hósdagur 11. juni 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
10
UTTANRÍKISPOLITIKKUR OVAST
Á BREDDAN HJÁ VALEVNUNUM
ÁRNI GREGERSEN
T
ey fólk, sum eftir fólka
tingsvalið í næstu viku,
fara at umboða Føroyar
leggja øll stóran dent á
at fáa ávirkan á uttanríkispolitisku
viðurskiftini hjá Føroyum.
Gjøgnum
valsendingarnar
og framløgur í blaðnum og á
elektronisku miðlunum, gera tey
so at siga øll vart við, at tað er
umráðandi, at tey sleppa at fylgja við
í tí uttanríkispolitikki, sum hevur við
Føroyar at gera.
Hetta hevur altíð verið ein
spurningur, sum hevur havt áhuga
hjá føroyskum politikarum, men
stríðið um makrelin og ES-boykottið
av Føroyum hevur skerpað áhugan
fyri at sleppa at sita við borðið, har
uttanríkispolitisku avgerðirnar verða
tiknar.
Í Fólkatinginum er tað soleiðis,
at tað er í Udenrigspolitisk Nævn at
alt verður viðgjørt. Tað er eisini har,
stjórnin greiðir parlamentarisku
skipanini frá, hvat hon ætlar at gera
í serligum førum.
Situr har
Í tí valskeiðið, sum júst er endað, hevur
annað av føroysku umboðunum havt
fast sæti í Udenrigspolitisk Nævn.
Edmund Joensen, Sambands
flokkurin, hevur á Fólkatingið
sætt samstarv við flokkin Visntra.
Gjøgnum hetta samstarv tryggjaði
hann sær fast sæti í Udenrigspolitisk
Nævn.
– Tað er í hesi nevndini, at vit fá alt
at vita. Hinvegin so er hetta ein nevnd,
sum gevur okkum tagnarskyldu,
sigur føroyski fólkatingsmaðurin.
Hann sigur eisini, at bæði
hann sjálvur og Sjúrður Skaale,
Javnaðarflokkurin, hava avtalu við
ávikavist Vinstra og Javnaðarflokkin
um, at tá ið mál við føroyskum áhuga
verða viðgjørd í øðrum nevndum, so
kunnu teir fáa pláss í nevndunum.
Htta ber til, tí teir stóru flokkarnir
hava meira enn ein nevndarlim í
stóru nevndunum, og so kann ein
víkja fyri føroysku umboðanini.
Stórur áhugi
Ongin ivi er um, at tað var málið við
boykotti og at donsku havnirnar
vórðu stongdar fyri føroyskum
skipum, sum aftur hevur vakt
áhugan fyri uttanríkispolitikkinum
hjá donsku stjórnini og danska
Fólkatinginum.
Av føroysku flokkunum sigur
Framsók til dømis, at:
– Framsókn leggur stóran dent
á, at vit føroyingar skulu umboða
okkum sjálvar á støðum, haðani
hendan ávirkanin kemur. Vit skulu
hava ein miðvísan uttanríkispolitikk,
sum styrkir okkara sjálvsfatan
og virðing, gevur okkum vitan og
perspektiv og mennir okkara búskap.
Tjóðveldi sigur, at flokkurin
fer hvønn einasta dag at verja av
gerðarrætting hjá føroyska fólkinum.
Ongin lóggáva, ES regla ella
uttanríkispolitisk avgerð skal setastt
í gildi í Føroyum uttan at føroyingar
sjálvir hava samtykt tað, sigur
Tjóðveldi.
Fólkaflokkurin hevur eisini boðað
frá, at fáa tey umboðið, so skal tað
verja Føroyar móti ágangi frá ES og
øðrum á uttanríkispolitiska økinum.
Hinir flokkarnir siga stórt sæð
tað sama. Sjálvstýrisflokkurin sigur
seg ikki vilja leggja seg útí danskan
innanríkispolitikk, tá ið tað onki
hevur við Føroyar at gera, men eisini
teir vilja hava at vita, hvar fyriferst á
uttanríkispolitiska økinum.
Tættari at ES
Ongin ivi er um, at føroysku
flokkarnir ikki ynskja limaskap í ES.
Tað hava tey sagt ferð eftir ferð undir
valstríðnum.
Viðhvørt hava aðrir flokkar lagt
umboðini fyri Sambandsflokkin og
Javnaðarflokkin undir at teir arbeiða
fyri føroyskum limaskapi í ES, men
flokkarnir siga báðir, at talan er um
samstarv, men ikki um limaskap.
Tað eru nógv viðurskifti sum gera,
at Føroyar, um vit vilja tað ella ei,
nærkast ES.
Hópur av lóggávu, sum verður
samtykt í Danmark og seinni í
Føroyum, er kjølfest í ES lóggávu.
– Men hetta er ikki bert ES lóggáva,
men altjóða lóggáva, sum vit noyðast
at fylgja fyri ikki at verða hildin
uttanfyri altjóða samfelagið, sigur
Bárður Nielsen, næstformaður í
Sambandsflokkinum.
Hendan lóggávan byggir sum
nevnt á ES-lóggávu, sum aftur er
grundað á tað sama, sum altjóða
lóggáva á búskapr-, vinnu- og
umhvørvisøkinum.
Flokkarnir siga, hóast teir á ongan
hátt ynskja ES limaskap, at teir vilja, at
handilssambandið millum Føroyar og
ES verður gjørt betri.
ES er ein ómetaliga stórur
marknaður fyri føroyskan útflutning,
men enn eru nógvar forðingar fyri,
at serliga meirviðgjørdar fiskavørur
sleppa innum tolmúrin hjá ES.
Tað eru serliga londini, sum fáast
við fiskivinnu, sum leggja forðingar
fyri, at føroyignar higartil hava fingið
eina betri avtalu.
Vinnan hevur tí roynt at finna
aðrar møguleikar at sleppa av við
fiskavørur og tað vísir seg, at bæði
marknaðurin í Russlandi og Kina er
vaksandi.
Men vinnan vil helst, at froyskar
fiskavørur sleppa inn um tollmúrin
í ES, tí tað vísir seg ofta lættari at
handla við marknaðir, sum eru kendir
frammanundan.
Politikkurin
Samanumtikið er onki sum bend
ir á, at tey sum stilla upp til fólka
tingsvalið, fara at arbeiða so nógv
øðrvísi enn fólkatingsumboðini
higartil hava gjørt.
Vísandi til grein í seinasta blað vísir
tað seg, at fólkatingsumboðini brúka
ein stóran part av orku til at hjálpa
føroyingum, sum renna seg fastar í
donskum skipanum.
Tey sleppa á nevndarfundir og
ávirka so danskar politikarar og
embætisfólk, so nógv tey við sínari
persónsmensku klára.
Føroysku valevnini til valið hósdagin fara at leggja seg eftir
at fylgja við í uttanríkispolitikkinum hjá Danmark
Bárður Nielsen, Sambands
flokkurin heldur, at tað ikki
bert er ES lóggáva, sum rekur
inná okkum, men meira at
kalla altjóða lóggáva.
POLITIKKUR