Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 12. juni 2015 – Tað hjálpir so lítið at tosa fólki eftir munninum. Tá tú hevur makt, so skalt tú handla – og ikki bara láta sum um! Men Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, handl­ ar ikki. Hann fer heldur alment út og mjarar. Tað eru nøkur innsløg í Kringvaprinum, sum hava fingið hendan fitta og fyrikomandi mannin í Fugla­firði – sum annars er tikin úr leikum at skapa tón­leik, og sum nýtir sína orku skeivt upp á poltikk, tí hann eigur heldur at gera tónleik – at fara úr sínum góða skinni. Hann skrivaði í lesarabrævi á in.fo miku­ kvøld­ið, at Kringvarpið »gjáramorgunin gav tveim­um so­kallaðum gudloysingum mikro­ fonina og í gjárkvøldið í Degi og Viku full­komi­ liga mal­plas­erað borðreiddi við einum sjúkligum inn­slagi um djórasex. Og hetta kom aftan á inn­sløg­ini í útvarpinum dagin fyri um “Drag- show­ið” í Norðurlandahúsinum«. Løgtingsformaðurin spyr, hvar vit eru á veg. – Eru yvirhøvur eingi mørk fyri, hvat okk­ara so­kall­aðu mentanarstovnar loyva sær? Kring­ varp Føroya, sum vit øll gjalda, og sum sambært lóg eig­ur at leggja dent á at varðveita og fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga, kenn­ir als eingi mørk – og vit uppliva tað ferð eft­ir ferð, skrivar Jógvan á Lakjuni. Og so sigur hann, at Kringvarpið dyrkar homo­seksuel fólk, meðan onnur, sum royna at tala at, verða láturliggjørd og ignorerað. Góði Jógvan á Lakjuni. Kringvarp Føroya er títt barn. Tað er tú, sum í óðum verkum klaskaði tveir stovnar, sum kappaðust, saman í ein. Tað var tú, sum skapti hendan stóra masodontin í før­oyska miðla­heiminum. Tað var eisini tú, ið sum menta­málaráðharri hevði ábyrgdina av, at Kring­varpið fór í beinharða kapping við privatar miðl­ar um lýs­ing­ar­nar. Tað var tú, sum vart menta­málaráðharri, tá politiska semjan um at lýs­ing­ar­nar í Kringvarpinum skuldu niðurlagast eft­ir fimm árum og vera burtur í 2012. Tú helt ikki hetta lyfti. Tú skapti ein stovn, sum ikki bara særir tína sartu sál, men sum við tín­um vælsignilsi hálar fíggjarliga grund­ar­lagið und­an privatum miðlum í Føroyum. Tú stendur sum ryssa yvir deyðum fyli og brokkar teg um redaktionella innihaldið í Kringvarpinum – uttan iva fyra at tekkjast veljarum, ið halda sum tú. Hetta er spæl fyri gallarínum Jógvan á Lakjuni. Tú hevur makt at handla og broyta tað, tú sjálvur hevur skapt – títt egna barn. Hví gert tú einki við tað? Hevur tú samvitsku til, at privatir miðlar verða seigpíndir av tínum verki??? Danskarar hava dugað øðil­iga væl, heldur Zak­ ar­i­as Wang – Men Zakarias Wang, tú ætl­ar tær heilt aftur til 1380 og Kalmaruniónina fyri at fáa tín politikk í­gjøgn­um, hví fert tú so langt aftur? spurdi Bogi Godt­fred í andglettinum í sjón­ varpinum hetta kvøld­ið. Men so lant aftur ætl­aði Zakarias sær slett ikki. – Noy tað ætli eg mær ikki. Eg nevndi Berg­en­ sátt­málan frá 1450, seðgi hann... Altso Zakarias Wang var als ikki 635 ár afturi í tíðini – men bara 565 ár, og tað er nakað heilt annað... Men hæddarpunktini í and­ glett­inum vóru kortini tær tríggjar roynd­ir­nar hjá Zakariasi at bróta glasið: Tann fyrsta royndin mis­eydn­að­ ist, tí Bogi Godtfred loftaði glasinum. Aðru ferð loftaði Zakarias sjálvur glas­i­num. Men alle gode gange tre – tí tá Bogi Godtfred spurdi, hvussu nógv fólk halda tað sama sum Zak­ ar­ias, skumpaði hann til bøkurnar, so glas­ið fór á gólvið og í knús... – Øðiliga nógv fólk í Føroyum halda, at vit skulu gerast sjálvstøðug, segði Zakarias. Men politikarar vilja ikki gera tað sum gerast skal. – Danskarar hava dugað øðiliga væl, helt hann Tað er á danmarkarrutuni, at tørvur er á størri flogfari Atlantsflog hevur gjørt avtalu um keyp av nýggjum flogfari, einum Airbus 320, sum skal latast felagnum við árslog næsta ár. Tað er serliga á danmarkarrutuni, at tørvurin er á størri flogfari, sigur felagið í tíðindaskrivi. Atlantic Airways hevur í dag tríggjar Airbus 319 í flotanum, og av teimum eigur felagið eitt flogfar og lantíðarleigar tvey. Nýggja flogfarið tekur 24 fleiri ferðafólk – til­ samans 168 ferða­fólk. Snikk-snakk Jógvan á Lakjuni Keypir nýggjan Airbus 320 føroyska alternativið atlantsflog Nýggi sjálvstýrarin: Les eisini blaðið á telefonini Sjálvandi blanda vit okkum Frank Davidsen síða 19 Hjálpið pensjón­ ist­um við umvælingum Bjarni Hansen síða 18 Visti tú? At 58,9% valdu til fólka­ting­ið seinast? Og at 14.099 veljarar ikki vóru á vali? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Nýggi ungi spírin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Jógvan Skorheim, á tíðindafundi í Havn hósdagin »Vit í Sjálvstýrisflokkinum vilja knýta okkum longur vekk frá Danmark...« Tá Zakarias breyt glasið Eftir tríggjar royndir eydn­aðist tað Zakariasi Wang at bróta glasið – píl­ ur­in vísir glasið, meðan tað dettur á gólv... Laila Hentze og Hanna Svabo, nevndarlimir í Atlantsflogi, skriva undir saman við umboð fyri Airbus verksmiðjuna