Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-09, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2015síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 10. juni 2015 · Nr. 65 Sosialurin Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64 Marine Harvest søkir alara til Sandsvág Arbeiðsuppgávurnar verða: • Burðardygg framleiðsla av sunnum og heilsugóðum mati til kundar okkara • Fóðring, røkt og eftirlit av laksinum • Eftirlit og viðlíkahald av útgerð Sum alari mást tú kunna: • Dáma at arbeiða úti alt árið í øllum veðri • Handfara bátar og útgerð • Arbeiða sjálvstøðug/-ur og kunna taka avgerðir • Síggja loynsnir heldur enn foringar Marine Harvest bjóðar: • Góðar arbeiðskarmar og góðar tryggingarskipanir • Góðar starvsfelagaðar og eitt gott arbeiðsumhvørvi • Avbjóðandi arbeiðsuppgávur við góðum møguleikum at mennast fakliga Hevur tú ikki royndir í aling vilja vit geva tær frálæru. Starvið hevur tilvísing til rakstrarleiðaran. Løn sambært sáttmála. Meira kunning um starvið kann fáast frá rakstrarleiðara okkara. Sandsvág, Sandur – Rakstrarleiðari Finnur Johannesen, tlf. 791030 Fyrstu tíðina verður arbeiðsstaðurin við alibrúkið Fossá í Sundalagnum. Umsókn skal sendast til office.faroes@marineharvest.com ella til Marine Harvest Faroes, Ternubrekkan 3, 695 Hellurnar. Umsóknarfreistin er 16. juni 2015, og vit ynskja at tú byrjar so skjótt til ber. Marine Harvest Faroes er partur av altjóða fyritøkuni Marine Harvest ASA, sum er skrásett á Oslo Børs og á New York Stock Exchange. Í Føroyum ala vit laks á Oyndarfirði, í Sundalagnum og skjótt eisini á Sandsvág. Smoltið ala vit á Hellunum, og har er eisini skrivstova okkara. Vit eru um 30 fólk, og leggja vit serliga dent á góðan trivna, og á góð arbeiðsviðurskifti. Summarfrí Eg eri í summarfrí frá 15. juni til 1. juli Salong Jórun Saltangará · 44 72 64/ 74 72 64 BÚMERKJAKAPPING fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy Stýrið fyri Bú-og Heimatænastuna í Suðuroy hevur avgjørt at skriva út kapping um búmerki. Ynskiligt er at búmerkið avmyndar virkið og virðir á økinum. Uppskotini skulu vera í A4 stødd og kunnu nýtast á brævbjálvum, brævpappíri og heimasíðum v.m. Uppskotini skulu verða okkum í hendi í afturlatnum brævbjálva, ið er merktur “Búmerkið Bú- og Heimatænastan í Suðuroy”, í seinasta lagi 29. juni 2015. Navnið á uppskotsstillaranum skal ikki standa á uppskotinum, men leggjast í ein afturlatnan brævbjálva saman við uppskotinum Vinnandi uppskotið fær virðisløn áljóðandi kr. 5.000. Ein dómsnevnd verður sett, ið tilskilar sær rætt, at velja og vraka millum uppskotini, og somuleiðis til ikki at gera nýtslu av nøkrum uppskoti. Í dómsnevndini eru Mikkjal Sørensen, stýrisformaður fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, Anna Djurhuus, leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna, Dennis Holm og Marjun Olsen stýrislimir í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy Uppskot skulu vera stílað til: Bú- og Heimatænastan í Suðuroy att.: Anna Djurhuus, leiðari Vágsvegur 45 FO-900 Vágur Jack Kampmann Fríggjadagin 12. juni verður søluframsýning við málningum og steinprentum av Jack Kampmann í Glarsmiðjuni. Vit hava eisini nýggjar málningar av Øssur Mohr, Pól Skarðenni, Hilmar Højgaard o.ø. Allir málningar av Christina Kjelsmark verða seldir við 25% avslátti.