Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 8. JUNI 2015 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Kallsevni TN 340 við Óla Olsen U ndir yvirskriftini »Fiskaðu bert í 17 dagar« skrivar 14. SEP­ TEMBER týsdagin, 29. mai 1956, um Kallsevni, sum hevði gjørt skjót­an túr. Fyrst sigur blaðið, at trol­ ar­arnir báðir Jóannes Patursson og Kallsevni fylgdust heim úr Grønlandi, komu á Havnina sunnudagin, og at Jóannes Patursson, sum hevði um 280 tons, eftir stuttan steðg fór til Klaks­víkar at landa. Kallsevni, ið hevði 360-70 tons, skuldi landa til Baccalao í Havn. Blaðið skrivar eitt nú: »14. SEP­ TEMBER hevði í gjár viðtal við skip­ aran á Kallsevni, Andrias Johanne­ sen, og spurdi hann eftir tíðindum úr Grønlandi. Um fiskiskapin hjá trol­arun­um haruppi sigur Andrias, at hann hevur verið góður. Allir teir før­ oysku trolararnir hava roynt á Frede­ riks­haab-bankanum, og hava teir fingið so væl av fiski, at manningin altíð hevur havt úr at gera. Vit lógu, sigur Andrias, úr 18 upp í 30 tons um samdøgurið, meðan vit vóru haruppi. Vit fiskaðu í 17 dagar og munnu hava inni 360-370 tons. Hvussu royndist skipið, nú tað hevur fingið nýggja maskinu ísetta? spyrja vit Andrias. Ein góðan mun betri, sigur hann. Vit kunnu nú hava fult so góða ferð sum fyrr. Vanliga kunnu vit nú í góðum líkindum sigla 11½ míl. Tá brennir maskinan 10 tons av olju um samdøgurið. Hetta er minni enn fyrr. Vit hava altíð fyrr noyðst at taka olju í Grønlandi, men henda túrin høvdu vit, tá vit komu á Havnina, eini 60-70 tons eftir. Vit hava henda túrin brúkt 8 tons av olju um samdøgurið í meðal. Hetta tal plagdi fyrr at liggja um 10-11 tons. Kallsevni liggur nú og landar, og longu í morgin ætlar Andrias at leggja aftur í havið, upp aftur til Grønlands, har toskurin nú er so nógvur, og tað tí ræður um at fáa hann, meðan hann er. Vit ynskja Andriasi og allari mann­ ingini góða eydnu við ferðini, nógvan fisk og góða heilsu. Hesin túrurin hjá Kallsevni er tann skjótasti, sum hesin trolari nakrantíð hevur gjørt. Teir hava verið burtur í 29 dagar, frá tí at teir fóru av Havnini til tess at teir vóru aftur.« Hin 3. og 4. desember 1992 skrivar Fjúrtandi fródliga grein um Kallsevni TN 340, og vit skulu nevna okkurt burtur­úr: Kallsevni var smíðaður sum korvett á skipasmiðjuni hjá Hall, Russel & Co. í Aberdeen í 1941. Hann var 718, 49 brutto registar tons og hevði eina 1240 hesta guvumaskinu. Pf. Kimbil í Havn keypti korvettina 2. sep­tember 1946, og hon varð umbygt til trolara hjá Brown & son í Leith. Kvívíks-Tummas kom á Havnina við Kallsevni hin 20. apríl 1948. Kvívíks-Tummas førdi Kallsevni árini 1948-1949, og Kristian Peter­ sen úr Vestmanna 1950-1951. Andri­as Johannesen, Andrias hjá Mort­ani í Hvannasundi, fór síðan at føra fiskifarið og var umborð til 1960. Dávur Poulsen av Strondum førdi trolaran av og á hesi árini. Kar­ lot Poulsen av Strondum og Ivan í Gerð­in­um í Vestmanna vóru seinastu skiparar á Kallsevni, sum í 1962 var seldur til upphøggingar í Danmark. Kallsevni TN 340. Andrias hjá Mortani í Hvannasundi førdi trolaran í mong ár. Mynd: Søvn Landsins Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo Myndin hesa vikuna er tikin á Langasandi í Kollafirði miðskeiðis í 50-unum. Hjalgrím Geyti hevði handil og Esso bensinpumpu. Bilurin er ein Vauxhall Velox hýruvognur hjá Jógvani Egholm í Leynum. Á myndini eru f.v.: Jógvan Egholm, Poul Niklái Johansen, sum gevur ben­ sin, Ólavur av Steinum á súkklu, og Jákup Joensen bóndi á Skælingi. Ro­ bert Magnussen hevur tikið myndina, sum er ein góð tíðarmynd frá 50- unum. Vauxhall Velox vórðu framleiddir av Vauxhall Motors í Onglandi í ymiskum útgávum frá 1948 til 1965. Tað var bilasølan P/F Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu, sum umboðaði. Mynd: Robert Magnussen Úr savninum hjá Páll Hellu í Vestmanna SKIPASØGA BILASØGA Vauxhall Velox hjá Jógvani Egholm