mánadagur 8. juni 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 8. JUNI 2015
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sundalagsstevna
Vilmund Jacobsen
Robert Poulsen er formaður í KÍF,
Kollafjarðar Ítróttarfelag, sum eigur
ein stóran leiklut í sundalagsstevnu,
sum nú verður í Kollafirði.
Sjálvur sigur Robert, sum í tveimum
umførum hevur verið formaður í KÍF,
at hann hesaferð ikki hevur havt so
ógvuliga nógv við fyrireikingarnar av
stevnuni at gera, tí hann hevur verið
rættiliga nógv upptikin í arbeiði.
– Tað er serliga ítróttarfelagið,
skótarnir og rossafelagið, ið hava tik
ið sær av stevnufyrireikingunum. KÍF
hevur í fyrsta lagi tann ítróttarliga
partin, tivoli og dansin, umframt
stevnuteitið og hugnakvøldið, skót
arnir skipa fyri midnáttarbáli og tí,
sum hongur uppi í her, og so er tað
rossafelagið, sum eitt nú tekur sær av
ponyríðing.
Kappróðurin
Robert Poulsen sigur, at tað er eisini
KÍF, sum tekur sær av at fyriskipa FM-
kappróðurin, sum er størsta einstaka
tiltak á sundalagsstevnu.
– Tað eru nøkur ár síðan, at okkara
bátar, Kollur og Kollfirðingur, luttóku
í FM-róðri, men í ár er 5-mannafarið
Kollur mannaður við dreingjum.
Hann sigur, at KÍF hevur skipað
eina undirnevnd við fýra persónum, ið
taka sær av kappróðrinum, og ætlanin
er, at tey, sum eru í hesi nevnd, eisini
skulu arbeiða við at reisa kappróðurin
í bygdini aftur á føtur.
Hann sigur, at øll, sum sita í hesi
nevnd, eru gamlir rógvarar, sum hava
stóran áhuga fyri kappróðri.
– Vit hava gott fólk í økinum, sum
áður hava tikið sær av at skipa ein
FM-róður. Talan er bæði um yngri og
eldri fólk, sum hava verið partur av
hesum áður. Tí ivist eg onga løtu í,
at FM-róðurin á sundalagsstevnu er
í góðum hondum, tó at hetta tiltak
krevur nógv hjálparfólk fyri at skapa
røttu og neyðugu karmarnar.
Robert Poulsen vísir á, at tá róð
verður 1000 metrar á Kollafirði, kunnu
tey, sum vilja síggja kappróðurin, fylga
við bátunum eftir bryggjuni ein stóran
part av teininum.
– Tá málið er 1000 metrar, og
bryggjan er einar 400 metrar long,
er greitt, at umstøðurnar at fylgja
við seinnu helvt av teininum eru sera
góðar, sigur hann.
Midnáttarbál og dansur
Formaðurin í KÍF sigur, at eitt tiltak
aftrat kappróðrinum, sum plagar at
savna nógv fólk, er midnáttarbálið við
Missiónshúsið, røða og seinni esini
felagssangur og føroyskur dansur,
sum verður á økinum.
– Hetta tiltak savnar nógv fólk, tá
veðrið er til vildar, og soleiðis vænti eg
eisini, at tað verður hesaferð.
Robert Poulsen væntar eisini, at
nógv fólk verður til stevnudansin,
har Signar í Homrum og Rox fara at
spæla.
– Her fer Cafe Chill eisini at selja
drykkjuvørur, og KÍF fer at selja breyð.
Jú, vit vænta, at hetta verður eitt stórt
og undirhaldandi dansitiltak, sum
nógv fólk fara at leita sær til, sigur
formaðurin í KÍF, sum vegna felagið
bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum
til Kollafjarðar at halda fjarðastevnu.
Kollafjørður eigur
nógv fólk at skipa
fyri kappróðrinum
– Tað eru nøkur ár síðan, at okkara bátar, Kollur og Kollfirðingur, luttóku í FM-
róðri, men í ár er 5-mannafarið Kollur mannaður við dreingjum. Vit fara at
royna at reisa kappróðurin á føtur aftur í Kollafirði, sigur formaðurin í KÍF
Eiler Fagraklett bjóðar nú
fólki inn á gólvið á Signabø at
síggja hansara litfagra heim
Høvi at
vitja lit
fagurt
heim á
Signabø
Seinnapartin sunnu
dagin letur Eiler
Fagraklett heim sítt
á Signabø upp fyri
almenninginum
Vilmund Jacobsen
Sunnudagin verður eitt forvitnisligt
tiltak á skránni á sundalagsstevnu.
Hetta tiltak verður í tímunum frá
klokkan 15 til 18, tá høvi verður
at vitja heima hjá Eileri Fagraklett
– næstan úti á Sperm, sum sagt
verður í stevnuskránni.
– Húsini hjá lokala javnrættis
stríðsmanninum og Altso-luttak
aranum eru eins og húsaeigarin
ikki heilt sum hini.
Í stevnuskránni verður víst á, at
litføgra og øðrvísi heimið hjá Eileri
hevur verið at sæð í Kvinnu og í
øðrum miðlum.
– Men, á sundalagsstevnu fært
tú eisini møguleikan at vitja húsini.
Eiler Fagraklett fer at lata dyrn
ar alment upp fyri fólki, sum eru
áhugað í at síggja eitt heim, ið
brýtur burtur úr tí vanliga.
Adressan hjá Eileri Fagraklett
er Mylnugøta 7, Signabøur.
Robert Poulsen er formaður í Kollafjarðar Ítróttarfelag,
og tað er KÍF, sum saman við skótum og rossafelag
stendur aftan fyri flestu stevnutiltøkini
Vilmund Jacobsen
Tað vóru Guðrið Joensen og Jónvør
Svartá, sum fyri umleið átta árum
síðan lótu upp Cafe Chill í Kollafirði.
Tey fyrstu árini húsaðist kafé’in í
bygninginum, har Atlantic Pane áður
helt til, men í oktober í ár verða tvey
ár liðin, síðan tey fluttu í fyrrverandi
Eik-bankahølini við Sjógv í Kollafirði.
– Vit dagførdu hølini nakað, áðr
enn vit fluttu inn og lótu eina terassu
byggja út í havan. Okkum líkar hesi
hølini væl, og vit halda, at tey eru
betri egnað til okkara virksemi. Hølini
eru hugnalig, og her er ikki so høgt
millum loft og gólv.
Guðrið Joensen sigur, at við tað,
at hølini líka sum venda niðan móti
vegnum, kundu tær báðar ynskt sær,
at hølini vóru sjónligari.
Ymisk viðskiftafólk
Men, á Café Chill lata tey ikki illa at.
– Tað hevur verið eitt sindur aftur
og fram hesi árini. Tey lokalu hava
stuðlað okkum væl, men vit síggja
eisini nógv fólk úr grannabygdum og
øðrum økjum.
Guðrið sigur, at nú sundalagsstevna
verður, fara tey eisini at gera burtur úr
á Cafe Chill.
– Fríggjadagin á sundalagsstevnu
verður opið frá klokkan 17 til 04,
og soleiðis verður eisini leygardagin.
Báðar dagarnar verður køkurin opin
frá klokkan 17 til á midnátt.
Guðrið sigur, at stevnudagarnar
fara tey eisini at hava ein stevnu-búff,
sum er skorin av oksafilet, og her eru
eisini grønmeti, kips og piparsós við.
– Hesar dagar hava vit eisini tað, vit
vanliga plaga at hava í matarskránni,
soleiðis at fólk eisini kunnu keypa
okkurt “lættari”, um tey ynskja tað.
Hon vísir á, at Café Chill eisini
selur pizza, og her bjóðar kafe’in sær
at lata viðskiftafólki pizza út við, tá
latið verður aftur um 04-tíðina báðar
stevnudagarnar.
Quiss og tónleikur
Café Chill ger eisini eyka burtur úr á
stevnuni.
– Fríggjakvøldið klokkan 21 verður
ein “saftig” stevnu-quiss, og klokkan
23.30 verður livandi tónleikur við
Signari í Homrum og John Johansen.
Guðrið sigur, at Café Chill hevur
havt fult skeinkiloyvi øll árini síðan
byrjan, og her fæst soleiðis mangt
leskandi.
– Vit hava umleið 40 sitipláss á
kafé’ini, og fólk eru hjartaliga væl
komin inn á gólvið, leggur hon aftrat.
Tey, sum vilja vita meira um kon
septið hjá Café Chill í Kollafirði, kunnu
eisini hyggja inn á facebook-síðuna
cafee chill.
Café Chill ger burtur úr sundalagsstevnu