mánadagur 8. juni 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Estetiskur fimleikur
Pætur Albinus
Eftir trý ára fyrireikingar
og miklum spenningi fór
tað loksins av bakkastokki
leygardagin. Tað, sum er so
ógvuliga óvanligt í smáu
Føroyum. Nevniliga ein HM-
kapping. 480 fimleikarar úr
13 ymiskum londum vóru
savnaðir við og í ítróttarhøll
ini á Hálsi í Havn, har HM
í estetiskum fimleiki varð
hildið.
Høllin á Hálsi var nær
um ikki at kenna aftur
innan. Ríkiligt var sjálvsagt
gjørt burturúr fyri at gera
høllina fúsa at hýsa stóru
kappingini, og við teppi,
stórskermum,
nýggjum
ljós-
og
ljóðviðurskiftum
og pynti annars var høllin
at meta sum ein frálíka
góður karmur um eina HM-
kapping.
Eisini var pláss gjørt fyri
væl fleiri áskoðarum enn
høllin á Hálsi vanliga rúmar.
Tveir stórir nýbygdir áskoð
arapallar syrgdu fyri, at heili
1.130 áskoðarar sótu væl til
rættis, tá ið kappingin varð
sett í gongd kl.13.00 leygar
dagin.
Loksins Føroyar
Hetta var 10. ferð, at Føroyar
luttaka í HM í estetiskum
fimleiki. Føroyar hava áður
bjóðað seg fram sum vertir,
men tað hevur gingið striltið
vegna ivasamt veðurlag og
dýru
gistingarmøguleik
arnar. Tað hildu hini londini,
í øllum førum – men fyri
tveimum árum síðani varð á
aðalfundið avrátt, at Føroyar
í 2015 skuldu standa sína
roynd. Og nú var løtan her.
– Tit eiga nakrar ótrú
liga, ótrúliga vakrar oyggj
ar og sera vinarlig fólk,
segði Aleksandra Tuomala-
Jantunen, sum er forseti í
altjóða estisku fimleikasam
gonguni, IFAGG, tá ið hon
undir setanini hevði orðið.
Hon byrjaði røðu sína við at
siga, at loksins áttu Føroyar
tørn.
Umframt
Aleksandru
Tuomala-Jantunen, so bjóð
aðu Petur Elias Petersen, ÍSF-
forseti, og Elin Heðinsdóttir
Joensen, FFS-forkvinna, væl
komin.
Hin
seinasta
í
røðini
at hava orðið var Katrin
Abrahamsen,
kappingar
stjóri. Hennara boð vóru
stutt, men grein: 16. AGG
World Championship & AGG
Junior World Championship
vóru nú sett.
Væl skipað
Undir setanini bar tað so
týðiliga brá av, at alt var
ótrúliga væl fyriskipað. HM
tykist sum ein stórur biti at
gloypa hjá einum so lítlum
landi sum Føroyum, men er
fyrireikingararbeiðið gjørt
til lítar, so kunnu vit vera við
– og soleiðis var í hesum føri.
Í setanini vóru eisini
nøkur innsløg, ið skuldu geva
teimum tilsamans 600 út
lendingunum í høllini innlit
í føroysku mentanina. Í hes
um sambandi sýndu gesta
fimleikarar fram á gólvinum
samstundis sum Fimm Feitar
Flugur og Xperiment stóðu
fyri sangi.
Fyriskipararnir hava havt
Føroyar
og
serføroyskir
lutir sum tema í markn
aðarføringini av kapping
ini. Eitt nú vóru sangarar í
føroyskum troyggjum og
hjálpargentur í innmarsj
inum í føroyskum klæðum,
meðan heiðursmerkini eru
gjørd av Mikkalinu Glas og
búmerkið er sniðgivið sum
ein loftmynd av Føroyum við
einum estetiskum fimleikara
á.
Tað er at marknaðarføra
Føroyar so væl sum tilber tá
ið somikið góður møguleiki
er fyri tí, og hesa uppgávu
loysti fimleikurin væl um
vegis eina litríka og lívliga
setan.
Bergtakandi støði
Tað var álvari. Talan var eina
HM-kapping, og tað merkt
ist. Øll tey heimskendu inn
an estetiskan fimleik vóru
til staðar. Sigursvanda liðið
Madonna
úr
Russlandi,
heimskendi finski koreograf
urin Antton Laine og mong
onnur við.
Tað mest áhugaverda var
tó, at so nógvar mentanir úr
so nógvum ymiskum londum
runnu saman á hesum fáu
fermetrunum í høllini á
Hálsi. At kalla hvørja ferð tú
sneiddi høvdið, fekst tú eyga
á fólk úr einum nýggjum
landi – ja, fólk heilt úr Kina.
Tá ið fimleikararnir trinu
á gólvið, var støðið bergtak
andi. Støði, vit ongantíð áður
hava sæð í Føroyum, og helst
ikki koma at síggja í mong
Tað tók sína tíð at fáa vertsskapin, men øll ivamál vórðu
kveistrað til viks, tá ið Føroyar um vikuskiftið vóru vertir fyri
HM-kappingini í estetiskum fimleiki. Fleiri enn 300 sjálvboðin
syrgdu fyri, at kappingin var sera væl fyriskipað og at teir 600
útlendsku gestirnir vóru ovurfegnir fyri upplivingina í Føroyum
Stóðu
royndina
sum HM-
vertir