týsdagur 2. juni 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
nr. 5
I
1. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
– Í dag verða gipsplátur brúktar til nógv,
men gipsið slerdi ikki ígjøgnum, fyrr enn teir,
sum í kreppuárunum fóru til Týsklands at
smíða, komu aftur og fóru teir at brúka tað,
sum teir høvdu vant seg við at brúka har,
sigur Kaj, ið nevnir ein annan stóran mun, um
hann skal samanbera millum fyrr og nú.
– Trukkar vóru jú eingir, so tað bar slett
ikki til at flyta stórar nøgdir í senn, men
tá so tann fyrsti trukkurin kom á keiina
seinnapartin av 60-unum, lætti tað øgiligt
um. Tað lætti ikki bara um hjá okkum í
timburhandlinum, men yvirhøvur á keiini,
tí nú bar so nógv til, ið ikki hevði borið til
áðrenn. Eg minnist, at tá menn skuldu flyta
sildatunnur, so trillaðu teir eina og eina, og
annars høvdu teir kanska tunnuvognar, sum
tóku fýra ella fimm tunnur, men við hesum
fyrsta Volvo-trukkinum var næstan einki
óført longur.
Teldan broytt nógv
At nógv er broytt hesi hálvtrýss árini, klárar
Kaj Højgaard at fortelja við at lýsa, hvussu
hansara partur av arbeiðsplássinum sá út,
tá hann byrjaði hjá D.P. Højgaard henda
maidagin í 1965.
– Eg hevði ein púra vanligan træstól at
sita á, og á skriviborðinum stóð ein gomul
skrivimaskina, sum oman á sær hevði eitt
stórt stativ uppeftir, ið vit brúktu til fakturar.
So vóru tvey sløg av roknimaskinum, har
onnur var at vinda og hin at trýsta á, og mín
var ein av teimum at trýsta á. Tað vil siga, at
skuldi eg til dømis falda eitt tal við níggju,
so skuldi eg trýsta níggju ferðir, áðrenn eg sá
úrslitið, greiðir hann frá.
– Nøkur ár seinni fekk eg so eina elektriska
skrivimaskinu, sum kostaði hálvttriðjatúsund
krónur, ið var øgiliga dýrt tá, men eisini mátti
sigast at vera ein góð íløga, tí hon gjørdi
tingini so nógv lættari. Uppaftur seinni komu
so teldurnar, sum nokk hava verið størsta
broytingin í míni tíð.
Sjálvur sigur Kaj, at hann alla tíðina hevur
verið við upp á tey framstig, sum vóru neyðug
í fyritøkuni, og harímillum eisini, at timbur
handilin skuldi fáa teldur.
– Onkur av starvsfeløgunum var kanska
ikki so hugaður at fara yvir til teldu, men eg
dugdi væl at síggja fyrimunirnar. Hinvegin má
eg so viðganga, at tá vit fyri tveimum árum
síðani fingu eina nýggja skipan, var eg eitt
sindur skeptiskur, um eg skuldi seta meg inn í
tað. Men tað havi eg so gjørt allíkavæl, flennir
hann.
Og óansæð framstig og broytingar, leggur
Kaj stóran dent á, at hann hevur trivist øgiliga
væl á arbeiðsplássinum, sum nú hevur verið
hansara í hálvtrýss ár. Men samstundis av
dúkar hann, at tað einaferð var nokk so tætt
við, at hann legði eitt ár burtur ímillum.
– Sum tey flestu, havi eg eisini onkuntíð
upplivað tað soleiðis, at eg havi verið koyrdur
troyttur, og ta einu ferðina var eg so full
komuliga fyrilagstur, at eg ætlaði at fáa mær
farloyvi og fara niður í kanska eitt ár. Hetta
hevði eg so eisini orðað við eina danska fyri
tøku, sum vit handlaðu við, og teir bóðu meg
bara siga frá, tí so skuldi eg fáa arbeiði frá
teimum, greiðir hann frá.
– Men tað kom ongantíð í lag, og seinni
hava konan, Elinborg, og eg mangan tosað
um tað, at tað var nú spell, at vit ikki tóku
eitt ár burtur úr álmanakkanum upp á tann
mátan, tí vit vildu gjarna havt roynt tað.
Letur bara væl at
Eitt annað, sum verður tikið fram, tá leitað
verður eftir afturlítandi orsøkum til, at
timburhandilin í Runavík øll hesi mongu árini
hevur verið arbeiðsplássið hjá Kaj Højgaard,
eru teir góðu starvsfelagarnir.
– Eg havi verið øgiliga glaður fyri at hava
arbeitt saman við hesum fólkunum, og tað
hava eisini verið fleiri onnur, ið hava støðast
øgiliga væl. Eitt nú kann eg nevna Eli Hansen,
sum eg arbeiddi saman við í 40 ár, men har
eru eisini fleiri onnur,sigur Kaj.
– Hinvegin havi eg sjálvur í veruleikanum
verið meira enn hesi hálvtrýss árini hjá
fyritøkuni, tí D.P. Højgaard, sum hevði
fiskaarbeiðið í Oyrunum, har eg var í fimm ár,
átti jú eisini timburhandilin, so tilsamans havi
eg verið somu fyritøku í næstan 55 ár.
Eisini hevur Kaj hug til at rósa
arbeiðsplássinum og er takksamur fyri, at
hann hevur fingið øgiliga góðar sømdir frá
teimum, ið nú ráða fyri Borg, eins og frá
teimum, ið undan hava verið.
– Eg ætli mær at finna hurðina sjálvur,
tá tann tíð kemur, men enn havi eg tað gott
við at koma til arbeiðis hesar báðar dagarnar
og vera saman við fólkinum, sum er her og
sum kemur inn á gólvið. Eg komi til arbeiðis
klokkan tíggju, so tað er akkurát til kaffi, so
mín arbeiðsdagur byrjar við einum góðum
temunni og einum hugnaligum práti. Eg kann
ikki siga annað, enn at eg havi eitt fínt lív og
havi tað gott, sigur hann.
– Tá mann er komin upp í henda aldurin,
so gongur arbeiðið helst tað seinni eisini,
men nú taka vit ein dag í senn, og so fáa vit
at síggja. Tá tú hevur hús, er altíð nokk at
síggja til, so tað er eingin trupulleiki hjá mær
at fáa hinar tríggjar dagarnar at ganga, tá eg
ikki eri til arbeiðis. Vit hava trý børn og so er
eisini tað fyrsta abbabarnið komið, so eg stúri
slett ikki fyri, at eg skal hava nóg mikið at
ganga uppí. Men nú taki eg tað bara, sum tað
kemur, tað heila.
Vinnuvangin: Kaj Højgaard
Tá tú hevur hús, er altíð
nokk at síggja til, so tað er
eingin trupulleiki hjá mær at
fáa hinar tríggjar dagarnar
at ganga, tá eg ikki
eri til arbeiðis
Millum mongu gestirnar á móttøkuni fyri Kaj Højgaard á Borg í Runavík fríggjadagin
var eisini familja. Uttast til høgru síggjast tríggjar av systrum hansara
Mynd: Kári Hansen/Borg