mikudagur 21. juli 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 137 - 21. juli 2004
Nr. 137 - 21. juli 2004
3
Fyribils metingarnar
hjá fyrireikarunum
aftanfyri G! festivalin
benda á, at millum
3-4000 fólk hava vitj-
að festivalin hvønn
dagin
G! FESTIVALURIN
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
G!, Syðrugøta: Mjørkin
hongur tungur niður yvir
fjøllini, meðan nakrir terra-
dropar, sum seinni gerast til
eitt æl og bæði tvey, detta
spakuliga niður á tekjurnar,
vegin, sandin og øll tey vitj-
andi í bygdini. Bygdin er á
tremur við fólki. Glað fólk í
øllum aldri eru at síggja.
Tað er fríggjadagur á G!
Mitt uppi í bygdini
standa eini reyð hús. Tey
síggja út sum eini púra van-
lig sethús, men innanfyri
hevur verið koyrt við há-
trýsti seinastu dagarnar.
Inni í hesum húsunum hev-
ur tann størsti parturin av
arbeiðnum í sambandi við
G!
festivalin
nevniliga
gingið fyri seg.
* * *
Nú G! festivalurin er liðug-
ur, er tað ikki sørt, at tað
kennist tómligt hjá teimum,
ið hava arbeitt við spitar-
anum í botni seinastu vik-
urnar.
Syðrugøta var um viku-
skiftið karmur um størsta
tónleikatiltak av sínum slag
her á landi, og var bygdin
eisini vitjað av millum 3-
4000 fólkum hvønn dagin.
Hetta eru tó enn bert leyst-
ligar metingar.
– Endaligu tølini eru ikki
gjørd upp enn, men vit hava
selt tað, vit ætlaðu at selja,
sigur Jón Tyril, formaður
fyri G! festivalin.
Um
vikuskiftið
vóru
millum 3 og 400 fólk í
sving báðar dagarnar, og
tilsamans arbeiddu tey eini
1.300 arbeiðstímar.
* * *
Inni í teimum reyðu sethús-
unum er næstan heilt deytt.
Tónarnir frá norska bólk-
inum, Gåte, hoyrast um alla
bygdina. Eisini niðan í G!
skrivstovuna.
Inni í stovuni er høvuðs-
skrivstovan. Har standa
teldur lið um lið. Mitt á
gólvinum stendur ein komb-
inerað fax- og kopimask-
ina.
Á veggunum er stórt sæð
onki prýði uttan tær mongu
G! plakatirnar. Á tí eina
vegginum hanga nakrar
viðvendar plakatir, har tær
ymisku praktisku uppgáv-
urnar eru deildar út millum
arbeiðsfólkið. Hetta er eis-
ini av orsøkunum til, at so
friðarligt er á skrivstovuni
henda fríggjadagin. Flest
øll hava úr at gera við upp-
gávum, og fríløturnar ið
eru, verða brúktar til at
njóta tann nógva og fjøl-
broytta tónleikin.
Mitt á gólvinum liggja
framvegis stórir bunkar av
óbrúktum G! plakatum.
Kanska
tær
framvegis
kunnu brúkast til okkurt.
Um ikki annað til praktisk-
ar uppgávur.
Festivalheimasíðan verð-
ur dagførd leypandi – so
hvørt sum ein bólkur hevur
verið á pallinum. Nú verður
arbeitt við at viðgera mynd-
irnar soleiðis, at tær eru
klárar at leggja út á netið
saman við ummælinum av
sjálvari konsertini.
* * *
Fyrireikararnir eru væl
nøgdir, nú sjálvur festival-
urin er yvirstaðin. Tað hev-
ur gingið væl í hond, og
sum heild hava fólk latið
væl at.
– Fyri meg er tað týdn-
ingarmesta, at luttakarar og
tónleikarar eru væl nøgdir.
Reaktiónirnar, vit hava
fingið higartil, benda eisini
á, at so er, sigur Jón Tyril.
Fleiri hundrað fólk hava
arbeitt
ígjøgnum
allan
festivalin, og sigur formað-
urin fyri G!, at í ár hevur
borið betri til at sleppa und-
an mistøkum, sum millum
annað vóru á festivalinum í
fjør.
– Til dømis riggaði tað
við vaktarhaldi nógv betri í
ár enn seinasta ár. Okkurt
varð eisini strammað upp
frá fríggjadegnum til leyg-
ardagin. Millum annað vísti
tað seg, at nógv fólk høvdu
glasfløskur við. Tað royndu
vit so at rætta uppá dagin
eftir, sigur hann.
Toppskorarin við áhoyr-
arum á festivalinum gjørd-
ist Lisa Ekdahl. Hon hevði
nógv flest fólk.
Jón Tyril sigur, at tónleik-
ararnir hava verið væl
nøgdir við viðurskiftini og
konsertirnar. Og bæði Kash-
mir og Lisa Ekdahl vóru
yvirraskað av, at áhoyrarar-
nir dugdu tekstirnar til
teirra sangir.
Tíðarætlanin helt sum
heild eisini væl. Fríggja-
dagin vóru tiltøkini eitt
sindur seinkað, men leygar-
dagin koyrdi alt, sum tað
skuldi.
– Tað er kanska eitt sind-
ur undarligt at hava arbeitt
so hektiskt fram ímóti ein-
um tiltaki, sum so knapp-
liga bara er yvirstaðið,
ásannar Jón Tyril.
– Eg eri ikki ordiliga
komin niður aftur á jørðina
enn, og nú skal alt tað sein-
asta eisini gerast viðvíkj-
andi upprudding, eftirmet-
ing og so framvegis.
Jón Tyril viðgongur, at
tað ber ikki til at hava nógv
fleiri fólk á G! festivali, enn
tað, ið var um vikuskiftið, tí
Syðrugøta er ikki nóg stór.
– Festivalurin kann gerast
eitt sindur størri. Men vit
hava ikki ætlanir um at gera
hann so nógv størri – held-
ur betri, sigur hann.
Tá alt er komið uppá
pláss við eftirmeting, upp-
rudding
og
uppteljing,
verður farið við góðum
treysti undir fyrireikingar-
nar av einum nýggjum
G!festival.
* * *
Ferðslan inn og út úr G!
skrivstovuni er støðug. Ikki
so nógv henda festival-
fríggjadagin eins og undan-
farnar dagar, verður sagt.
Fartelefonir kima í tíð og
ótíð, meðan teldurnar standa
tendraðar døgnið runt.
Ein fyrrverandi lands-
stýriskvinna kemur inn at
fáa sær ein kaffimunn, og
brádliga standa tvey í hurð-
ini við tveimum madrass-
um.
Ein fartelefon ringir aft-
ur. Hesuferð eru tað nøkur
av hjálparfólkunum, sum
ikki sleppa inn á festival-
økið. So verður onkur av
skrivstovuni noyddur at
fara og geva eina hjálpandi
hond.
Nú er norski bólkurin
liðugur at spæla, og eitt
sindur av lívi er komið í
skrivstovuna. Onkur er
komin inn at heita seg eitt
sindur, sjálvt um veðrið er
heilt gott. Hjá onkrum er
friður nú eina løtu inntil
næsta navnið fer á pallin.
Ekkó av G!
Arbeitt hevur verið við spitaranum í botni dagarnar uppundir festivalin. Festivalskrivstovan var deyðari enn vanligt, meðan sjálvur festivalurin var
Mynd: Jens Kr. Vang
– Tað eru ikki bara
tímalønirnar, sum
beina fyri okkara
kappingarførið. Eitt
tað mest umráðandi
er at fáa betri
flutningssamband út í
heim, sigur Leif Høj,
fiskaseljari
FISKAPRÍSIR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Bóru føroyingar seg rætt
at, kundi avreiðingarprísur-
in á fiski verið munandi
hægri enn hann er nú.
Tað sigur Leif Høj, fiska-
seljari á Fofish í Runavík.
Hann ásannar, at kapp-
ingarførið hjá føroysku
fiskavirkjunum er ikki ser-
liga gott.
Men hann staðfestir eis-
ini, at tað er skeivt at geva
tímalønunum alla skyldina
fyri, at kappingarførið er so
vánaligt.
– Tá ið tosað verður um
kappingarførið, verður alt
ov nógv hugsað um tíma-
lønirnar. Sjálvsagt hava tær
stóran týdning, men tær eru
verri enn so øll orsøkin til,
at vit hava so stórar trupul-
leikar.
Leif Høj heldur, at tað,
sum eitt, sum hevur eina
størstan
týdningin
fyri
kappingarførinum, er, at vit
fáa betri flutningsmøgu-
leikar ímillum Føroyar og
umheimin.
– Øll vita, at tað eru tey
fesku fløkini, sum bera
prísin og tí nyttar tað onki
at koma á marknaðin við ov
gomlum fiski, sigur fiska-
seljarin í Runavík.
Hann vísir á, at fiskur,
sum verður avskipaður í
Føroyum mánadag, er ikki
frammi á marknaðinum
fyrrenn hósdag og fiskur,
sum verður avskipaður hós-
dag, er ikki frammi, fyrr-
enn mánadag.
Fiskur, sum verður av-
reiddur týsdag, verður ikki
frammi fyrrenn mánadagin.
– Á nógvum marknaðum
kunnu vit sostatt bara
levera eina ferð um vikuna.
Hetta er er eisini galdandi
fyri okkara høvuðsmarknað
fyri upsa og kongafisk, sum
er tann týski.
– Hetta er burtur úr vón
og viti og er ein stórur bági
fyri kappingarførið.
Leif Høj samanber støð-
una í Føroyum við Ísland,
har tað oftast ber til at hava
tey fesku fløkini á markn-
aðinum 24 tímar ella 48
tímar eftir at hann er av-
reiddur.
– Hetta gevur íslending-
um ein sera stóran kapping-
arfyrimun, tí keyparin er
sinnaður at betala fleiri
krónur eyka fyri kilo av
teimum daggomlu fløkun-
um.
Sostatt staðfestir Leif
Høj, at skulu vit tosa um at
bøta um kappingarførið,
nyttar lítið bara at hugsa
um um proformasølurnar.
Hann heldur eisini, at
fólk fyri ein stóran part
hava misskilt støðuna, tí
fiskurin verður allur boðin
út í Føroyum áðrenn.
– Men bara at hugsa um
hesar
proformasølurnar,
loysir ongan trupulleika.
Tað fer ikki at føra til, at
meiri fiskur fer at verða ar-
beiddur í Føroyum, tí virk-
ini hava ikki ráð at keypa
kortini.
Hann nevnir hýsuna sum
eitt dømi.
– Hýsan er so smá, at tey
føroysku virkini fáa ikki
virkað hann. Tí fer hon
aloftast av landinum. Tað
sama er galdandi fyri ta
smáu hýsuna. Hetta hevur
onki við proformasølur at
gera.
Betri flutning
Hann sigur, at eitt tað
størsta
framstigið
fyri
kappingarførið í Føroyum
vildi verið at fingið so góð-
ar flutningsmøguleikar, at
tíðin frá tí, at fiskurin verð-
ur avreiddur, til hann er
keyparanum í hendi, verður
munandi stytt.
– Tí eiga møguleikarnir
at verða kannaðir fyri at
føroyingar kunnu útflyta
fesk fløk við flogfari ella
við skjóttgangandi skipi.
Hann heldur, at skuldi
heldur onki verið í vegin
fyri at bæði vinnan og
landið voru við í eini slíkari
ætlan, sum hevði til enda-
máls at tryggja okkum betri
flutningsmøguleikar
við
umheimin.
– Hetta vildi verið eitt
heilt avgerandi framstig
fyri okkara kappingarførið.
At fiskurin er so gamal,
áðrenn hann kemur á
marknaðin, sæst týðiliga
aftur á prísinum.
Leif Høj sigur, at hvat
dygd viðvíkur, er hvør
dagur á sjónum sum tríggir
dagar á landi, tí tá ið fisk-
urin er avreiddur, versnar
hann skjótt.
– Viðskiftafólkini krevja
eisini meiri og meir, at fløk-
ini er so fesk sum gjørligt
og helst skal hann ikki vera
meiri enn 48 tímar.
Leif Høj heldur, at føroy-
ingar eiga nú at seta seg
niður at finna fram til,
hvussu vit kunnu leggja so
til rættis, at tað ber til at
hava fiskin á marknaðinum
48 tímar eftir, at hann er
avreiddur.
Hann sigur, at hann kann
væl ímynda sær, at hetta
hevði ført við sær, at prís-
urin á flaki á marknaðinum
hevði hækkað munandi.
Hann sigur eisini, at
verður talan um at seta for-
boð fyri at flyta óvirkaðan
fisk av landinum, verður
tað at arbeiða eftir hæli.
– Tað er ongin loysn og
tað fer eisini at føra til, at
fiskaprísurin fer at vera
trýstur niðureftir og tað
tænir avgjørt ikki fiskiflot-
anum, sum longu nú hevur
tað tungt.
– Veruleikin er eisini, at
tað er fiskur, sum verður
mest virðisøktur við at flyta
hann heilan av landinum.
Talan er eitt nú um smáa
hýsu, tungu, reyðsprøku og
annað, sum ikki kann
virkast í Føroyum.
– Tí fáa vit mest burturúr
hesum fiskasløgunum við
at útflyta tey óvirkað av
landinum.
– Tað, sum vit hava brúk
fyri, er dynamikk á markn-
aðinum, sum ikki er til
staðar í dag. Og tað fáa vit
ikki við frystum vørum, har
prísirnir eru avtalaðir langt
frammaundan. Vit fáa bara
dynamikk í við feskum vør-
um, har marknaðurin ar-
beiðir frá degi til dags.
– Tað er feski marknaður-
in, sum skapar dynamikkin
og tað er alt avgerðandi fyri
framtíðini hjá fiskivinnuni.
– Grundgevingin fyri at
útflyta óvirkaðan fisk, er, at
hann skal vera so feskur
sum tilber, tá ið hann verð-
ur skorin og kemur á
marknaðinum.
– Men í løtuni eru flutn-
ingsmøguleikarnir so vána-
ligir, at vit fáa ikki tey
fesku fløkini nógv skjótt á
marknaðin. Tí verður ikki
meiri arbeitt í Føroyum,
sigur fiskaseljarin.
Útlendingar til Føroya
Annars vísir Leif Høj á, at
hóast kappingarførið ikki er
tað besta, ber tað hóast alt
eisini til at fáa útlendingar
at avreiða í Føroyum av og
á.
Soleiðis hevur týski trol-
arin, J. von Colln, avreitt
eini 600 sentnarar í Havn
hesa vikuna, sum ymisk
virki í Føroyum hava keypt
og sum sostatt allur verður
arbeiddur í Føroyum.
Prísurin á fiski kundi
verið munandi hægri
– Tað eru tær fesku vørurnar, sum skapa dynamikk í prísinum, men tann tann dynakikkin gava
vit ikki við teimum flutningsøguleikum, sum nú eru. Tí verður ikki meiri fiskur virkaður í
Føroyum, sigur Leif Høj, fiskaseljari
Myndina tók Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
3
2