Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 eblaðið sos.fo [Skriv her] Leiðari til Brúsa í Leirvík Søkt verður eftir leiðara til dagstovnin Brúsa í Leirvík at byrja 01. juli 2015 ella skjótast til ber. Leiðarin hevur ábyrgdina av tí aðalmáli, ið er sett fyri stovnin og av tí námsfrøðiliga virkseminum, ið verður gjørt. Leiðarin hevur, í samstarv við Eysturkommunu, tað fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina. Starvið er 40 tímar um vikuna. Í Brúsa arbeiða 11 námsfrøðingar og 9 hjálparfólk. Um stovnin: Dagstovnurin Brúsi lat upp 10. august 2009 og er ásettur til 84 børn. Í dag eru 3 barnagarðsstovur og 2 vøggustovur. Stovnurin liggur í barnarvinarligum umhvørvi í Leirvík. Førleikakrøv:  námsfrøðiliga útbúgving  viðkomandi leiðsluroyndir Vit ynskja av tær:  at tú ert álítandi og hevur góð evnir og vilja at samstarva  skapar góðan trivnað og kanst menna starvsfólkini og stovnin sum heild  at tú dugir at lýsa sjónarmið fyri øðrum  at tú ert strukturerað/ur og hevur góð evnir at taka avgerðir, raðfesta og fremja ætlanir í verki  at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag  at tú vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið  at tú ert tænastusinnað/ur  at tú ert fyrikomandi  at tú ert sjónlig/ur  at tú hevur góð samskiftisevnir í skrift og talu  at tú hevur góð evni at umstilla teg í einum broyttum umhvørvi.  at tú sær møguleikar fram um vansar.  at tú hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:  at børn og starvsfólk trívast og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum  at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk  at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn  at virða tað einstaka barnið  at síggja møguleikarnar í náttúruni Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðagevarafelagið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til: Eysturkommuna, Kulibakki 8, 520 Leirvík. ella eystur@eystur.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 12. juni 2015 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ove Heinesen, umsitingarleiðari, á telefon 73 00 12. www.sunda.fo KUNNGERÐ Fólkatingsvalið 18. Juni 2015 Í Sunda Kommunu verður valt á hesum støðum: • Veljarar búsitandi við Gjógv velja í skúlanum við Gjógv. • Veljarar búsitandi við Norðskála, á Oyrarbakka og á Oyri velja í Eydnuni á Oyrarbakka. • Veljarar búsitandi í Tjørnuvík velja í skúlanum í Tjørnuvík. • Veljarar búsitandi í Haldórsvík og á Langasandi velja í skúlanum í Haldórsvík. • Veljarar búsitandi í Hvalvík, Streymnesi og í Saksun velja í skúlanum í Hvalvík. • Veljarar búsitandi í Hósvík velja í skúlanum í Hósvík. Atkvøðugreiðslan er frá: Kl. 9.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður: Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi týsdagin 16. Juni 2015 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna í vanligari avgreiðslutíð. Brævatkvøður skulu vera valstýrinum , har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl. 9.00 tann 18. Juni 2015. Heimaval: Veljarar ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi týsdagin 16. Juni 2015 við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 667271 í seinasta lagi mánadagin 15. Juni kl. 15.00. Valkort: Valkort verða send veljarunum í standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt er komið skeivt fyri, skal viðkomandi venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast tilber. Oyrarbakki tann 08.06.2015 SUNDA KOMMUNA Sosialurin 341800