mánadagur 8. juni 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 8. JUNI 2015
24
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Marius
Ziska á
Summar
Festival
Nýggj bók um
Lisbeth Salander
10 ár eftir rithøvundin Stieg Larsson doyði,
kemur nýggj skaldsøga í Millenium røðini
Træ tríggjar bøkurnar um journalistin Mikael
Blomkvist og teldusníkin Lisbeth Salander eru
komnar út á 30 málum og eru seldar í 75 milli
ónum eintøkum. Børkurnar eru gjørdar til film
– bæði í Svøríki og í USA.
Svenski rithøvundn Steig Larsson skrivaði
bøkurnar, men fyri 10 árum síðani doyði hann
brádliga fimmti ára gamal.
Hóast rithøvundin av bókunum er farin, kem
ur nýggj bók í Millenium røðini út 27. august.
Familjan hjá Steig Larsson hevur heitt á David
Lagercrantz um at skriva nýggja bók um Lisbeth
Salander og Mikael Blomkvist. Bókin kallast
»Tað sum ikki drepur okkum«.
Eva Gabrielsson, sum livdi saman við Steig
Larsson, men ikki arvaði nøkur rættindi hjá
honum, er ímóti, at bókin kemur út. Hon heldur,
at Lagercrantz hevur ongar fortreytir fyri at yvir
taka persónarnar hjá Steig Larsson og skrivað
nýggjan skaldskap um teir.
Pápi og beiggjar hjá Steig Larsson siga í
einari fráboðan, at teir við nýggju bókini vilja
halda lív í Millenium røðini, og teir halda, at júst
David Lagercrantz er rætti maðurin at gera tað.
Dugnaligi sangskrivarin
og bólkur hansara
spæla á landsins størsta
tónleikatiltaki
Hans Marius Ziska telist millum dugnaligstu
føroysku sangskrivararnar, og tónleikurin hjá
honum er høgt í metum bæði heima og burturi.
Hans Marius kom fram sum tannáringum í
bólkinum Flux, sum luttók í Prix Føroyum. Bæði
tá og nú hava frálíku løgini hjá honum verið í
miðdeplinum í tónleikinum, hóast tónleikaliga
úttrykkið er broytt nógv síðani aldarsskiftið.
Marius Ziska kann metast sum singer/song
writer, hóast tónleikurin flytur seg millum fleiri
sjangrur. Hans Marius hevur eina framúr góða
rødd, sum veruliga ber tónleikin og úttrykkið hjá
bólkinum.
Marius Ziska spælir javnan uttanfyri Føroyar,
og her heima leita nógv fólk til hansara fram
førslur.
Marius Ziska verður við á Summar Festi
valinum, sum verður hildin í Klaksvík í døgunum
frá 6. til 8. august.
Skóhornið
Bøgøta 4 Tlf 321326
1300,-
1000,-
www.skohornid.fo
ECCO - Contoured
ECCO - Turino