Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Føroyska fólkatingsumboðanin fer ikki at ávirka valið av stjórn í Dan­ mark. Í øllum førum ikki sam­bært veljarakanningini, sum er kunn­ gjørd her í blaðnum í dag, tí sam­ bært henni, so verða Sam­bands- og Javn­að­ar­flokk­urin aft­ur­valdir á fólkatingsvalinum. Fyri tað kunnu bæði Edmund Jo­ en­sen og Sjúrður Skaale hvør sær ger­ast 90. atkvøðan, sum skal gera av, um danir skulu hava reyða ella blaá stjórn. Hóast dagsins kanning gevur sama úrsliti, sum kanningin, ið varð kunngjørd í Sosialinum 27. apr­ íl, so hava Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin kortini skift um pláss við tað, at Sam­bands­flokk­ur­ in nú er størsti flokkur. Sam­bands­ flokk­ur­in fær 26,1 prosent – í mun til 26,9 í seinastu kanning og 30,8 pro­ sent á seinasta vali. Javnaðarflokkurin hevur ligið væl fyri í øllum veljarakanningum sein­astu tvey árini, har hann hev­ ur verið størstu hvørja ferð. Eis­ini í seinastu veljarakanning, tá hann fekk 28,8 prosent. Men hesa­ferð missir hann eitt sindur av fram­ gongd­ini sambært kanningini, men hev­ur tó nóg mikið til at vinna ann­ an mannin. Hinvegin hava Tjóðveldi og Fólka­flokkurin trupulleikar av at vinna seg fram á Sambandsflokkin og Javn­að­ar­flokkin. Søguliga sæð, so hava Fólka­flokk­ ur­in og Tjóðveldi fyrr mótmælt fólk­ a­tingsvali við als ikki at stilla upp. Hóast tann tíðin er farin fyri nógv­ um árum síðani, so eru tað fram­ vegis fleiri veljarar hjá teimum, sum ikki fara á fólkatingsval. Eisin tað at Høgni Hoydal á flokstingi hjá Tjóð­ veldi atkvøður ímóti, at Tjóð­veldi stillar upp, ber boð um ein flokk, sum ikki meinar tað í fullum álv­ara, at hann skal stilla upp til fólka­tings­ val. Serliga Tjóðveldi hevur ført seg nógv fram við, at flokkurin stillar upp fyri at arbeiða fyri málinum hjá flokkinmu at loysa Føroyar úr danska ríkinum. Flokkurin vil ikki gera mun á, um tað verður Løkke ella Thorn­ing, sum stýrir í Dnamrkar. Um so er, at sjálvstýrisflokkarnir allir meina tað sama, so kundu teir eins væl stilla upp saman. Um vit í­mynda okkum, at Tjóðveldi, Fólka­ flokk­urin og hinir smáu stillaðu upp á sama lista, so kundu teir vunnið báð­ar sessirnar á Fólkatingi. Tankin er tó hypotetiskur, tí ó­semj­ur­nar eru alt ov stórar til tess. Tí verður valið um teir báðar sess­ir­ nar á fólkatingið eitt løgið val, har velj­arar hjá øllum flokkum ikki tíma eins væl á val – uttan so, at støðan mill­um Føroyar og Danmark gjørdist eins spent og fyri 20 árum síðani. Men einki er, sum bendir á,a t so fer at verða. Tí hava Sambandsflokkurin og Javn­að­arflokkurin fyrimun til fólka­tings­val. Sambands- og Javnaðar­ flokk­ur hava fyrimun vilja hava meira av tí sama Um­ hvørvi og vistfrøði viga nógv Tíðindi síða 33 Vilja vísa býin fram Mentanarnátt Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Rás2 sendir bein­leiðis frá al­mennari val- orr­ustu millum mót­pol­ar­nar í før­oysk­um pol­i­ tikki hóskvøldið Hóskvøldið klokkan 20:30 verð­ur politisk hólm­gonga í sam­bandi við fólka­tings­ val­ið, tá Jørgen Niclasen úr Fólka­flokk­i­num, og Sjúrð­ur Skaale úr Javn­að­ar­flokk­i­ num bresta saman. Tiltakið er alment, og verð­ur í Perluni í Havn - mill­ um Reinsaríið og Miðla­húsið. Lætt og óformligt Tað eru Fólka- og Javn­að­ar­ flokk­ur­in sum hava tikið stig til til­takið, og ætlanin er, at kjakið skal vera óformligari - og vón­andi skemtiligari - enn teir meiri skipaðu og stívu and­glett­arnir, sum eru í sjón­varpinum. - Valstríð missa sítt undirhaldsvirði, tá tey bara fara fram innan sjónvarpsins føstu og stívu karmar, har ein vertur við harðari hond stýr­ir hvat tosast skal um - og hvussu leingi. - Hóskvøldið verður karm­ur­in meira leysur, og kamp­han­ar­nir skulu svara bein­leiðis uppá álopini hvør frá øðrum, eins og fólk úr sali­num kunnu seta teimum hvassar spurningar, siga fyri­ reik­ar­ar­nir. Dyrnar í Perluni lata upp klokk­an 20:00, tá ein kaffi­ munn­ur og okkurt annað verð­ur at fáa. Tann politiski hana­kamp­ urin varðir í ein tíma - frá 20:30 til 21:30. Jørgen og Sjúrður besta saman hóskvøldið TÝSDAGUR MIKUDAGUR HÓSDAGUR 15-20 m/s 6-11 10-15 15-20 m/s 6-11 10-15 Seinnapart: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og ælaveður. Hitin millum 9 og 12 stig. Gul til stívt andøvsgul av útsyningi og regn ella mjørki av og á. Hitin millum 9 og 12 stig. Lot av útsynningi ella av ymsum ættum og regn ella mjørki av og á. Hitin millum 8 og 10 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fleyr til gul av landnyrðingi og eystri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 10 og 14 stig. Veðrið týsnáttina: Fleiri brúgvaløg yvir Íslandi koma hendavegin. Veðrið mikunáttina: Brúgvaløgini við Føroyar standa mestsum í stað. Mótpolarnir í føroyskum politikki, fólkafloksformaðurin Jørgen Niclasen og javaðarmaðurin Sjúrður Skaale bresta saman í politiskum orðaskifti hóskvøldið