Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juni 2015 sosialurin 63 6 persónssøga At arbeiða við sølu á altjóða stigi hevur altíð hugtikið meg, líka síðani Handilsskúlan, tó altíð við rót í Føroyum, sigur Jóhanna á Bergi, sum týsdagin varð sett í starv sum nýggjur stjóri í Atlantsflog Jóhanna valdi Føroyar Danjal av Rana J óhanna á Bergi er fødd og upp­ vaksin í Havn, men hon var ikki gomul, tá hon fyrstu ferð leitaðu út um landoddarnar. Eftir fólkaskúlan arbeiddi hon eitt skifti í ítróttarhandlinum hjá Thomas Dam, áðrenn hon fór til Belgia sum umbýtisnæmingur í eitt ár. Afturkomin til Føroya fór hon á Handilsskúla, men so skjótt hann varð liðugur, lá leiðin aftur av land­ inum. Hesaferð til Sveits, har hon arbeiddi sum tænari á einum gist­ ingar­húsi í eitt ár, áðrenn hon fór á mál­skúla í Spania í eitt hálvt ár. – At ferðast, tungumál og aðrar mentanir hava altíð havt mín stóra áhuga, sigur Jóhanna á Bergi, sum gleðist um allar royndirnar, hon nam sær hesi árini, hon búði og ferðaðist um í Evropa. Gott máloyra man hon eisini hava, tí enn í dag metir hon seg megna at samskifta á flæmskum, sponskum og týskum. Síðani gekk leiðin til Herning, har hon tók eina søluútbúgving á danska eksportskúlanum í Herning. Høvuðs­uppgávuna skrivaði hon fyri Vónina, og eftir lokna útbúgving fekk hon starv á Føroya Fiskasølu. Hon ar­ beiddi á fiskasøluni í næstan fýra ár, fyrst tvey ár í París, síðani hálvtannað ár í Boulougne-sur-mer, og kundi so leggja franskt afturat listanum yvir mál, hon tosar. – Eg nýti tó ov lítið møguleikan at tosa á hesum ymisku málunum. Í mínum arbeiðið nýti eg fyrst og fremst føroyskt og enskt, so møgu­ leikin at viðlíkahalda hini málini er so sum so, sigur hon. Tó so, lítið man vera at ivast í, at kunnleikin til fleiri mál man vera hentur at hava, tá til­ knýti skal skapast til nýggj við­skifta­ fólk og samstarvsfelagar. Angrar ikki Eftir fýra ár í Frankaríki lá so leiðin aftur til Føroya, og endaði hon skjótt í Klaksvík, har hon nú býr við manni og tveimum børnum. – Tað er sum við flytifuglunum, man veit ikki heilt, hví man vendir heim­aftur. Tað er onkur ókend atdráttarmegi, sum ger, at einum leingist heim aftur til Føroya. Eg angri tó ikki eitt minutt, at eg flutti aftur, og eri ótrúliga glað fyri at búgva í Føroyum, sigur Jóhanna á Bergi. – At arbeiða við sølu á altjóða stigi hevur altíð hugtikið meg, líka síðani Handils­ skúlan, tó altíð við rót í Føroyum, sigur hon. Heimafturkomin fór hon at ar­ beiða hjá JFK og var har í níggju ár, sum sølustjóri. – Eg upplivdi tað, at eg var á røtt­ um stað til rætta tíð. Eg fekk bjóðað eitt starv í Klaksvík, júst sum eg var komin saman við einum klaksvíkingi, og ting løgdu seg skjótt til rættis. Í níggju ár var eg sølustjóri hjá JFK og seldi tá fisk bæði beinleiðis av skip­ unum og frá Kósini, sigur hon. Eingin vansi at vera kvinna AV JFK lá leiðin í 2006 til stjórastarvið í Faroe Ship, sum hon hevur røkt síð­ ani, til hon seinni í ár tekur við sum stjóri á Atlantsflog. Tað er sum við flytifuglunum, man veit ikki heilt, hví man vendir heim­ aftur« Visti tú? Jóhanna á Bergi er systir Sigurð Ólason Vang, sjúkrahússtjóra Framhald á næstu síðu Myndir: Álvur Haraldsen