnudagin. Bussur fer av keiini í Vági (har Jóhanna hevur fast tilhaldsstað) kl. 15.00 og koyrir oman í Pollin í Sumba. Bátur siglir fólk út til Jóhonnu, sum liggur uttanfyri Sumbiarhólm. Túrurin undir bjørgunum varir góðar tveir tímar. Jóhanna siglir ferðafólkini aftur til Vágs – er væntandi aftur á Vági um 20 tíðina. Havið mat og okkurt heitt at drekka við á ferðini. Avmarkað luttøka Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Tilhaldið verður stongt vegna umvæling frá: 28. juni til 28. juli og frá 30. juli - 13. august. Ólavsøkuframsýning verður í Tilhaldinum 28.-29. juli. Brúðarmyndir 1919-1971. brúðarkjólar, fjarrit. Søla: Drekkamunnur og drýlur í kjallaranum. Opið: kl. 15.00-19.00. Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Tilhaldið Hugnin í Sandoynni Tilhaldið fer í summarfrí 1. juli og opið verður aftur 1. september. Fløvi – dagtilhaldið fyri pensiónistar Summarfrí verður frá 28. juni til 6. september 2004. Gott summar ynskir Fløvin. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Vágs Pensionistafelag Vágs Pensionistafelag – fel- agið fyri pensionistar í Suður- oyar sunnaru helvt – hevur limafund kl. 19.00 hvønn seinasta mánadag í hvørjum mánaða. Ymiskt áhugavert er á hvørjum fundi, har tú eisini fært drekkamunn við bollum og køkum. Fundirnir verða hildnir í hugnaligu hølunum hjá Vágs Matmøðrafelag. Allir pensionistar og øll omanfyri 60 ár eru vælkomin. Gerst limur í Vágs pensionistafelag. Spælistovan í meinigheitshúsinum er opin mána-, týs- og hósdag kl. 9-12 fyri foreldur við børn- um, sum ikki hava ansing. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keyp- mannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. Føroya Heimavirkisfelag Postadressa: J. Paturssonar- gøta 24, 100 Tórshavn. Formaður: Óluva Vilhelmsen. T-postur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Tlf. 322686 / 319629 EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. Heb. 13,8 Tað munnu vera tey fægstu, ið nokta fyri, at kristin- dómurin nakrantíð hevur verið til á jørðini, og at Jesus úr Nasaret í heila tikið hevur verið til. Kanska onkur neiligur andi, t.d. Drews í Stuttgart, sum rak sína av- noktannarskipan so vítt, men annars munnu tey vera fá, ið hava fylgt tí so langt. Harafturímóti finst mest útbreidda avnoktanin mill- um nútíðar menniskju í einum hugsannarhátti sum hes- um: Sanniliga hevur tað einaferð verið nakað til, sum æt kristindómurin, og til hevur verið ein maður, ið æt Jesus úr Nasaret. Og at hetta var ein løgin, átrúnaðar- lig persónmenska, hesin Jesus, men hvussu nógv og hvussu lítið, ið er satt og veruligt av tí, sum søguliga er borið víðari um hann, er ein spurningur, sum rýmiliga ongantíð verður svaraður til fulnar. Men hvat ger tað? Alt er bara ein gomul søga, eitt petti av fornari mentan, sum hevur havt sína ávirkan á eftirtíðina og hevur sett spor eftir seg her og har í nútíðini. Men sum verandi søguligt fyribrigdi eru dagar kristindómsins taldir, og hvat viðvíkur hesum Jesusi, so munnu øll menniskju, ið hava sínar fullu fimm, vera greið yvir, at hann er ikki til longur – Men her kemur hitt kristna kirkjuliðið við sínum av- gjørda mótmæli. Sanniliga er kristindómurin mitt í nú- tíðini. Satt er, at søgan er gomul, men hon verður altíð nýggj. Og sálin í øllum kristindóminum, hesin Jesus úr Nasaret, hann livir enn og ger sum áður sína stóru ávirkan á mannasálina, ja, hann virkar líka sterkt sum hina ferð, hann gekk á gøtunum í Palestina og gjørdi væl. Øll broytingin, sum hend er við Kristusi og kristin- dóminum, er tað, sum Jesus sigur í evangeliinum: »Heimurin sær meg ikki longur«, men kristna kirkju- liðið sær hann, og í tí livir hann, hin livandi, og í tí ger hann alsamt stóra frelsugerning sín. Broytingin er henda, at kristindómurin í staðin fyri, sum tá ið Jesus var í holdinum, og um eg so má siga, »spældi á opnum palli«, nú hevur drigið dúkin fyri, og er í kirkjunnar og kirkjuliðsins loynikømrum. Har livir hann og ger enn gerning sín, og har heldur hann enn heiminum uppi í sterku hondum sínum, hóast heimurin hvørki sær hann ella kennir hann. Hann livir! Amen! John S. Myllhamar NA (Anomymir narkomanar) Tinghúsvegur 37 NA-Fundur hvørt sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús- vegnum 37. Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum er hvørt hós- kvøld kl. 20 og sunnudag kl. 17. Síðsta sunnudag í mán- aðinum er opin speakarafun- dur í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 á Tinghúsvegi 37, Tórshavn. www.aca- danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Týsdag: kl. 20.00–21.15 Mikudag: Sporafundur kl. 20.00–21.00 Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: kl. 9.00-10.00 opin fundur. Kl. 17.00–18.00 Sunnudag: kl. 11.00–12.00. Allir fundir eru roykfríir. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 16.00 (á loftin- um, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán- aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús- inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týs- kvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið Argjaboðagøta 7 · 160 Argir postrúm 135 · 110 Tórshavn tlf. 315155 · fax 320272 Teldupostadr.: fyribyrg@fyribyrg.fo heimasíða: fyribyrg.fo Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív lim- ur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552. Lymfødemfelagið Box 2113, FO 165 Argir Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð. Samband fæst við felagið á tlf. 448454, Fía í Túni, ella tlf. 313424, Arnhild Johannesen. Heilafelagið Íslandsvegur 10 · tlf. 317373 T-post: heilaf@post.olivant.fo Nærri upplýsingar, eisini við ráðgeving, finst á heimasíðuni: www.mbf.fo undir »Um MBF«. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Dan- mark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Parkinsonfelagið MBF-húsið, Íslandsvegur 10C Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið hjá Kristinu, tlf. 317317. Javni Hoydalsvegur 40 · 3 hædd Skrivstovan er stongd, vegna summarfrí, frá 12. juli – 16. august. Vit hava eisini eina heimasíðu: www.javni.fo og t-post adressu: javni@post.olivant.fo har tit altíð eru vælkomin at senda spurningar ella viðmerkingar. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós- kvøld eftir avtalu. Felagið fyri lesi- og skriviveik Postadr.: MBF-Húsið Íslandsvegur 10c Endamál felagsins er at hjálpa teimum ið hava lesi- og skrivitrupulleikar. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð men samband fæst við felagið á tlf. 441541, Anne Karin Kjeld og 318867, Laila Egholm. Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 C FO-100 Tórshavn Opið er týs- og hósdag frá kl. 13.00-16.00. Tlf. 310237. www.gikt.fo T-postur: gikt@gikt.fo Stongt er vegna summarfrí frá 8. juli til og við 17. august. Deyvafelag Føroya Íslandsvegur 10B Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 10.00 til kl. 15.00. Tlf. 317597, fartlf. 222381, skrivitlf. 316929 · fax 313609 og teldupostadr. deaf@deaf.fo heimasíðan: www.deaf.fo Føroya Astma/Allergifelag MBF-húsið, Íslandsvegur 10c, Tlf./fax 311419. Upplatingartíðirnar eru: hvønn hósdag kl. 16.30-18. Føroya Felag Móti Krabbameini Grønlandsvegur 58, Tórshavn Telefontíð mánadag til fríggjadag frá kl. 13-15. Tlf. 317959. Teldupost: ffk@post.olivant.fo www.ffk.fo MBF – Meginfelag teirra brekaðu Íslandsvegur 10c FO-100 Tórshavn · tlf. 317373 MBF skrivstovan er soleiðis opin: Í viku 28, mánadag, mikudag og hósdag og í viku 29, týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 9-15. Í viku 30, 31 og 32 verður skrivstovan stongd. Alzheimerfelagið Tórsbyrgi 16 · 100 Tórshavn Heimasíða: www.alzheimer.fo t-postur: sigmo@post.olivant.fo Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið á tlf. 313102. Demenslinjan er telefonráð- geving í øllum viðvíkjandi demens. Tlf. 313102 svarar týsdag kl. 18–20. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. Cøliakifelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst við at ringja til onkran av nevndarlimun- um: Annegreta tlf. 448664 Beinta tlf. 310574 Henning tlf. 314783. Sinnisbati Íslandsvegur 10 C, 100 Tórsh. tlf. 322544 · Fax 310813 T-postur: sinnbati@post.olivant.fo Skrivstovan er opin mikudag frá kl. 16-18. Fyrsta mikudag í mánaðinum er opið til kl. 19.30. Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera á tlf. 322544. TILTØK Fríggjadagin 23. juli giftast Gurið Joensen og Jónsvein Mortensen, Hoyvík. Brúðleypið verður hildið á Móritsarvegi 8, Hoyvík við vælkomst frá kl. 11.00 til kl. 17.00. Tann 24. juli kl. 16.00 giftast í Argja kirkju Eyðna Jensen úr Skopun og Hans Eivind Olsen av Argjum. Veitslan verður fyri innbodnum í Rórðarneystinum á Argjum kl. 19.00. Leygardagin tann 24. juli giftast Gurið Samuelsen og Ivan E. Moskalenko. Vígslan verður kl.14.00 í Haldars- víkar kirkju. Opið hús er heima í Haldarsvík frá kl.19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardagin 24. juli giftast á Vatnsoyrum Charlotta Djurhuus, Porkeri, og Dánjal Petur Nielsen, Klaksvík. Vígslan verður í Zarepta klokkan 15.00. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Vágum. Aftaná vígsluna verður móttøka, har øll eru hjartaliga Leygardagin 24. juli giftast í Trongisvági Wenche F. Lindberg, Trongisvágur, dóttur Óla Jákup Lindberg, og Rúni Aarethún, Fana, Norra. Veitslan verður fyri inn- bodnum inni á Sandinum hjá Jonnu og Óla Jákupi Lindberg, Trongisvágur. Leygardagin 24. juli kl. 16.00 giftast í Dómkirkjuni Gitte Johannesen og Finnur Klein. Veitslan verður fyri inn- bodnum í Bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19.00. Leygardagin 24. juli giftast í Prestagarðinum á Sandi Tania Ørvarodd av Sandi og Gunleif Bjartalíð úr Klaks- vík. Døgurði verður fyri innbodnum í Slavandsdali. Tey, ið vilja gleða brúðarparið eru hjartaliga vælkomin í heimið eftir kl. 18.00. Týsdagin 27. juli kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni í Tórs- havn, Heidi Reginsdóttir av Húsabrúgv, Argir, og Sjúrður Vatnsdal, Skopun. Veitsla verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum á Argjum. Tey, ið vilja heilsa upp á brúðarparið, kunnu støkka inn á gólvið í Reynstúni 24 á Argjum 28. juli eftir kappróðurin. Leygardagin 31. juli kl. 15.00 giftast í Vestmanna kirkju Jóhanna Gunnlaugsdóttir, Vestmanna, og Anders Christiansen, Fredericia. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Vestmanna kl. 19.00. Leygardagin 31. juli kl. 15.00 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík Julianna M. Askham, Hvannasund, og Silas K. K. Olofson, Klaksvík. Døgurði verður fyri inn- bodnum í Skálanum og vælkomst verður klokkan 21. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í brúdleyp, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf 452002 ella 261283 áðrenn 18. juli. Fríggjadagin 6. august kl. 15.00 giftast í Gøtu kirkju Katrin Sigurðsdóttir, Norðragøta og Karstin Kristiansen, Leirvík. Opið hús við nátturða og drekkamunni verður í Róðrarneystinum á Glyvrum kl. 20.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma verða biðin um at ringja á tlf. 443241 ella 441363 innan 30. juli. Tann 7. august giftast í Klaksvík Mette Gade frá Glyngøre og Leif Berg Jacobsen úr Klaksvík. Vígslan verður í Betesda kl. 15.00. Vælkomst verður á Hotel Norð kl. 19.00 og tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin at siga frá áðrenn 23. juli á tlf. 226925 ella 224383. Leygardagin 7. august giftast Jóna Petra Thomsen, Skopun og Jóhan Mikkelsen, Sørvágur. Vígslan verður í Skopunar kirkju kl. 11.00. Vælkomst verður í Bygdar- húsinum Samljóð í Skopun kl. 19.00. Teistin siglur úr Skopun á Gomlurætt sunnumorgunin kl. 4.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma í veitslu verða vinarliga biðin at siga frá áðrenn 23. juli á tlf. 332312, 361575 ella 253001. Leygardagin 7. august kl. 15.00 giftast í Sjóvar kirkju, Judith Fríða Ellingsgaard, Strendur, og Jørgin Thomsen, Skáli. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúd- leyp verða vinarliga biðin um at siga frá innan leygar- dagin 24. juli á tlf. 258324, 227355, 448325 ella 441349. Leygardagin 7. august kl. 14.00 giftast í Kollafjarðar kirkju, Sólvá í Homrum úr Kollafirði og Jógvan Egholm úr Vestmanna. Vælkomst verður í Ítróttarhøllini í Vest- manna kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í brúdleyp, kunnu siga frá á tlf. 424242, 227016 ella 226677. Seinasta freist at siga frá er 25. juli. Sunnudagin 15. aug. kl.10.00 giftast í Sørvágs kirkju, John Arnfinn Reynstind, Miðvági, og Andrea Jacobsen, Sørvági. Vælkomst verður í bygdarhúsinum í Miðvági kl.12.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 1. aug. á tlf. 332847 ella 509151. Leygardagin 21. august kl. 14.30 giftast í Betesda í Klaksvík Elsebeth Heinesen og Jón Kári Frederiksen, Klaksvík. Veitslan verður á Hotel Norð kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma í veitslu, kunnu boða frá á tlf. 455866, 215899 ella 229176 áðrenn 1. august. Leygardagin 11. september kl. 16.00 giftast í Porkeris Kirkju Joan Bech & Páll Vejhe, bæði úr Porkeri. Vælkomst verður í VB-húsinum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 26. aug. á tlf. 373250, 373226 ella 373570. BRÚDLEYP C M Y K 45 44