hósdagur 4. juni 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. juni 2015
sosialurin 63
4
hósdagur
fríggjadagur
leygardagur
1-6 m/s
8-13
15-20
1-6 m/s
8-13
15-20
Seinnapart:
Fleyr til gul av ymsum ættum,
turt og sólglottar. Hitin millum
6 og 9 stig.
Hann veksur vindin upp í
hvassan vind ella skrið av eystri
og regn. Hitin millum 8 og 11
stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av
landnyrðingi og ælingur, men
eisini sólglottar. Hitin millum 10
og 13 stig.
Veðrið sunnudagin
og mánadagin:
Sunnudagin frískur vindur av
útnyrðingi, turt og sólglottar.
Mánadagin frískur vindur av
útsynningi og ælingur, men
eisini sólglottar. Hitin millum 7
og 11 stig.
Veðrið fríggjanáttina:
Eitt lágtrýst, 990 hPa.
vestanfyri Írland fer spakuliga
norðureftir.
Veðrið leygarnáttina:
Lágtrýstið vestanfyri Skotland
fer í landnyrðing.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»“Mín blóðtýpa er
A rhesus jalig«
Føddur í Visp í Sveis tann 10. mars 1936
79 ára gamli Sepp Blatter hevur
verið í andglettinum seinastu
vikuna, eftir at amerikanska
samveldisløgreglan, FBI, tók
fleiri leiðarar í altjóða fótbólts
samgonguni FIFA. Orsøkin var
ákærur um umfatandi mutur innan
FIFA. Ovasti leiðari í FIFA, Sepp
Blatter, rysti ákærurnar av sær og
stillaði upp á forsetavalinum. Hóast
europearar vendu honum bakið og stuðlaðu Ali prinsi úr
Jordan, vann Blatter tryggan sigur á forsetavalinum. Tað
gingu tó bert fáir dagar, so mátti sveisarin geva skarv
in yvir og fara úr heita sessinum. Ákærurnar um mutur
nærkaðust honum alsamt, og hann valdi at fara ígjøgnum
úthurðina, sum stórur partur av fótbóltsheiminum hevði
peikað honum á. Nú verður í spenningi bíðað eftir, hvør
verður nýggjur forseti í FIFA.
Fyritøkan Dism, sum fram
leiðir brennivín, fegnast um,
at fyrsti ordrin er komin
úr Grønlandi. Í heyst verða
sløgini Eldvatn og Lívsins
Vatn at fáa í grønlendsku
keypssamtøkuni.
AB, sum er næst niðast
í Effodeildini í fótbólti
skiftir venjara. Sámal Erik
Hentze er nýggjur venjari,
og spælandi hjálparvenjari
verður Sorin Angel.
Landsstýrið seldi í vikuni
nýggj lánsbrøv fyri 1,045
milliard krónur. Sølan gekk
væl, og øll lánsbrøvini
vórðu seld eftir einum
tíma. Lánsbrøvini verða
afturgoldin um fimm ár, og
nominella rentan er 1%.
Jóhanna á Bergi er
nýggjur stjóri í Atlants
flogi. Hon hevur seinastu
árini verið stjóri í Faroe
Ship, men tekur við
stjórasessinum í flog
felagnum eftir summar
feriuna. Tá fer fyribils
setti stjórin, Jørgen
Holme, úr starvinum.
Vodafone bjóðar 4G
internetsamband til
fartelefonir í Havn, Klaksvík
og á Skálafjørðinum. Føroya
Tele boðar frá, at tey koma
við 4G kring alt landið
eftir summarferiuna.
Eftir at onkrar kommunur
hava sagt, at Sea Shepherd
fólk eru ikki væl komin
í teirra kommunum ger
Føroya Kommunufelag
greitt, at tað er ikki loyvt
at gera mismun á fólki.
Kappingin millum
telefeløgini Føroya Tele og
Vodafone harðnar, eftir at
tað verður gjørligt at taka
telefonnummarið við sær,
tá ið fólk skifta veitara.
»Sepp Blatter«
Norðoyingar fáa whiskyfelag
Norðmælt á norðoyastevnu
Mest
nýtta
orðið
hesa
vikuna
...uppá ein minutt
fólk verða á útselda Tórsvølli til
landsdystin millum Føroyar og
Grikkaland næsta leygarkvøld
4.800
mangt og hvat
Fríggjakvøldið stovna klaks
víkingar whiskyfelag og royna
skotskar dropar
Whisky verður selt í alt størri nøgdum
kring heimin – og serliga eru tað single
malt whisky sløgini, ið fyri stóran part
koma úr Skotlandi, sum hava upplivað
stóra framgongd seinastu árini.
Eisini í Føroyum geva alt fleiri
fólk whisky ans, og nú fríggjakvøldið
stovna klaksvíkingar whiskyfelag,
tey kalla NorðMalt. Stovnandi
aðalfundur verður hildin í hølum
hjá lokala bryggjarínum, Føroya
Bjór.
Hetta kvøldið skipar NorðMalt
eisini fyri whiskysmakking. Seks
sløg av skotskum whisky verða
roynd – millum annnað ein 24 ára
gomul Glenrothes úr Speyside økinum
og ein 12 ára gomul Port Charlotte frá
Islay.
Skotskir dropar í tulipangløsum
á norðoyastevnu
Bjóðar desert við luktilsi
Heimsins besta matstova
Spanska matstovan El Cellar de
Can Roca er aftur kosin heimsins
besta – og Noma er nú í vanda fyri
at detta heilt niðurímillum
Sponsku brøðurnir Joan, Josep og Jordi
Roca eru aftur á tindinum. Matstovan El
Cellar de Can Roca, sum teir reka, er aftur
kosin at verða heimsins besta matstova.
Matstovan vann í 2013 heiðurin frá norður
lendsku matstovuni Noma í Keypmanna
havn, men í fjør tók Noma heiðurin aftur.
Nú er so greitt, at spaniólarnir hava yvir
hálað Noma enn einaferð.
Noma er kend fyri rættiliga
eksperimenterandi mat – millum
annað við livandi meyrum í onkrum
rættum. El Cellar de Can Roca verður
hinvegin ikki roknað sum eins
nýskapandi, men tey leggja
stóran dent á at finna røttu
smakkirnar, og millum
dessertirnar eru onkrar,
sum byggja á luktilsi frá
eitt nú Calvin Klein og
Bulgari.
Samstundis sum spani
ólarnir kunnu breggja sær
av hava heimsins bestu mat
stovu, er Noma í vanda fyri at
detta heilt niður ímillum.
– Rákið er heilt greitt, at
tá tú hevur verið eina tíð á
tindinum, byrjar tú at fella á
listanum, og soleiðis kann tað eisini verða
hjá Noma, sum kann rúka langt niður eftir
listanum komandi árini, sigur Ole Troelsø,
matredaktørur á blaðnum Børsen, við
Ekstrablaðið.
Júst hendan gongd fekk fyrrverandi
heimsins bestu matstovu El Bulli at lata
aftur, meðan leikur framvegis var góður.
– Tað ræður um at finna nakað nýtt og
nakað øðrvísi, og um Noma kann loysa
ta avbjóðingina, kunnu tey koma aftur á
tindin, heldur Ole Troelsø.
Hesir sponsku brøðurnir reka
heimsins bestu matstovu