mánadagur 8. juni 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 8. JUNI 2015
36
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Lærarar og næmingar hava leingi havt ynski um at fáa
betri umstøður til spæl í skúlagarðinum á Strondum.
Á seinasta kommunustýrisfundi tók Sjóvar kommuna
av einum tilboði frá Sp/f Innspark um ein multivøll, sum
verður 13x21 metrar - fyri 600.000 krónur at gjalda yvir
tvey ár.
Endamálið við multivøllinum, sigur Sjóvar kommuna
er, at fáa fleiri næmingar út í skúlagarðin at røra seg,
at vaskin og børn fara at brúka skúlagarðin meira eftir
skúlatíð, at skúlagarðurin verður brúktur sum partur av
ítróttarundirvísing, eins og endamálið er at skapa størri
áhuga fyri breiddarítrótti.
- Haraftrat er endamálið at skapa eitt gott og sosialt
umhvørvi í skúlagarðinum, eins og sæð verður fram til,
at skúlagarðurin verður eitt samlingsstað - eisini eftir
skúlatíð, sigur Sjóvar kommuna.
Strandingar
fáa multivøll
Einki er sum seiðaknetti
Um lítil toskafiskur er at
fáa, er líkt til, at seiður
fæst fram við landi
Á facebook-síðuni – Nólsoy Nú & Tá – hava í
seinastuni ligið myndir av seiðarúgvum, sum
menn hava fingið á runddorg fram við landi.
Nøkur kvøld herfyri fekk ein bátur umleið
300 pund av seiði, og nøkur kvøld seinni fekk
ein annar bátur eisini eina stóra rúgvu av seiði.
Seiður er góður til knetti og frikadellur, og
tað eru tey, sum dáma seið betri enn annan fisk.
Stoktur seiður og seiðalivur plagar eisini at
hildnast, og hetta er rættiligt guff hjá mongum.
Eftir at Ivan Holm og Edmund Hansen høvdu
verið við runddorg og høvdu fingið nógvan
seið, fór Ivan morgunin eftir at gera knettir og
frikadellir saman við Severin Danielsen.
Á myndini er Ivan Holm á veg til hús við stór
um fati og stórum vælsmakkandi knettum við
nógvari tálg.
Menn duga eisini at gera knettir og
frikadellir. Meistarar eru Ivan Holm
(mynd) og Severin Danielsen
Stiðjagøta 10 · Tórshavn · Tel. 35 38 97 · weihe@weihe.fo
ANNIJANNI
Tá hugurin er
til okkurt søtt
Hvønn dag bakar Róin alskyns køkur og dessertir
• Njót í Kaffihúsinum, saman við einum kaffimunni
• Keyp heim við til heimahugna
• Bílegg til serlig høvi
Bryggjubakki 14 • Tórshavn • Tel. 358787 • www.kaffihusid.fo