hósdagur 11. juni 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
6
PERSÓNSSØGA
Í ævintýrinum mást tú vinna á trøllinum. Hjá
mær er tað tunglyndi, sigur Búi Egason Dam, sum
helt seg missa alt, tá tunglyndi rakti hann
BÚI MÁ
VINNA Á
TRØLLINUM
DANJAL AV RANA
F
ramtíðin sá ljós út hjá
Búa Egason Dam. Sum
tónleikarin Budam var
hann sera væl umtóktur.
Gravgangur var eftir at síggja
hann framføra vælumtóktu ævin
týraferðirnar saman við Dánjali á
Neystabø. Sum ein av tveimum í
øllum ríkinum, var hann júst sloppin
inn á leikstjóraútbúgvingina hjá
Statens Teaterhøjskole. Og so var
hann vorðin pápi. Tó so, kanska var
tað alt hetta, sum útloysti tað svarta
holið, sum brádliga slúkti hann við
húð og hár.
Búi Egason Dam hevur áður skriv
að, at hesa tíðina, tá tunglyndi rakti
hann, kendi hann seg nøkunlunda
sum Dante, tá hann trein inn um
portur Helvitis, og mátti lata alla vón
liggja eftir uttanfyri.
– Eg havi altíð leitað eftir onkrum,
sigur hann, nú hann situr yvir av
mær. Fyrst í fótbólti, men ein rygg
skaði gjørdi, at eg mátti gevast við
honum. Síðani legði eg mín alsk á
tónleikin. Hann greiðir frá, at hann,
beint eftir fólkaskúlan, spældi í
einum bólki, sum æt Ivory, saman
við Eivør Pálsdóttir, Mikael Blak og
Brandi Jacobsen.
– Serliga eg og Brandur leitaðu
nógv hesa tíðina, lósu nógv og
tosaðu nógv saman um, hvør mein
ingin við lívinum mundi vera,
hvat menniskjanáttúran var og so
framvegis, alt meðan vit søktu nøktan
í tónleikinum, greiðir Búi Egason
Dam frá. John Purcell undirvísti
teimum í Ivory um hetta mundi.
– Hetta var ein sera myndandi tíð,
og John Purcell opnaði eisini áskoðan
okkara fyri tí andaliga. Tað vóru løtur,
tá vit spældu, at vit upplivdu nakað
uttan fyri okkum sjálvi, eina løtu, har
alt varð sameint, og eg helt, eg hevði
funnið tað, eg leitaði eftir, greiðir
hann frá.
Mátti geva upp dreymin
Sum 23 ára gamal flutti Búi Egason
Dam til Cuba fyri at læra seg at spæla
guitara enn betri. Tað gekk tó ikki
long tíð, áðrenn hann mátti gevast, tí
hann fekk gø í hendurnar. Skuffaður
og illur flutti hann fyrst til Íslands
og síðani niðan í fjøllini í Spania, har
hann búði sum einabúgvi í eitt hálvt
ár. Nærmasta bygdin var hálvan tíma
burtur, til gongu.
– Í tvey ár royndi eg at fáa
hendurnar at virka, sum tær skuldu
aftur, men eg mátti til endans geva
upp og koma til sættis við, at hasin
dreymurin var farin, sigur hann.
– Í Spania fann eg so nakað aftur
frá mínum barndómi. Tað teatralska,
sum eg var uppvoksin við, gjøgnum
sjónleikaryrkið hjá foreldrum
mínum, stakk upp í mær, samstundis
sum eg byrjaði at syngja. Tónleikin
elskaði eg enn, tó at eg ikki sjálvur
kundi spæla longur. Tað var í hesi
tíðini, at eg byrjaði at skriva sangir til
Budam, greiðir Búi Egason Dam frá.
Tó so, heldur ikki hetta skuldi vara,
og í 2011 byrjaði røddin at svíkja, so
hann mátti gevast við sanginum
eisini.
Gentan uttan hendur
– Lat meg siga tær eina søgu, sigur
Búi, brettir sær á, og fortelur mær
ævintýrið um gentuna uttan hendur.
Ein mylnari var komin í trong
kor, men møtti ein dagin einum
fremmandum, ið lovaði at gera
hann ríkan, um bara hann vildi geva
sær tað, ið stóð aftanfyri mylluna.
– Aftanfyri mylluna stendur einans
eitt gamalt súreplatræ, hugsaði
maðurin og segði so við hin
fremmanda, at gaman í, tú skalt
fáa tað.
Heimafturkomin møtti hann
konuni, sum undraðist á, at alt
heimið brádliga fleyt yvir av øllum
góðum, og at tey bæði gingu klødd
í fínasta skrúð. Mylnarin greiddi
frá, hvat hent var, men tá gjørdist
konan frá sær sjálvari.
– Hatta var djevulin, segði hon
við mannin. Hann meinti ikki við
súreplatræið, men við dóttir okkara,
Eg havi altíð
leitað eftir
onkrum. Fyrst í
fótbólti, síðani í
tónleiki«
Framhald á næstu síðu
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN