mánadagur 8. juni 2015síða 54
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 8. JUNI 2015
30
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Tey, ið hava hug at taka sær av hesum fyri
kommununa, eru vælkomin at bjóða seg fram.
Tvøroyrar kommuna ynskir, at tilboðini upp
á ávikavist grassláing og reinhald vera skild
sundur, men fólk kunnu antin bjóða upp á
bæði – ella bara upp á annað.
Tá ræður um grassláing eigur kommunan
umleið 14.000 fermetrar í 43 ymiskum pett
um, harav 16 – ella 4.160 fermetrar – eru í
økinum við skúlan í Trongisvági, meðan 21
– ella 5.405 fermetrar – eru í miðbýnum á
Tvøroyri.
Haraftrat eru umleið 4.031 femetrar í
kirkjugørðum og 755 fermetrar kring tríggjar
minnisvarðar.
Í útbjóðingartilfarinum sæst, hvussu ofta
økini skulu sláast í tíðarskeiðnum frá juni til
august.
Í miðbýnum á Tvøroyri snýr tað seg um
at lúka ókrút og annars vanligt reinhald av
vegum, gongubreytum og almennum økjum í
summarmánaðunum.
Tilboðið upp á reinhald snýr seg ikki um
grassláing og sóping sum so av koyribreytum,
men Tvøroyrar kommuna sigur, at talan tó
kann vera um at sópa gongubreytir eftir tørvi.
vilmund@sosialurin.fo
Tað grøna verður boðið út
Tvøroyrar kommuna bjóðar nú út grassláing á kommunalum økjum
í kommununi og ávíst reinhaldsarbeiði í miðbýnum
vit hava opið soleiðis:
Mánadag til hósdag 11:00 - 22:00
Fríggjadag og leygardag 11:00 til 04:00
síggjast!
Finnur koba
eyðun nolsøe
Fríggjakvøldið 12. juni Frá 24-04
livandi tónleikur við
leygarkvøldið 13. juni Frá 24-04
livandi tónleikur við
Tvøroyrar kommuna bjóðar nú út alt tað grøna
og reinhald av býnum í summarmánaðunum
Nýggj café latin upp í Sørvági
Vit bjóða m.a.
kaffi /te, køkur, dagsins
rætt, bagels, búff og laks