Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 8. JUNI 2015 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Funnu gamla bumbu í Køln Fólkatalið á Tvøroyri minkað mest Fólkatalið á Tvøroyri er minkað við 569 fólkum síðan 1990 20.000 fólk vóru flutt burtur, tá ið bumban frá seinna heimsbardaga kom undan kavi í Køln í farnu viku Hagstova Føroya hevur gjørt yvirlit yvir gongd­ina í fólkatalinum í Føroyum síðani 1990. Uppgerðin vísir, at í tali hevur Tvøroyri ver­ ið fyri størstu minkingini í fólkatalinum hesi 25 árini. Í 1990 búðu 1392 fólk á Tvøroyri, men síð­ani er fólktalið støðugt minkað, og á árs­ skiftinum í ár búðu 823 fólk á Tvøroyri. Stóra minkingin var frá 1990 til 2010, og síðani er fólkatalið kvinka uppeftir aftur. Verða øll búplássini í Tvøroyrar kommunu tikin undir einum hevur gongdin verið, at fólka­talið hesi 25 árini er minkað við 381 fólk­um. Hetta kemst av, at fólkatalið í Froðba og í Trongisvági er vaksið við samanlagt 196 fólk­um. Mikudagin í farnu viku var ein stór bumba frá seinna heimsbardaga funnin í norðara parti av týska býnum Køln. Bumban var eitt tons til støddar og kundi gjørt stóran skaða, um hon brast. Umleið 20.000 fólk vóru flutt burtur frá økinum, meðan myndug­leikarnir gjørdu bumbuna óskaðiliga. Millu­m tey, sum vórðu rakt av evakueringini, vóru fólk á ellisheimi, skúlabørn og og ein djóra­ garður. Eisini vórðu vegir stongdir, og tok- og flog­ferðsla í økinum vórðu steðgað. Tað kemur javnan fyri, at tað verða funnar bumbur og aðrar leivdir frá seinna heimsbardaga í Týsklandi. Teir sameindu tveittu milliónir av bumb­um niður yvir Týskland, og langt frá allar bumb­urnar brustu. Staravegur 5 · tórShavn · tlf: 319220 BESTA BÁTAMÁLING TIL TÍN FRÍTÍÐARBÁT FRÁ StØrSta MÁlIngafraMleIÐara Í SKanDInavIa Kann nýtast til allar bátar sum sigla upp til 50 sjómíl um tíman 0,4 L AQUALINE VK • Nýggj generatión av sjálvpolerandibotnevni til drevið í bátinum. • Optimal verja ímóti gróðri. • Dekkar sera væl. 2,5 L NONSTOP VK • Besta sjálvpolerandi botnmáling á marknaðinum. • Optimal verja ímóti gróðri. • Dekkar sera væl. 0,5 L MARINE RUBBING • Ekstrem góð og kraftig flótandi spesialrubbing til at taka burtur skeinur, oxidering, skitt og truplar plettir. • Til polering af gelcoat og flatum ið eru viðgjørdar við 2-komponent máling. • Gevur ein heilt serligan glans við upprunalitinum. • Er lætt at arbeiða við og gevur eitt sera gott úrslit. 0,5 L HARD WAX • Unik nanotøkni baserað upp á flótandi voks, sum er sergjørt til nýtt og/ella heilt reint undirlag. • Gevur ein djúpan háglans og verju upp til 12 mánaðir. • Kann nýtast á undirlag, ið er viðgjørt við 2-komponentari máling. 199,- 299,- 439,- 1198,-