týsdagur 9. juni 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
– Tað byrjaði í smáum í 2001 og hev
ur síðan ment seg støðugt, so tað í
dag bara er ólavsøkan, sum savnar
fleiri fólk saman í høvuðsstaðnum.
Tað sigur Theresa Turidardóttir
Kreutzmann, stjóri á Visit Tórs
havn, í snøgga faldaranum við
skránni fyri mentanarnáttina, sum
verður í Havn fríggjadagin 12. juni.
Hetta er dagurin, tá veruligt lív
kemur í havnarbý - við undirhaldi,
upplivingum og stuttleika til børn
og vaksin í øllum aldri.
– Mentanarnáttin tekur teg við á
eina spennandi mentanarferð gjøg
num havnargøtur, sum sagt verður
í faldaranum.
Fólk gleða seg
Theresa Turidardóttir Kreutzmann
sigur, at tað merkist, at fólk gleða
seg til hetta kvøldið, tá Havnin vísir
seg frá síni bestu síðu.
– Áhugin fyri mentanarnáttini
veksur fyri hvørt ár, og hetta
merkja vit eitt nú við, at fólk í góðari
tíð spyrja um mentanarnáttina og
vilja vera við at seta sín dám á hetta
serstaka kvøld.
Hon sigur, at fólk fegin vilja
hjálpa og gera sítt til, at mentanar
náttin verður so góð sum tilber.
Hetta er eisini fult í tráð við sjálvan
andan í mentanarnáttini, har fólk
skapar mentanina, og mentanin er
fólkið.
Í hjarta og sál
Í endanum av innbjóðingini til
mentanarnáttina,
endurgevur
stjórin í Visit Tórshavn, Mahatma
Gandhi, sum hevur sagt, at ment
anin hjá eini tjóð býr í hjørtunum
og sálunum hjá fólkinum.
– Á mentanarnáttini í Havn
gongur eisini sjón fyri søgn, at her
býr eitt fólk við mentanini, bæði í
hjarta og sál, sigur Theresa Turidar
dóttir Kreutzmann.
– Áhugin fyri mentanarnáttini
veksur fyri hvørt ár, sigur Theresa
Turidardóttir Kreutzmann,
stjóri í Visit Tórshavn
Mentanin býr
í hjarta og sál
– Á mentanarnáttini í Havn gongur sjón fyri søgn, at her býr eitt fólk við mentanini, bæði
í hjarta og sál, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri í Visit Tórshavn
Vilmund Jacobsen
Fleiri og fleiri føroyingar hava
keypt sær kamingvogn og eru í
størri mun farnir at ferðast kring
um í egnum landi.
Hetta hava tey eisini merkt á
kampingplássinum Yviri Við Strond
í Havn, har tey hava fingið nógvar
bíleggingar til summarið, bæði frá
føroyingum og útlendingum.
Á kampingplássinum Yviri við
Strond er bygt nýtt hús, og arbeitt
verður støðugt við at betra enn
meira um umstøðurnar hjá gest
unum, eitt nú við grilløki og spæli
øki til børn.
Kamping á mentanarnátt
Vikuskiftið 12.-14. juni, sum er viku
skiftið komandi, hendir nógv í Havn.
Mentanarnáttin er fríggjadagin,
og leygardagin spæla Føroyar og
Grikkaland á Tórsvølli, og leygar
dagin verður eisini Tórshavn Mara
thon.
Tey, sum kundu hugsað sær at
spurt seg fyri um kampingpláss
Yviri við Strond, kunnu ringja á tlf.
302425.
Kamping á
mentanarnáttini
TAKS verður eisini partur av
mentanarnáttini, og her fer stovn
urin á Skálatrøð 20 at hava opið
hús frá klokkan 17-20.
– Vit bjóða øllum vælkomnum
at síggja okkara nýggju skriv
stovuhøli.
Á
mentanarnáttini
hevur
TAKS syrgt fyri, at tónleikur eis
ini verður á skránni í hølunum á
Skálatrøð.
Ari Danielsen fer at spæla og
syngja klokkan 18, og klokkan
19.30 fer Havnarkórið at syngja
nakrar sangir.
– Høvið verður sjálvsagt eisini
at royna teir landskendu møbl
arnar eisini, sigur TAKS í einum
skemtiligum tóna.
vilmund@sosialurin.fo
Royn
landskendar
møblar
á TAKS