Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 28 Sosialurin Fyri 13. ferð verður skipað fyri Tórshavn Marathon leygardagin 13. juni – Tað byrjar at blíva rokut, nú tað nærkast, men fyribils sær alt væl út, sigur hann. Heili 190 renn­ arar hava meldað seg til, har av 90 hava meldað seg til at renna heilt marathon og 100 hálvt mara­ thon. Tað eru eisini nógv fleiri út­ lendingar enn áður, knapt 90, sum hava boðað frá luttøku í ár, úr 17 ymiskum londum, sigur Jóhan Simon­sen, sum er sera spentur til kapp­ingina. – Vit kenna ikki hesar útlend­ ing­arnar, so vit vita jú ikki, hvørj­ um støðið teir eru á í mun til før­ oysku rennararnar, sigur Jóhan Simonsen, sum sigur, at hópurin hjá monnunum er væl breiðari í ár enn undanfarin ár, so allarhelst verður kappingin væl harðari. Áður hevur verið skipað fyri styttri rennikappingum í samband við Tórshavn Marathon, men so­leiðis er ikki í ár. Í staðin fer Krabba­meins­felagið at skipa fyri ein­um gongutúri á hálvt marathon teininum. – Krabbameinsfelagið vendi sær til okkum við hesum hugskotinum, og nú eru tey eini 60, sum hava tekn­að seg til at ganga hendan tein­in, sigur Jóhan Simonsen. – Fólk ferðast um allan heimin at renna ymiskar marathonkappingar og Tórshavn Marathon er sera eksot­iskt í so máta. Nógv teirra hava longu runnið teir kendu stóru teinarnar, sum London og New York Marathon. Vit bjóða teimum nakað heilt annað, sigur Jóhan Simonsen. Fyrstu ferð, skipað varð fyri Tórs­havn Mara­thon var í 2003. 200 lut­tak­arar stóðu á start­linjuni, harav 60 teirra luttóku í hálv­ marathon ella marathonrenningini, hini á stuttleikateininum. Luttak­ arar komu eisini úr hinum norð­ urlondunum og enntá onkur heilt av Mallorca. Hesa fyrstu útgávuna av Tórs­ havn Marathon vann Cecil Weihe úr Havn við tíðini tveir tímar og 55 minuttir. Hjá kvinnunum vann Janet Jacobsen úr Fuglafirði, við tíðini fýra tímar og fimm minuttir. Síðani hava brøðurnir Andrias og Eirikur Hansen mest sum skifst um at vunnið, áðrenn Cecil Weihe vann aftur bæði í 2013 og 2014. Besta tíðin hjá monnunum er tó vinnaratíðin hjá Cecili Weihe úr 2004, tá hann rann teinin upp á tveir tímar, 49 minuttir og 6 sekund. Besta tíðin hjá kvinnunum er eisini vorðin nøkur ára gomul. Tað metið setti Rigmor N. Arge í 2006, tá hon rann teinin upp á tíðina 3 tímar, 16 minuttir og 21 sekund. Rig­ mor N. Arge hevur annars vunnið Tórshavn Marathon minst fimm ferðir, fyrstu ferð í 2006 og seinastu ferð í 2014. Hóast nógvir útlendingar hava roynt seg í Tórshavn Marathon, er tað einans eydnast einum teirra at vinna enn. Tað var í 2013, tá pólska Agnieszka Lecka vann kappingina hjá kvinnum. Teinurin til heilu marathonrenn­ ingina er av Vaglinum, eftir Eystara og Norðara Ringvegi niðan til Norðurlandahúsið og síðani oman gjøgnum Gundadal oman á Vaglið aftur. Síðani eftir Eystara Ringveg og Hvítanesvegnum allan vegin inn í Kaldbaksbotn, har vent verð­ ur. Leiðin gongur síðani aftur til Hoy­víkar, eftir Vegnum Langa og Sundvegnum til Tórsbreyt og síðani eftir Eystara Ringvegi, Jónas Broncksgøtu, Bøkjarabrekku, Jóannesar Paturssonargøtu og J. C. Svabosgøtu niðan á Hamarin á Argjum har vent verður. Síðani verður runnið somu leið oman á Vaglið, har málstrikan er.Hetta fer sum vera man at ávirka ferðsluna í høvuðsstaðnum, men Jóhan Simonsen sigur, at faldarar verða sendir út í hvørt heim, sum greiða frá hvussu ferðslan verður ávirkað og hvar og nær vegir verða ston Marathon í heilt serligum umstøðum Vit kunnu bjóða nakað heilt annað enn London og New York Marathon, sigur Jóhan Simonsen Á mentanarnáttini verður for­ vitnislig søluframsýning í Perluni í Tórsgøtu. Tað eru tær tríggjar, Ásla Rann­ vá Svensson, Kirstin Hammer og Edith Mørkøre, sum hava tikið stig til framsýningina. Umframt sølu av málningum, akvarellum, grafikkmyndum, pla­ kat­um, hondgjørdum smúkkum og bundnum vørum, verður eisini kaffisøla og aftur við frá Gómagott. vilmund@sosialurin.fo Sølufram­sýning í Perluni Fleiri tiltøk verða á Býarbókasavninum á mentanarnáttini