Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Hilmar Eliasen Kjak Síða 13 Skeiv adressa Bjarni Jógvan Arge Kjaks síða 13 Borg­ ar­stjórin sigur so mangt Valstríð er ikki tað, sum valstríð hev­ur verið. Og so als ikki, tá talan er um valstríð til fólkatingsval í Før­oy­um. Hóast valdysturin er hálv­runn­ in, og hóast listarnir skuldu vera inni hjá valstýrinum í gjárkvøldið, so sæst ikki nógv til valstríð, utt­an okk­urt hissini lesarabræv í blað­ num og heldur fleiri á tíð­ind­a­heim­ a­síð­um og á sosialum miðlum sum Face­book. Boðskapurin frá flokkunum er so sum so, tá talan er um fólka­ tings­val. Helst er tað trupult hjá flokk­u­num at píska upp ein stemn­ ing, sum fær fólk at ressast. Boðini hjá flokkunum eru alt frá før­oysk­um fullveldi til innflutning av professarum til Fróðskaparsetur Føroya – og skuldsetingar um, at summir vilja gjøgnum Danmark lirka okkum inn í ES. Tað verður skotið við skørpum – og kjak er millum annan fólka­tings­ mann­in og fyrrverandi floks­fel­ag­ar hansara um, hvør er mest tjóð­skap­ ur­sinn­aður. Eitt løgið kjak um, hvør er góður nokk sum føroyingur. Annars er tað Kringvarp Føroya, sum stýrir valstríðnum. Tey hava ikki so nógvar pengar, og tí hava tey gjørt av at niðurraðfesta fólk­a­ tings­val­ið fyri at kunna halda støð­ ið so nøkulunda til løgtingsvalið. Í gomlum dømum, tá politisku flokk­arnir ongar pengar áttu, skip­ aðu teir fyri valfundum kring land­ ið. Farið varð bygd av bygd fyri at leggja fram sín politiska boðskap, sum eisini var gott undirhald. Um tað eru nútíðar politikarar, sum eru keðiligari enn fyrr – ella um fólk ikki tíma at møta upp til val­ fund­ir, er ilt at meta um. Men spell er tað fyri fólkaræðið, at valstríðið skal stýr­ast av tíðindafólki, tí at flokk­ar og valevni ikki sjálv tíma so frægt sum at taka seg saman at skipa fyri veljarafundum. Gamaní er eitt fólkatingsvalstríð á ong­an hátt líka áhguavert, sum eitt løg­tings­valstríð – men harfrá og at gera so lítið burturúr, sigur kanska nakað um, hvussu stórt virði flokk­arnir sjálvir leggja í hes­ ar sessir. Býta vit flokkarnar heldur hvast upp, so hava vit tveir sam­bands­ flokk­ar og seks fullveldisflokkar, sum stilla upp til valið hesaferð. Og tað fær okkurt at skurra. Um fullveldisvongurin skal ganga í seks bólkum, hvussu er so ætlanin at vinna ljóð fyri føroyskum fullveldi? Hvussu skal fólkið fylkjast um full­veldi, tá politikarar ikki sjálvir megna tað? Fullveldi dividerað seks má verða = samband, ella? fullveldi dividerað seks Um drotningin fer at geva pol­it­ ik­arum ridd­ar­a­ krossar, so verða tað bara teir, sum stuðla Lars Løkke, sum fáa Tá hennara hátign Margreta drotn­ing vitjar, plag­ar hon eis­ini at pynta yms­ar per­ són­ar við ridd­ara­kross­um og øðr­um kongaligum skrúði, ið summ­ir før­oy­ing­ar fegnir pynta seg við. Tó eru tað fólk, sum av hug­sjón­ar­ávum ikki taka í­ móti slík­um heiðuri. Eitt nú tjóð­veldisfólk og javn­að­ar­ fólk – ikki bara í Før­oy­um, men í ørðum londum við. Í Før­oyum vist bara ein javn­að­ar­pol­itikari, sum ikki hev­ur aktað hesa mótstøðu í­móti royalum pynti. Tað var Ják­up Frederik Øre­gaard, sum tók ímóti ridd­ara­krossi á sinni. Og so eis­ini Heðin Mortensen, ið sum sam­ bands­mað­ur bleiv riddari av Danne­brog í 1993 og riddari »af 1. klasse« í 2003 – árið fyri hann bleiv javnaðarmaður. Tí er greitt, at um drotn­ ing­in fer at heiðra føroyskar pol­it­ik­arar við riddakrossi – ella tí sum fínari er, so verða tað bara politikarar, sum stuðla Lars Løkke Ras­mus­ sen, sum verða heiðraðir. Javnaðarfólk – og uttan iva tjóð­veld­is­fólk við – stuðla ikki Lars Løkke, men Helle Thorn­ing. Edmund Joesnen, fólk­a­ tings­maður bleiv »Ridder af Dan­ne­brog« í 1995. Og hann bleiv »Ridder af Danne­ brog af 1. grad« í 1997. Og í 2005 fekk hann »Kom­m­an­ dør­korset«. Skal Ed­mund Joensen heiðrast aft­ur heaferð, fær hann »Komm­ an­dør­kors­et af 1. grad«. Kaj Leo Holm Johannesen bleiv »Ridder af Dannebrog« í 2010. Skal hann heiðrast hesa­ferð, verður hannn »Rid­ der af Dannebrog 1. grad«. Jørgen Niclasen, for­mað­ ur Fólka­floksins, og Annika Ol­sen, lands­stýriskvinna, eru bæði høv­uðs­valevni hjá Fólka­flokkinum til fólka­ tings­val­ið – og upplagdir kandi­dat­ar til ridd­ara­kross­ ar, nú henna hátign kemur. Tí er tað ikki bara vitjanin hjá drotn­ingini sum so, sum á­virkar fólkatingsvalið – men eis­ini ridd­ara­krossar kunnu slóða fyri, at blái vong­ur vinn­ur í øllum førum ann­að fólka­tings­um­boð­ið í Før­oy­um. – Sjálvnandi kann drotn­ ing­in vera so diplomatiskt, at hon ongar krossar letur hesaferð... Riddarakrossar valdagin »Seks vegir til fullveldi« – seks flokkar við somu ætlan? MÁNADAGIN TÝSDAGIN MIKUDAGIN 13-18 m/s 13-18 5-10 13-18 m/s 13-18 5-10 Seinnapart: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi og kanska okkurt æli. Hitn millum 7 og 10 stig. Strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsyningi og ælaveður. Hitin millum 8 og 11 stig. Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og regn ella mjørki av og á. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Lot til andøvsgul av vestri ella av ymsum ættum og yvirhøvur turt, men mjørki í støðum. Hitin millum 12 og 15 stig, men har mjørki legst – um 10 stig. Veðrið mánamorgunin: Ein hitabrúgv vestanfyri Føroyar kemur hendavegin. Veðrið týsnáttina: Fleiri brúgvaløg sunnanfyri Ísland koma hendavegin. Kaj Leo Holm Johannsen er vertur hjá drotnignini líka til val­dagin 18. juni. Man hann eisini verða so heppin, at hann fær ein fínari riddarakfoss frá drotningini?