mánadagur 8. juni 2015síða 66
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 8. JUNI 2015
42
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Havi lyndi at lova meg til for nógv
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Praktisk, glað og tað man kallar
»sosialt-introvert« hehe...
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
Eigi ongan bil, men láni babbasa VW passat
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Keypti eina brúkta iPhone 4s, tí mín Samsung
brotnaði – mær dámar betur Samsung
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Tað sum eg altíð minnist best á eru fjalla
túrar og útferðir við vinfólkum/familju.
Sjálvandi er G! eisini eitt hæddarpunkt
hvørt ár – kanska serliga tað árið, tá
sjeikurin mátti hálað meg frá G! tí eg
hevði verkir, men vildi ikki innrømma tað,
loksins fekk hann togað meg lippandi til
Havnar. Og lukkutíð, ikki meira enn komin
til Havnar, fóru vit beint á føðistovuna,
og okkara elskaða Ria bleiv fødd.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
»Minnist meg rætt« ella »tak
meg ikki í tí....men«
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Góða útstráling og tað elskuliga í persóninum
– tað sum fær ein at blotna og smílast
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Onki er so gott sum eitt gott borðspæl
saman við vinum – ein fløska av víni
ella øl afturvið er ikki at forsmáa!
HVAT STRESSAR TEG?
Tá onki hendur, tískilt havi eg lyndi at
lova meg til for nógv, tað stressar meg
eisini hehe... má finna ein millumveg.
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Alt við karry!!
HVAT GLEÐIR TEG?
At sleppa at ferðast – at ferðast ER at liva!
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Hmm... føli ikki, eg gangi runt og ynski
mær nakað sum so. Eg havi tað mær
tørvar og fari eftir tí, eg vil hava, um
tað letur seg gera væl at merkja.
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Eg lesi politikk og umsiting á Fróðskapar
setur Føroya og stilli upp fyri Fram
sókn til komandi løgtingsval.
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA
INNAN JÚST HESA
VINNU ELLA ØKI?
Eg prøvaði ymiskar útbúgvingar, uttan at
finna mína hill. So endaði eg onkursvegna
her, og hetta er tað. Viðvíkjandi Framsókn,
so varð eg spurd, um eg hevði áhuga at
vera við. Eg fann skjótt útav, at hesin
flokkurin var tann mest spennandi,
framskygni og nútímans flokkurin vit
hava, so tað er onki at ivast í, at har
fann eg eina hill afturat at standa á.
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN Í STARVINUM?
Har hendir kanska ikki so nógv »laugh
out loud« festiligt bæði í skúlanum og í
politikkinum. Men tað er avgjørt stuttligt
at hava møtt so nógvum fittum, áhuga
verdum fólkum, sum tíma at gorra um
tey somu tingini, sum ein sjálvur tímir
– nógvar læruríkar og góðar samrøður.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Elski lekkran melidiøsan-melankolskan-
popp tónleik. Fyri at vera erlig, so lurti
eg ikki serliga nógv, dámi betur at
hava onkran dokumentar í bakgrundini
ella ljóðbók ella bara frið.
HVAT ER BESTA UPP
FINNINGIN OG HVÍ?
Havi ofta sagt, at karry er tað besta. Har
má tó vera okkurt smartari enn tað, so sum
internetið, rúmdarfarið ella elbilar. Men
karry er altso ikki at kimsa at! Hehe...
HVAT ER BESTA ÍLØGAN,
TÚ HEVUR GJØRT?
Eina feita súkklu eg keypti síðsta summar.
Eg havi stórar planir fyri meg og súkkluna
– um at gera langar túrar bæði í Føroyum
og uttalands. Ljóðar heilt romatiskt!
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Tja...havi onki heimaráð sum so, men
plagi at siga, um nøkunlunda skil er í
økonomi'ini, so plagar restin at orðna seg...
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Plagar at vera nógvar vepsur um summarið :/
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Farið eitt lestrarskiftis ár onkrastaðnis langt
vekk og tikið framiljuna við....okkurt sóðarit.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Farið á eina drúgva fjakkingarferð við
familjuni. Keypt eitt hús.... eg veit ikki...
Syrgt fyri at familja og vinir høvdu tað gott.
Goymt nógv til góð ellisár kanksa? hehe
HVAT ER BEST VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Alt er eitt sindur nemmari her, hugsi eg.
Trý pør av ommum og abbum, sum hjálpa
ógvuliga væl við at ansa dóttrini. Í skúlanum
fær man eitt betri samband við læraran enn
nakra aðrastaðni, vil eg pástanda. Tað er
eisini væl styttri frá har man er, til har man
vil vera – er mín næsti pástandur. Man er
ein út av nøkrum fáum. Í mun til aðrastaðni,
har man er ein útav av fleiri milliónum
– ein meyra í meyrutúgvuni, ella so.
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Hevði ynskt, at eg kundi verið lesandi altíð,
men den går ikke. So vónandi havi eg okkurt
starv, har eg framvegis kann læra nógv. Ætli
mær tó at ganga á lívsins skúla altíð hehe...
Ása Hammershaimb Christiansen
At ferðast
ER
at liva!
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUA