týsdagur 2. juni 2015síða 62
‹ fyrra síða allar 70 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
nr. 5
I
1. juni 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Vilmund Jacobsen
T
að gongur ikki væl at manna línu
skipini, tó at hetta árið helst man
fara at roynast sum eitt av teimum
frægu síðan 2008. Skipini mangla
javnan fólk og loysa ikki full
mannað.
Arbeiðsloysi á landi er lítið, og
eftirspurningur er eftir røskum
arbeiðsmonnum.
At línumenn ofta eisini eru handaligir og
duga væl at arbeiða ger, at fleiri fáa tilboð frá
arbeiðstakarum á landi um arbeiði.
Ikki minst byggivinnuni vantar fólk, og tí
fáa menn tilboð um ymiskt forskallings-og
byggiarbeiði, umframt at nakrir hava stóra
koyrikortið og fáa møguleikan at koyra lastbil
ella onkra maskinu.
Sosialurin hevur skift orð við stýrimann,
sum siglir við línuskipi og loysir av sum
skipari. Hann sigur, at hjá teimum gongur
ikki væl at manna skipið til hvønn túrin, og
tað er ikki so sjáldan, at loyst verður uttan
fult manningartal. Í aðrar mátar missa teir,
sum eru við skipinum, inntøku, tí tað kann
taka tíð at leita eftir fólki.
– Vit hava nakrar útlendingar umborð. Tað
riggar væl, men tá hesir fara heim at halda frí,
serliga um jólini og um summarið, eru teir
gjarna burtur í nakrar vikur. Tá kann tað vera
rættiliga trupult at manna skipið.
Sosialurin hevur eisini skift orð við línu
skipareiðara, sum eigur og rekur meira enn
tað eina línuskipið.
Hann sigur tað sama. Teir hava eisini
nakrar útlendingar umborð, og høvdu teir
ikki havt tað, er spurningurin, um teir yvir
høvur høvdu loyst skipini.
– Skulu vit hava fólk úr ES, skulu vit
sum reiðarí fyrst vera tað, sum rópt verður
»forhondsgóðkendir«. Ein slík góðkenning er
ikki trupult at fáa, men tá tú ert vorðin for
hondsgóðkendur, er tað ikki bara sum at siga
tað hjá einum einstøkum reiðaríi at fara út í
ES at leita eftir fólki.
Reiðarin vísir á, at treytirnar eru øðrvísi,
tá manning kemur úr norðurlondum,
tí norðurlond eru at rokna sum ein
arbeiðsmarknaður.
Generellur trupulleiki
Línuskipini eru ymiskt fyri, og soleiðis eru
eisini manningarhýrurnar eitt sindur ymiskar
frá skipi til skip.
Nøkur línuskip eru á ísfiskaveiði, og nøkur
eru farin at frysta. Hetta ger, at veiðimøgu
leikarnir eisini gerast ymiskir.
Fyrst í hesum árinu fóru trý frystilínuskip
yvir á Flemish Kap at fiska av føroysku toska
kvotuni har yvir, og stutt eftir loysti eisini eitt
ísfiskalínuskip.
Tó at long sigling er á hesar leiðir, og tey
fyrstu skipini rendu seg í hervilig lágtrýst á
veg yvir á Flemish Kap, fingu øll skipini, sum
fóru á hesa longu leið, hampiligar túrar.
Reiðarin vísir á, at tað er trupult framman
undan at siga júst, hvørji línuskip eru
ringast fyri við fólki, og hetta hongur ikki
neyðturviliga saman við ymisku veiðimøgu
leikunum, ið skipini hava.
– Nøkur skip hava havt støðugari manning
enn onnur, men knappliga verða eisini hesi
skipini rakt av manningartroti. Tí er trupult
at siga, hvør hevur tað betri - ella verri – enn
annar í so máta. Eg vil siga, at manningar
trupulleikin umborð á línuskipum meira er
generellur, og hetta er ikki ein lítil trupulleiki.
Línuskipareiðarin heldur, at ein stórur
trupulleiki hjá línuflotanum er, at tað eru ov
fáir línumenn eftir í Føroyum.
– Tá so arbeiðsloysi er lítið, og brúk er
fyri røskum monnum uppi á landi, ið duga til
hendurnar, stendur verulig á hjá línuflotanum
at halda upp á fólkið.
Okkurt má gerast
Nú samráðingar hava verið millum Fiski
mannafelagið og Reiðarafelagið, hevur hesin
spurningur eftir hvat skilst eisini verið um
røddur.
– Hvat kann gerast fyri at gera tað meira
attraktivt hjá monnum at sigla við línuskipi,
og hvør leið kann gangast?
Bæði reiðarar og fiskimenn ásanna, at
støðan er ikki haldbar, tí við verandi gongd
kann tað gerast trupult at varðveita línuskipa
flotan, sum hóast alt hevur nógv sjófólk knýtt
at sær.
– Hetta er so sanniliga eisini ein spurning
ur um at varðveita føroysk arbeiðspláss á
sjónum og føroyska ekspertisu innan línu
fiskiskap.
Línuskipareiðarin heldur, at ein gongd leið
kanska kundi verið, at menn fingu høvi at
mynstra fyri meira enn ein túr í senn, soleiðis
at trupulleikin við manningartali ikki gerst
átrokandi túr fyri túr, ið er tyngjandi fyri
skipabólkin.
– At minstalønin nú hækkar upp í 1000
krónur fyri hvønn mynstraðan dag á sjónum,
kann so eisini verið við til at gera um
støðurnar hjá línumonnum nakað betri.
Neyðugt verður, heldur reiðarin, at
bólkurin línuskip á ein ella annan hátt fær
onkra serskipan, sum kann gera umstøðurnar
hjá manning og reiðaríi tryggari og betri - ikki
minst, nú kappingin við størvini á landi er
vorðin so stór.
Hann heldur, at ein gongd leið kundi verið
at tryggjað línumonnum eina minimums
mánaðarløn, og hann vónar, at tað fer at gera
mun, nú inntøkutrygdin verður styrkt.
– Veðrið hevur verið ógvuliga ólagaligt í
vetur, og hetta hevur gjørt, at nógvir mistir
dagar hava verið við ongari inntøku - ei held
ur inntøkutrygd - hjá línumonnum. Øll hava
brúk fyri eini støðugari inntøku og einum
tryggum grundarlag, og spurningurin er,
hvussu ein slík skipan best kann tryggjast
okkara línumonnum.
20-30 mans
Línuskipareiðarin heldur, at ein gongd leið,
tá ræður um útlendska manning til føroysk
línuskip, kundi verið, at reiðaríni leitaðu í
felag eftir fólki í útlandinum.
– Eg trúgvi, at føroyski línuflotin hevur
brúk fyri umleið 20-30 útlendingum aftrat,
um skipini skulu sigla við fullum mann
ingartali alt árið – eisini í tí tíðini, tá teir
útlendingar, sum nú eru partur av føroyska
línuskipaflotanum, eru í egnum landi og
halda frí, sigur reiðarin.
vilmund@sosialurin.fo
– Eg trúgvi, at føroyski línuflotin hevur brúk fyri umleið 20-30 útlendingum aftrat, um skipini skulu
sigla við fullum manningartali alt árið – eisini í tí tíðini, tá teir útlendingar, sum nú eru partur
av føroyska línuskipaflotanum, eru í egnum landi og halda frí, sigur línuskipareiðari
Línuskipaflotanum
vantar 20-30 mans
Tað gongur ikki væl at manna føroysku
línuskipini, og mangan loysa skip –
uttan, at manningartalið er fult
Myndin er tivildarliga vald