týsdagur 2. juni 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
nr. 5
I
1. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Jákup Mørk
V
ið 80 fólkum í føstum starvi
og fleiri av heilt stóru byggi
projektunum í landinum um
hendi hevur samtakið kring J&K
Petersen úr at gera.
Tað er J&K Petersen
Contractors, ið er størsta felagið
í samtakinum, og á hesum síðum
er tað fyrst og fremst hetta
felagið, sum vit hyggja at.
Og her er talan veruliga um eitt av teimum
stóru feløgunum í landinum. Eginognin er
vælvaksin, og tað hevur eitt nú borið við
sær, at felagiðn mest sum ongar trupulleikar
hevði at at svølgja eitt hampuliga stórt hall,
tá alheims fíggjarkreppan eisini setti síni
grefligu spor í føroysku byggivinnuna.
Seinnu árini hevur raksturin verið betri, og
í fjør var úrslitið áðrenn rentur og fíggjar
postar eitt avlop á 5,4 mió kr. Negativ úrslit
av kapitalpørtum í dótturfeløgum drógu tó
endaliga úrslitið nakað niður, men tað tykist,
sum eru stórar reservur goymdar handan
roknskapartølini fyri 2014.
Tá talan er um byggifyritøku av hesum
slag, so er altíð talan um stór ígongdverandi
arbeiði, tá roknskapurin verður gjørdur upp.
Kostnaðurin av hesum arbeiðum verður
ognarførdur, meðan ávegis rokningarar
verða afturførdar og bókaðar sum skuld.
Í roknskapinum fyri 2014 eru afturførdu
rokningarnar ikki minni enn 19,3 mió kr.,
meðan ognarførdu kostnaðirnir eru 6,2 mió.
Við øðrum orðum er ein positivur munur upp
á meira enn 13 mió kr. milum hesar báðar
roknskaparupphæddir. Vanliga verða ávegis
rokningar skrivaðar í takt við liðugtgerð av
einstøku arbeiðunum, og tí geva roknskapar
tølini eina greiða ábending um eina stóra
inntøkuføring, sum liggur fyri framman.
Hækkandi lønarútreiðslur
Einasti roknskaparposturin, sum veruliga
tykist sveiggja ein hóttandi veg í roknskap
inum, eru lønarútreiðslurnar. Ivaleyst kunnu
vera nógvar orsøkir – eitt nú bonus-skipanir
til leiðslu ella eingangsútreiðslur av ymsum
slag.
Men undir øllum umstøðum øktust
starvsfólkaútreiðslurnar við meira enn 12 mió
krónum í 2014, hóast samlaða starvsfólkatalið
»bara« øktist við 5 ársverkum.
Í aðrar mátar peika pílarnir rætta vegin hjá
fyritøkuni. Trygdarevnið og gjaldførislutfallið
síggja bæði tvey góð út, og ognar- og egin
peningsavkast er omanfyri tað, sum kann
røkkast við at seta peningin á bók ella við at
seta í statstryggjað virðisbrøv.
Sjálvandi verður vinningsbýti eisini út
goldið. 5 mió kr. vórðu goldin út eftir 2013,
og seinastu 10 árini eru útgoldin 22 mió kr.
í vinningsbýti til eigararnar. Men fyrst og
fremst prógva roknskapartølini, at peningurin
hjá eigarunum enn sum áður stendur væl og
ger góða nyttu í byggifyritøkuni, sum nú er
farin um tey 40.
jakup@sosialurin.fo
Roknskapur
Byggifyritøkan, J&K Petersen, er júst farin um tey 40, men dynamikkurin
tykist óskalaður, hóast skiftisárini skjótt eru rokkin
Ongar
trupulleikar við
skiftisárunum