Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 8. JUNI 2015 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ »Tú skalt busta tenn, hvørja ferð tú vaskar hendur…« ljóðaði einaferð ein barnasangur. Men, hvussu nógv skulu vit í veruleikanum busta tenninar? – Vit skulu í øllum førum busta rættiliga nógv, um vit vilja halda tenninar frískar, men tað er helst ov nógv at busta, hvørja ferð vit vaska hendur. Tað sigur Elisabeth Gregersen, forkvinna í Dansk Tandplejerforening. Hon vísir á, at undir vanligum umstøðum er passandi at busta tenninar tvær ferðir um dagin. – Hevur tú onkra sjúku ella tekur tú heilivág, kann tað gerast neyðugt at busta tenninar oftari. Elisabeth sigur, at vanliga verður mælt til at busta morgun og kvøld, men hon heldur ikki, at nakað »magiskt« er við júst hesum tíðarskeiðum. – Arbeiðir tú skeivar tíðir á samdøgninum, kanst tú saktans flyta bustingina, soleiðis at hon passar inn í tína dagrútmu. Sjálvt um tað ikki hevur nakran serligan týdn­ ing, nær á degnum tú bustar, hevur tað størri týdning, um tú ger hetta í samband við máltíðir ella ei. – Ymiskar matvørur hava eitt lágt ph-virði sum merkir, at tær eru ”súrar” í kemiskum skili. Vørurnar smakka ikki neyðturviliga súrar, men kunnu vera tað kortini. Coca Cola, víngummi, frukt­saft og súltaðar reyðrøtur eru súrar í kem­ iskum skili. Hon sigur, at felags fyri hesar matvørur er, at tær niðurbróta verjandi lagið av emalju sum dekkar tenninar. – Beint eftir, at tú hevur etið og drukkið eitt hvørt við lágum ph-virði, er emajlan á tonnunum eyka bleyt. Bustar tú tenninar tá, kanst tú sakt­ ans busta ein part av emaljuni burtur, sigur Elisa­beth. Hon vísir á, at emaljan verður ikki gjørd av nýggjum, og tí er tað so týdningarmikið at ansa væl eftir henni. – Bíðar tú ein tíma eftir máltíðina, áðrenn tú bustar, er emaljan hesa løtu vorðin harðari aftur, og tá skuldi hon ikki tikið skaða av bustingini, sigur Elisabeth Gregersen. Hon leggur aftrat, at tað heldur ikki er gott at busta tenninar beint fyri máltíðina, tí tann­ bustingin tekur burtur eitt annars verjandi lag, kallað »pelliklen«, sum verður gjørt av spýtti, og hetta skal helst hava stundir til at endurbyggja seg, áðrenn tú etir. Endurbyggingarprosessin tekur bara nakrar fáar minuttir. Niðurstøðan hjá Elisabeth er, at í staðin fyri at busta tenninar í tíð og ótíð, er tað nógv týdn­ ingar­miklari at busta tenninar væl og effektivt. Tað er heimasíðan www.helse.dk, sum er kelda til hesa greinina. vilmund@sosialurin.fo Busta ikki tenninar í tíð og ótíð Í staðin fyri at busta tenninar í tíð og ótíð, er tað nógv týdningarmiklari at busta væl og effektivt TOXAN PLENUREINSARI 1 ltr. 6540 (skaðar ikki grasið) 25900 FLORAGARD MOLD TIL GRASPLENU 40 Ltr. 7900 BORUP SNIGLAGIFT 400 gr. 9900 VILLA GRASFRÆ 2.5 KG 18900 TRIM ÍMÓTI MOSA 3,5 kg. 17800 TRIM PLENUTØÐ 7,5 KG 23900 ZINCK LYSBRO PLENULUFTARI 505 Skerur seg ígjøgnum mosa og mold, og gevur ilt til grasrøturnar. 34900 239 23900 00 900 00 178 17800 00 Bygma Balslev - Vegurin Langi - tel 34 50 00 - www.balslev.fo - balslev@balslev.fo SUMMAR Sórt úrval á balslev.fo 79 7900 00