Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 5. juni 2015 – Sjúrður, Edmund, Høgni og Annika Nú er greitt, hvørji tey fýra eru, sum skulu kappast um teir báðar flógvu sess­ir­nar á Christiansborg. Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Fólka­flokk­ur­in hava í vikuni lagt fram sínar valskráir og sín­ar valevnislistar. Hóast Sambandsflokkurin ikki hevur havt sín fund enn – tí løgmaður er súkkluferiu á Mallorca og ikki verður aftur fyrr enn í næstu viku, so hevur flokkurin kortini almannakunngjørt listan. Sunnukvøldið klokkan 18 skulu listarnir vera inni. Taka vit higartil einastu veljarakanning til fólka­tings­valið, so verður afturval av Javnað­ar­ flokk­i­num og Sambandsflokkinum. Líta vit hinvegin at teimum veljara­kann­ ingu­m, sum gjørdar eru í sambandi við løg­tings­ val, so liggur Tjóðveldi í fleiri teirra á øðrum plássi. Her skulu vit skunda okkum at siga, at vit ikki kunnu flyta tøl frá veljarakanning til løg­tings­val og nýta tey til fólkatingsval. Men tað skerst ikki burt, at tær kortini siga okk­um um eitt rák, sum hevur verið, og sum sig­ur, at Tjóðveldi kann hótta støðuna hjá Sam­bands­ flokk­i­num sum næst størsti flokkur. Talan er tí um eitt ótrúliga spennandi val. Ikki minst tí, at tað fyri stjórnina kann hava sera stóran týdning, um tað verður Samband ella Tjóð­veldi, sum tekur annað umboðið. Sam­ bært kanningunum er eingin ivi um, at Javn­að­ ar­flokk­urin fær hitt umboðið. Alt hetta skal sjálvandi takast við tí fyri­varni, sum skal takast, tá talan er um kann­ing­ar. Men kanningarnar staðfestia eisini, at Fólka­flokk­ ur­in ikki kemur longur enn á eitt triðapláss í øll­um teimum 13 kanningum til løgtingsvalið og teirri einu til fólkatingsvalið. Tí kunnu vit siga, at út frá kanningunum hevur Fólkaflokkurin minsta kjansin. Í Javnaðarflokkinum er Sjúrður Skaale høv­uðs­val­evni og verður uttan iva fremstur. Hjá Tjóð­veldinum tekur eingin Høgna Hoydal. Í Sam­bands­flokkinum er Edmund Joensen fav­o­rittur – hóast ein løgmaður eigur at geva honum ein skarpan gang. Hjá Fólkaflokkinum er tað ikki formaðurin, sum er favo­ritt­urin. Har er heldur eingin fyrr­ver­andi fólkatingsmaður. Eins og hin­ir flokkarnir, so útnevnir heldur ikki Fólka­flokk­ urin sín favoritt – men Annika Olsen hevur ført seg fram sum favoritt. Tí kunnu vit meira ella minni staðfesta, at stríðið stendur millum tey fýra – og soleiðis kunnu før­oy­ingar eisini velja, hvør stjórn skal stýra Danmark. Tríggjar ferðir hev­ur 5. juni verið grund­lóg­ar­ dag­ur: Í 1849, tá fyrsta grundlógin kom. Í 1915, tá onnur grund­ lóg­in varð samtykt og í 1953, tá grund­lóg­in á triða sinni varð broytt. Við broytingini 5. juni í 1915 fingu kvinnurnar valrætt. Fyrsta grundlógin er frá 5. juni í 1849, og báðar broyt­ing­ar­ nar, sum eru gjørdar í grund­ lógini, eru samtyktar 5. juni, sum tí hevur verið grund­lóg­ar­dagur tríggjar ferðir. Við 111 atkøvðum fyri og einari ímóti sam­ tykti fókatingið at geva kvinnu valrætt 5. juni í 1915. Seinni hendan dagin skrivaði Kristian 10. kongur undir nýggju grundlógina. Í 1953 hendi tann broyting í grund­lógina, at kvinnulig arva­fylgja var samtykt fyri danska monarkiið. Hetta var fyri, at Margreta drotning skuldi kunna taka við trúnuni eftir pápa sín. Tað kundi hon ikki sambært gomlu grund­lógini. Tá var tvey­kam­ars­skip­ an­ini eisini av­tik­in – við fólk­a­tingi og landstingi. Lands­ting­ið varð nið­ur­lagt. Fyri broyt­ingina hevði Før­ oy­ar eitt fólka­tingsumboð og eitt lands­tings­um­boð, sum løg­ ting­ið valdi. Síðani 1953 hava Før­oyar valt tvey fólkatingsumboð í staðin. Grøn­land gjørdist samstundis javnsettur part­ur av kongaríkinum. Fríðrikur 9. kongur skrivaði undir grund­ lóg­ina eftir at hon varð samtykt við fólka­at­ kvøðu. Framløgusendingarnar í Kringvarpinum byrjaðu í gjárkvøldið, hóskvøldið. Tá var tað Javnaðarflokkurin, ið sum hin fyrsti var gestur í sjónvarpsstovuni Við lutakasti í fyrsta formansorðaskiftinum tann dagin, valið varð skrivað út, fall raðfylgjan soleiðis. Við lutakasti í fyrsta formansorðaskiftinum tann dagin, valið varð skrivað út, fall raðfylgjan soleiðis: Flokkarnir vera Í andgletti hesar dagar: Hósdagin 4. juni: Javnaðarflokkurin Fríggjadagin 5. juni: Tjóðveldi Mánadagin 8. juni: Miðflokkurin Týsdag 9. juni: Zakarias Wang Hósdagin 11. juni: Sjálvstýrisflokkurin Fríggjadagin 12. juni: Sambandsflokkurin Mánadagn 15. juni: Fólkaflokkurin Týsdagin 16. juni: Framsókn Sendingin Í andgletti verður send aftur í útvarpinum klokkan 11 dagin eftir. Tó verður sendingin fríggjakvøld send í útvarpinum mánadagin eftir. Sama dag sum Kringvarpið end­ ur­send­ir »Í andgletti« hava tey eina meting ella um­mæli av, hvussu pol­ it­ik­ar­arnir hava klár­ að seg. Sendingin eit­ ur »Polimetrið«, og til hvørja sending hevur Kringvarpið tveir ummælarar. Fýra kappast um tveir sessir Javn­aðar­flokk­ur­ byrjar og Framsókn endar onnur grundlóg ríkisins í 1915 Framløgusendingar Løgmaður í útlegd: Bjørn fremur ágang á Havnina Annfinn Brekkstein kjak síða 22 Reytt og blátt er líka flott zxczczcx zxczxc síða 21 Visti tú? At bara 20.945 fólk ella 58,9% vóru á fólka­tingsvali í Før­ oy­um seinast? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri ...sigur Kaj Leo Holm Johannesen á almennu val-heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum samband.fo – meðan hann er á Mallorca á venjingar­ legu nú hann skal súkkla til París í summar... 100 ár síðan kvinnur fingu valrætt Les eisini blaðið á telefonini Kristian kongur 10. skrivaði undir fyrstu grundlógina 5. juni í 1848