týsdagur 9. juni 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65
26
Sosialurin
Danjal av Rana
Millum
forvitnisligu
framsýn
ingarnar á Mentanarnáttini er
framsýningin Grind í Karry, sum er
í hølunum hjá myndakvinnunum
Amy og Eydnu í Niels Finsensgøtu
18.
Tað eru Pernille og Annie Heine
sen, ið standa fyri framsýningini,
ið vísir myndir av ymisku útlend
ingunum, sum búgva í Føroyum,
einum úr hvørjum av teimum 78
londunum, sum eru umboðaði her.
Grind í Karry er heitið á verkætl
anini, sum lýsir, hvussu útlendsku
mentanirnar møta føroysku ment
anini og hvat spyrst burtur úr hesi
samanrenningini.
– Hetta er ein verkætlan í tveim
um stigum, sigur Annie Heinesen,
annar av stigtakarunum. Fyrra
stigið er hendan myndaframsýn
ingin og seinna stigið er ein bóka
útgáva, sum kemur seinni. Mynda
framsýningin hevur myndirnar,
eina mynd av einum persóni úr
hvørjum landi, sum býr í Føroyum,
meðan bókin fer at hava samrøður
við tey umframt ymiskar aðrar
greinar, sigur hon.
– Endamálið við bókini er at
vísa, hvussu tilflytararnir flætta
saman sína upprunamentan og ta
føroysku mentanina, hvussu tey
liva við tveimum ymiskum ment
anum, greiðir Annie Heinesen frá.
Hugskotið til framsýningina
kom ein dagin, Annie Heinesen og
ein vinkona lurtaði eftir útvarp
inum.
– Vit hoyrdu, at tað búðu fólk
úr tætt við 100 ymiskum londum í
Føroyum. Tað gjørdi okkum bilsin,
tí tey síggjast ikki aftur í býar
myndini. Tí fóru vit at hugsa um,
hvørji tey mundu vera, hvar tey
vóru og hvussu tað mundi vera, at
liva í Føroyum sum útlendingur.
Seinni kom Pernille Heinesen eisini
upp í verkætlanina og vit báðar
hava so arbeitt við hesum seinastu
tíðina, greiðir Annie Heinesen frá.
– Endamálið við verkætlanini er
at lýsa ymisku mentanirnar, sum
eru í Føroyum og hvat vit kunnu
fáa burtur úr høvrjum øðrum.
Hesar fremmandu mentanirnar
geva okkum møguleikan at læra
fremmand mál og eta fremmandan
mat, fyri at nevna nøkur heilt
ítøkilig dømi, sigur Annie Heinesen.
Pernille og Annie Heinesen
eru komnar í samband við fólk
gjøgnum facebook og við at ein
persónur hevur sett tey í samband
við tann næsta.
– Fólk hava verið ótrúliga fitt
og fyrikomandi og tey allar flestu
hava sagt ja til luttøku beinanvegin,
sigur Annie Heinesen.
Verkætlanin skal vísa, hvar
ymisku mentanirnar møtast, og tí
halda tær at heitið, Grind í Karry er
sjálvsagt.
– Møtið millum mentanirnar
sæst serliga aftur í matgerð og
í ávísum traditiónum, sum sum
hvussu man heldur jól. Ein kvinna
fortaldi okkum, at hon hevði gjørt
grind í karry til familjuna, og hetta
bleiv tað dømi, vit vendu aftur til,
tá vit skuldu greiða øðrum frá, hvat
vit meintu við. Grind í karry er eitt
gott, ítøkiligt dømi um, hvussu tað
føroyska og tað útlendska møtast
og skapa nakað nýtt, sigur Annie
Heinesen.
Har mentanir møtast
Fólk úr 78 ymiskum londum búgva
í Føroyum og í framsýnining í
Niels Finsensgøtu verður andlit
sett á ein úr hvørjum landi
Í samband við, at summarfram
sýningin eisini letur upp, bjóðar
húsið eitt heilt serstakt tiltak frá
klokkan 16 fríggjadagin.
Stigtakari
til
framsýningina
– The Weather Diaries – er verk
ætlanin The Nordic Fashion Bien
nale, sum er eitt samstarv millum
Ísland, Grønland og Føroyar.
Á tiltakinum klokkan 16 fer
Sif Gunnarsdóttir, stjóri, at bjóða
vælkomin, og síðan sigur borgar
stjórin í Tórshavnar kommunu,
Heðin Mortensen, nøkur orð.
Tónleikur
verður
eisini
á
skránni, og tað verður kórið Kata
sum fer at framføra.
Klokkan 16.20 fara Sarah Cooper
og Nina Gorfer at greiða frá The
Weather Diaries, og síðan fer Kata
aftur at framføra.
Barbara í Gongini letur upp
framsýning klokkan 16.50.
Høvi verður eisini at fáa sær ein
lættan bita, og øll eru hjartaliga
vælkomin í Norðurlandahúsið á
mentanarnáttini.
Norðurlandahúsið letur dyrnar upp
Norðurlandahúsið verður opið á mentanarnáttini frá klokkan 12 til 22
Framsýningar, røður og kórsangur verða í Norðurlandahúsinum á mentanarnáttini