Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-08, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juni 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 8. JUNI 2015 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Leiðari á trimum stovnum – Eg hevði hug at royna okkurt nýtt innan mítt yrki. Tá so eitt leiðarastarv var tøkt, helt eg hetta vera eina sera spennandi avbjóðing, sigur Kari Petersen Fyri stuttum gjørdi Tvøroyrar kommuna av at leggja Mýrifípuna, Sóljuna og Smæruna saman í eitt umsitingarligt øki, og í tí sambandi varð lýst eftir einum leiðara. – Nú er tað so greitt, at Kari Petersen hevur fingið starvið. Tað veit Tvøroyrar kommuna at siga. Kari varð liðug sum námsfrøðingur í 2003. Hon arbeiddi sum varaleiðari í Vøggustovuni við Velbastaðvegin í Havn, til hon í 2006 flutti til Tvøroyrar, har hon hevði fingið starv sum náms­ frøðingur í einum stuðulstoymi, sum júst tá var sett á stovn. Tvøroyrar kommuna veit at siga, at hetta toymið hevur ment seg til eina námsfrøðiliga ráðgeving hjá kommununi. – Her hevur Kari veitt starvsfólkunum í dagrøktini og á dagstovnaøkinum námsfrøðiliga vegleiðing og ráðgeving í mun til teirra arbeiði við børnum.   Tað námsfrøðiliga Spurd, hví hon valdi at søkja leiðarastarvið, nú hetta varð lýst leyst, sigur Kari Petersen, at hon hevði hug til at royna okkurt nýtt innan hennara yrki. – Tá so eitt leiðarastarv var tøkt, helt eg hetta vera eina sera spennandi avbjóðing. Starvs­lýsingin eftirlýsti eisini fólki, ið veruliga brennur fyri tí námsfrøðiliga, og tað geri eg. Kari Petersen metir seg hava nakað at geva stovn­inum og er sera spent uppá uppgávuna og nýggju avbjóðingina. Starvið er sett til at byrja 1. juli, og dag­liga arbeiðsplássið hjá leiðaranum verður barna­ garðurin Mýrifípan í Trongisvági. Kari Petersen, sum nú hevur fingið leiðarastarv á Tvøroyri, gjørdist námsfrøðingur í 2003 Telefon 441018 Royn teir lættastu renniskógvarnar SKECHERS sjálvandi Vitja okkum á Facebook og síggj stóra úrvalið Kom til okkum, ella ring, og fá góða vegleiðing til hvørjir eru teir røttu til tín.