hósdagur 11. juni 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
4
HÓSDAGUR
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
8-13 m/s
8-13
15-20
8-13 m/s
8-13
15-20
Veðrið hósdagin seinnapart:
Andøvsgul upp í ein strúk av
vestri og ælaveður. Hitin millum
7 og 10 stig.
Veðrið fríggjadagin
Gul og stívt andøvsgul av norði
og sólglottar, men kanska
okkurt æli. Hitin millum 3 og
6 stig.
Veðrið leygardagin
Gul upp í frískan vind av
útnyrðingi og yvirhøvur turt
og sólglottar. Hitin millum 2
og 5 stig.
Veðrið sunnudagin
og mánadagin:
Sunnudagin frískur vindur av
útnyrðingi, mánadagin frískur
vindur av útsynningi. Turt og
sólglottar og hitin millum 5 og
9 stig.
Veðrið hósmorgunin:
Eitt lágtrýst, 1011 hPa. millum
Íslands og Føroya fer eystureftir
og dýpist nakað.
Veðrið fríggjanáttina:
Lágtrýstið í landnyrðing úr
Føroyum dýpist nakað
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Um tað stendur á VP, so
er onki at ivast í at tað
passar«
Sæð á Facebook:
»Veit ikki rættiliga, hvør
ið er meira undirhaldandi:
Wang ella Wich «
Kynsligt samband millum
menniskju og djór
Orðið djórasex hevur veruliga verið á breddanum hesa
vikuna, men orðið er ikki at finna í føroysku orðabókini hjá
Sprotanum. Tað er neyvan tí, at orðið er tabu, men heldur
eru aðrar orsøkir til tað.
Djóraverndarfelagið stóð í vikuni fram í Kringvarpinum
og segði, at tey fingu javnan klagur um, at fólk høvdu kynsligt
samband við djór, og at hetta má steðgast.
Kjakarin og provokatørurin Ole Wich heldur ikki, at tað
neyðturviliga er nakað galið við djórasex – tað kann verða
ein góð uppliving fyri djórið, heldur hann. Og so hevur kjakið
koyrt á fólkamunni og á sosialum miðlum.
HM í estetiskum fimleiki
verður hildið í Føroyum,
og alt gongur upp á stás.
Veljarakanning hjá
Fynd vísir, at Sam
bandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin
liggja til at endurvinna
fólkatingssessirnar.
Ein vika er til valið.
Løgtingsins
Umboðsmaður fekk 20
prosent fleiri klagur í
2014 enn árið fyri.
Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður
í mentamálum,
staðfestir, at
Føryar skulu verða
stjálvstøðugt land
fyri at fáa limaskap í
Eurovision kappingini.
12 Olsen-systkin
í Rituvík eru elsti
systkinaflokkur í
heiminum. Tey eru
tilsamans 1035 ár.
Torbjørn Jacobsen er valdur
til nýggjan formann í felags
skapinum Demokratia.
Áhugin fyri at sleppa til
útselda landsdystin mill
um Føroyar og Grikka
land er so stórur, at
einstakt atgongumerki
verður selt fyri túsund
krónur á netinum
Henrik Gerster er settur sum
venjari hjá kvinnuliðnum
hjá Stjørnuni.
»Djórasex«
hósdagin
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
milliónir krónur vórðu útgoldnar
í lønum í mai – hetta er tað mesta
nakrantíð fyri einstakan mánað.
671
MANGT OG HVAT
Tú livir longri um tú slatrar
Granskari í Oxford staðfestir, at slatur og smáprát geva lívinum
innihald og fáa teg at liva longri
Slatur hevur ringt orð á sær, men stórtrívist
í øllum bólkum og sambondum.
Sálarfrøðingurin og granskarin Robin
Dunbar, sum starvast á lærda háskúlanum
í Oxford, heldur tó, at slaturin hevur góða
ávirkan á fólk.
Á einari ráðstevnu í Cheltenham førdi
hann fram, at slatur fær fólk at liva longri
og hava tað betur.
– Skalt tú sleppa undan at doyggja, er
støddin á tínum sosiala netverkið avgerandi.
Fyriuttan at leggja av at roykja, er júst tað
sosiala sambandið avgerandi fyri tína lívs
longd, tí tað gevur tær lívsgleði og góðar
kenslur, sigur Robin Dunbar sambært The
Telegraph.
Hann sigur, at slatur gevur okkum ábend
ingar um, hvørji fólk vit kunnu líta á og
hjálpir okkum at hava samband við familju
og vinir.
– Slatur er í grundini bara prát millum
fólk, sum vilja dagførast um sosiala
umhvørvið, sum vit liva í. Slatur ger okkum
til menniskju, og brúkið av slatrið í keðiligum
samanhangi var ókent áðrenn 18. øld, sigur
hann.
Eisini Jennifer Cole, sum undirvísir í
sálarfrøði á Manchester University, er á
somu áskoðan. Hon hevur gjørt fleiri kann
ingar fyri at finna fram til, hvussu slatur
ávirkar fólk. Hennara niðurstøða er, at fólk
eru illgrunasom inn á tey, sum slatra ov
nógv, og eisini inn á tey, sum ikki slatra.
- Sosialt samband hevur so nógv at
týða fyri okkara lív og
lívsgóðsku, og tí hevur
slatur týdning fyri
okkara lív, sigur
Jennifer Cole við
The Telegraph.
SOSIALT SAMBAND AVGERANDI
Mikudagin doyði týska tónaskaldið og
orkesturleiðarin James Last í heimi sínum
í Florida í USA. Hann gjørdist 86 ára gamal.
James Last varð føddur í Bremen í Týsklandi
í 1929, og upprunaliga var fornavnið Hans.
Í 1960’unum vann hann av álvara fram við
sínum tónleiki. Hansara orkestur spældi
bæði nýggj løg og kend løg, og summir av
sangunum hjá James Last gjørdust hitt.
Nógvar av útgávunum hjá James Last
vóru við instrumentalum veitslutónleiki,
og hann varð eisini biðin um at standa fyri
tónleiki til øll hugsandi tiltøk og konsertir
kring heimin.
James Last var sera virkin og
skapandi, og slagarar, popp
hitt og lívligar rútmur
floymdu frá honum.
Okkurt árið komu 8
plátur út við James
Last.
Hóast hann var
komin væl upp í árini,
hevur James Last
nýliga verið á ferð
við tónleiki. Nú hann doyði, var tað eftir stutta
sjúkralegu.
DEYÐUR 86 ÁRA GAMAL
James Last spælt
sínar seinastu tónar
Týska tónaskaldið seldi 100 milliónir plátur kring heimin og varð nógv
spældur – eisini í Føroyum
James Last
hevur búð í
USA í 30 ár
Summarið
er vandamikið á
vegunum. Veðrið er
gott, fólk seta ferðina
upp, og so verða
vanlukkurnar
álvarsligari.