Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 22 Sosialurin Eirikur Lindenskov Fara vit langt aftur í tíðina, so varð gamla Havnin býtt sundur í tveir býarpartar, »heima í Havn« og »úti í Havn«. Býarparturin »heima í Havn« hevði sín miðdepul í Gongini. Hann røkk frá Doktaragrund niðan á Húsabrúgv – millum Reynið og Havnará. Býarparturin »úti í Havn« var býarparturin úti á Tinganesi, har handilin, kirkkjan, prestaskúlin og Látínskúlin var. Leita vit aftur 17. øld, so var Havnin ein ógvuliga lítl býur, sum lá fyri tað mesta í millum – ella uttan fyri tær báðar áirnar, Havnará, sum í dag rennur undir Áarvegnum, og Mylná, sum undir Mylnugøtu frá Vaglinum og oman í Vágsbotn »Gongin« var hendan smala gøtan, sum gekk av Reyni og niðan til Bringsnagøtu. Gøtan var sermerkt við,at hon var so long og so smøl, og vóru sera nógv hús fram við gøtuni. Serliga eyðkent vóru tey átta húsini, sum stóðu áføst har, sum Sjóvinnubankin bygdi í 1932. Í dag er tað bara tann norð asti parturin av Gongini, sum varð- veittur soleiðis, sum hann at kalla altíð hevur verið. Ovast ímóti Bringsnagøtu standa vest an fyri Gongina framvegis Danda stov ur- nar, Baianstova og Kamarið, Nýggjastovu og Nólsoyarstova. Eystarumegin stóð Áarstova, sum varð tikin niður í tríatiárunum, síðani Knútsstova og Vertshúsið, sum í dag hýsa matstovuni Áar- stovu og Fútastova. Her um leiðir var mesta virk- semið í Havn, og tí var Gongin høvuðsgøtan í Havn. Havnin var ikki ein stórur býur, her búðu um 300 fólk um aldaskiftið 1700. Nógv av teimum hava verið embætisfólk og fólk við tilknýti til skansan. Havnin gjørdist kirkjuligur høvuðsstaður eftir trúbótina í 1540, hóast kirkjuovastin, próstur, vanliga búði inni á Nesi í Eysturoy. Í 1609 var landsins størsta kirkja bygd í Havn. Hóast vit ikki vita um kirkju fyri ta tíð, so er nógv, sum bendir á, at kirkja hevur verið í Havn eisini fyri 1609. Eitt nú er skúðgongan við prestum og løgtingsmonnum ikki ein lutherskur siður, men ein katólskur siður, og tað bendir á, at kirkja hevur verið í Havn fyri trúbótina. Áðrenn pokurnar herjaðu í Føroyum í 1709 var fólkatalið í Havn komið upp á 333. Hendan sóttin kravdi so nógv mannalív í Havn, at tá hon hæsaði av vóru bert 83 fólk eftir í býnum. Eyðsæð hevur verið ringur standur, men úr skriftum sæst, at fólkatalið skjótt vaks uppaftur á tað, sum tað hevði verið. Ein orsøk var, at manning skuldi fáast til Skansan. Raben stiftamtmaður, sum var í Havn í 1720, skrivar, at 100 suðuroyingar máttu flyta norður um fjør av hungursneyð – og ivaleyst eru flestu teirra fluttir til Havnar, har tóm hús hava staðið teimum í boði. Sambært tekning frá Rasmuns Juhl frá 1710 vóru 53 hús í Havn, sum høvdu hýst áðurnevndu 333 fólkum. Hyggja vit á tekningina, so síggja vit, at norðrastu húsini í Havn eisini tá eru húsini »heima í Havn«, Dandastova, Áarstova, Baianstova (fyrr Guttastova), Knútsstova, Vertshúsið og Nýggjastova. Sam- bært taksatiónsprotokollini frá 1784 eru tá 134 íbúðarhús í Havn. Sambært fyrsta manntalinum, sum er frá 1769, búgva tá 565 fólk í Havn. So fólkatalið er vaksið fleirifalt tey 60 árini, síðani pokurnar herjaðu. ... sum ein veneziansk glæstriborg William, sum á áttatiára degnum í 1980 var gjørdu til heiðursborgara í Havn, hevur nógvan íblástur úr gomlu Havnini í sínum skaldskapi. Hann skrivaði bókina »Tann dei- liga Havn« – heitið, sum gjørdist slagorði, sum býurin tók til sín. Har hugleiðir hann m. a. um gamla býarpartin, har hann varð føddur og vaks upp: »Bringsnargøta var sum áður sagt ein av høvuðsgøtunum í býnum, men í so máta kundi hon tó ikki metast javnt við Gongina. Mangan droymi eg enn, at eg fjakki har, og at henda tronga og langa gøtan aftur er mær ógreið og gátuført óendalig, soleiðis sum hon tóktist mær at vera, fyrsta eg minnist. Eg gangi meg móðan og missi meg sjálvan burtur í hesum villingarsama krønglinum. Her er líkt sum í Singapore ella Hongkong ella onkum øðrum fjarløgdum og royktámutum, gomlum, hálvvillum stórbýi. Gjøgnum gluggar og opnar dyr sært tú inn í roykstovur og náttljósar krambúðir. Vertshúsið, ella Hotel Djurhuus, sum var hitt fínara heitið, dagar høgt upp móti dimmari luft, stórt og margháttliga samanbygt sum eitt asiatiskt kloystur. Á báðar hendur eru skýmligar tvørgøtur við brúgvum ella trappum. Upp móti himni hevjar seg Nólsoyarstova sum ein veneziansk glæstriborg…« Tá 83 fólk búðu í Havn Tá pokurnar høvdu herjað í Havn í 1709 minkaði fólkatalið úr 333 niður í 83 Havnin ár 1400 Tórshavn year 1400 – 100 years before Columbus found America ;-) Heima í Havn Úti í Havn Niðan gjøgnum Gongina. Húsinni høgrumegin vórðu tikin niður, tá Sjóvinnubankin varð bygdur Býlingurin »heima í Havn« um ár 1870. Høgu ljósu húsini eru Nólsoyarstova. Miðskeiðis niðri móti sandinum er Fútastova Bringsnagøta um fyrra aldaskiftið. Vinstrumegin síggjast skjøldurin á Áarstovu, Dandastova, Pæsastova og Vertshúsið