Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 24 • 8. juni 2015 14 Ókeypis lýsingarblað Vinningar fyri 100.000 krónur Tað er einki at ivast í, at Gylta Vikukvissin er ein gyltur møguleiki at vinna annaðhvørt eitt viku­ skiftis­uppihald í Reykjavík ella eitt av mongu gávu­kortunum, ið eisini verða burturlutað. Vinningarnir eru nógvir í tali, tí umframt teir til­samans átta ferðaseðlarnir til Reykjavíkar við uppihaldi við Atlantic Airways, so eru eisini um­ leið 250 gávukort at vinna. Tilsamans hava vinningarnir eitt virði fyri oman fyri 100.000 krónur. Átta lesarar av landinum Høvuðsvinningarnir í Gyltu Vikukvissini eru sum áðurnevnt teir átta ferðaseðlarnir til Reykjavíkar umframt hoteluppihald í høvuðsstaðnum fyri vestan. Reykjavík er í dag ein ógvuliga nýmótans býur, sum veruliga hevur fótað sær aftur eftir stóru kreppuna í Íslandi fyri fáum árum síðani. Uttan mun til, um man ætlar sær at fara ein shoppingtúr ella bara eitt uppihald, har man tekur sær av løttum, so hevur Reykjavík alt, ið ein kann hugsa sær. Í Gyltu Vikukvissini fara vit hvørja viku hesar fýra vikurnar at trekkja lut millum lesararnar um eina ferð fyri tvey til Reykjavíkar við hotel­ uppi­haldi við Atlantsflog í summar. Sostatt eru tað tilsamans átta lesarar, ið vinna eina ferð til Íslands. Hvussu ger man? Men hvussu ger man so, um man ætlar sær at vera við í kappingini? Jú, tað er ógvuliga einfalt. Niðanfyri standa tríggir ymiskir spurningar, ið vísa til seinasta Vikublað, ið bleiv borið út í hvørt hús í landinum seinasta mánadag. Allir tríggir spurningarnir verða svaraðir við einum síðutali. Um svarnini til dømis eru síða 7, 14 og 22, so skal eitt SMS við svar­ inum Kviss 7 14 22 sendast til 1940. Kostnaðurin er 10,- krónur fyri SMS umframt van­ligan sms- takst. Millum øll innkomnu svarini, ið eru røtt, verður síðani drigið lut um eitt vikuskiftisuppihald í Reykjavík við Atlantsflog, og harafturat verða eisini um 60 gávukort burturlutað hvørja viku. Spurningar úr Vikublaðnum 1. juni 2015... Spurningarnir hesuferð Ferðaseðlarnir og gávukortini kunnu ikki umbýtast við reiðan pening. Allir vinnarar fáa persónlig boð frá VikuBlaðnum, umframt at hetta eisini verður kunngjørt í blaðnum. Tað kostar kr. 10,- umframt vanligan takst fyri hvørt svar, sum virkar sum ein lutaseðil. Bæði Føroya Tele og Vodafone kundar kunnu luttaka, og tað ber til at senda fleiri sms frá sama nummari. Seinasta freist at senda sms inn er hósdag klokkan 12, sum Vikublaðið er borið út mánadagin frammanundan. Starsvfólk hjá Miðlahúsinum kunnu ikki luttaka í kappingini. Kappingin varar í fýra vikur 1. umfar var 18. mai og síðsta umfar verður tann 8. juni 2015. Hvørja viku eru tríggir nýggir spurningar í VikuBlaðnum, har tú skalt finna trý síðutøl. Svarini finnast onkustaðnis í blaðnum frá vikuni frammanundan. Hvørja viku tær fýra vikurnar er lutakast millum innkomnu røttu SMS-boðini um eina ferð fyri tvey til Reykjavíkar við hoteluppihaldi við Atlantic Airways. Vinnararnir skulu brúka vinningin í summarferðaætlanini hjá Atlantic Airways. Gist verður á einum av fýra møguligum gistingarhúsum hjá Centerhotels í Reykjavík. Somuleiðis verða tilsamans fleiri enn 200 gávukort á 250,- krónur frá lýsarum okkara burturlutaði millum røttu SMS-boðini. Seinasti møguleiki at vinna Stóra kappingin – Gylta Vikukvissin – sum hevur verið í Vikublaðnum seinastu vikurnar, endar í dag, og soleiðis eru eisini seinastu spurningarnir í kappingini við í blaðnum í dag, sí niðanfyri... Dømi: KVISS 12 34 56 T.e. síða 12, síða 34 og síða 56. Minst til millumrúm millum KVISS og tølini Kostnaðurin fyri hvørt sms boð er 10,- kr. + vanligan boð-takst Seinasta freist at luttaka hesa vikuna er hósdagin kl. 12.00 Gávukort 2015 Gávukort 2015 Gávukort 2015 KVISS 12 34 56 til 1940 Dømi: Á hvørjari síðu í seinasta Vikublaðnum ber til at lesa um ræning av eggum í Lonini í Sandoynni? Á hvørjari síðu í seinasta Vikublaðnum ber til at lesa um nýggja skýlið, sum nú verður bygt við Løkin í Runavík? Á hvørjari síðu í seinasta Vikublaðnum ber til at lesa um børn í Sjóvar kommunu sum fangaðu krabbar í fjøruni?