týsdagur 2. juni 2015síða 58
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
nr. 5
I
1. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Terji Nielsen
B
ogi Bech Jensen er 37 ára gamal,
og hann hevur eina breiða
útbúgvingarliga, akademiska og
verkliga bakgrund, og harafturat
hevur hann eisini týðandi
leiðsluroyndir.
Av útbúgving er Bogi Bech
Jensen bæði maskinmeistari og
sivilverkfrøðingur, og hann hevur
eisini eina PhD frá Newcastle University í
Onglandi, har hann eisini hevur undirvíst í
nøkur ár.
Leiðsluútbúgving hevur Bogi Bech Jensen
tikið á Harvard Business School í USA.
Umframt at hava verið sjálvstøðugur
vinnurekandi, hevur Bogi Bech Jensen eisini
royndir sum deildar- og granskingarleiðari
á DTU í Danmark, og í løtuni starvast hann
sum professari og útbúgvingarleiðari á Fróð
skaparsetur Føroya.
At Bogi Bech Jensen hevur góðar undir
visingarførleikar, skerst ikki burtur, tí hann
bleiv kosin til ársins undirvísara av teimum
lesandi á DTU.
Bogi Bech Jensen tekur við starvinum sum
fyrsti rektari á Marknagilsdeplinum tann 1.
August í ár.
terji@sosialurin.fo
P
osta boðar frá, at Farmadeildin
saman við Posta Logistics í Dan
mark er ment til eitt støði, har
man í enn størri mun má seta
fokus á stýring og menning. Økið
er í stórum vøkstri, og tí hevur
man sett ein royndan logistikk
persón í starv sum nýggjur leiðari
á Farmadeildini.
Helgi Justinussen er royndur í logistikk
vinnuni. Hann hevur verið knýttur at Samskip
í fleiri ár, og hann hevur somuleiðis starvast
hjá Eimskip.
33 ára gamli havnarmaðurin er útbúgvin
Cand. Merc í Applied Economics og Finance
frá Copenhagen Business School, og hann
flytir heim til Føroya saman við familjuni, nú
hann tekur við nýggja starvinum.
Fyrrverandi leiðari á Farmadeildini,
Jóhann V. L. Ólafsson, skal framyvir leggja
dent á at menna nýggjar og at styrkja verandi
logistikk tænastur, og hann verður framyvir
eisini partur av toyminum á Farmadeildini.
Nøvn í vinnuni
Bogi rektari á
Marknagilsdeplinum
leiðari á Farma-
deildini hjá Posta
Nýggjur
marknaðarleiðari
á Atlantsflog
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn
Kalsø, hevur sett Boga Bech Jensen í starv
sum rektari á Marknagilsdeplinum
Posta hevur sett Helga Justinussen í starv sum
nýggjan leiðara á Farmadeildini hjá sær
U
ngi havnarmaðurin Árni Olsen
tekur við nýggja starvinum tann
1. juli, og hann kemur úr einum
starvi sum marknaðarleiðari
hjá Bakkafrost, har hann hevur
starvast seinastu árini.
Árni Olsen hevur tikið
bachelor í marknaðarføring, og
í hesum sambandi hevur hann
lisið bæði á Hawaii og í Barcelona, harum
framt hevur hann tikið eina master útbúgving
í Monaco.
terji@sosialurin.fo
Havnarmaðurin Árni Olsen er settur í starv sum nýggjur
sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett
Boga Bech Jensen í starv sum rektari á Marknagilsdeplinum
Joel undir Leitinum, stjóri
á Posta, Helgi Justinussen,
nýggjur leiðari á Farmadeildini
Fyrrverandi marknaðarleiðarin hja
Bakkafrost, er nú nýggjur marknaðar
leiðari hjá Atlantic Airways