hósdagur 11. juni 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
30
Rektari til miðnámsskúlan á Kambsdali
Hevur tú hugsjónir um skúla og
miðnámsútbúgvingar og ynskir at slóða
fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
innan økið, hevur tú nú møguleika at
bjóða teg fram sum rektari á miðnáms-
skúlanum á Kambsdali.
Miðnámsskúlin á Kambsdali er ein
samanlegging av virkseminum hjá
Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í
Eysturoy og Føroya Handilsskúla á
Kambsdali. Klaksvíkar HF-skeið er partur
av ábyrgdarøkinum hjá rektaranum.
Rektarin hevur mótvegis landsstýris-
manninum ábyrgdina av øllum virksem-
inum í miðnámsskúlanum.
Rektarin skipar bygnaðin í miðnáms-
skúlanum, setir leiðarar og stendur fyri
samansjóðing av starvsfólkunum í
verandi skúlum, sum øll flyta við í
komandi skúlan.
Ábyrgd og uppgávur
Rektarin hevur ovastu leiðsluábyrgdina
av øllum virkseminum í miðnámsskúl-
anum, herundir fakliga, námsfrøðiliga,
umsitingarliga og fíggjarliga ábyrgd.
Rektarin skal mynda miðnámsskúlan á
ein sannførandi hátt og virka fyri góðum
og mennandi arbeiðs- og lestrar-
umhvørvi.
Rektarin skal standa á odda fyri
tilgongdini at skipa bygnaðin í
miðnámsskúlanum, samansjóða starvs-
fólkahópin og tryggja gott samstarv við
allar partar. Saman við Mentamálaráð-
num skal rektarin menna útbúgvingar
skúlans, so tær alsamt lúka framtíðar og
altjóða krøv. Hann skal tryggja, at
ráðgeving frá vinnuni viðvíkjandi teim
merkantilu útbúgvingunum heldur fram.
Rektarin hevur fíggjarligu ábyrgdina, skal
leggja fíggjarætlan stovnsins og skipa
ein skynsaman rakstur við neyvari
fíggjarstýring. Rektarin setir í starv og
loysir úr starvi leiðarar, lærarar og onnur
starvsfólk.
Persónurin
Rætti persónurin til rektarastarvið skal
hava hug og hegni at leiða og skal kenna
egnar dygdir og avmarkingar. Tað er
týdningarmikið, at rektarin hevur evni og
vilja at samstarva og samskipa, men
samstundis styrkina at kunna standa
eina í mótstøðu, uttan at missa
fótafestið.
Starvið krevur, at tú skjótt dugir at skapa
tær eitt yvirlit í skiftandi støðum og
megnar at røkka settum málum. Tú skalt
vera framskyggin og hava evni og áræði
at ganga nýggjar leiðir.
Tú skalt hava góð evni at sjóða saman
fólk og við einum stimbrandi leiðsluhátti
at birta eldhuga millum hesi. Tú skal
síggjast í starvinum og skapa virðing og
trivnað innanhýsis millum starvsfólk og
næmingar umframt uttanhýsis við
samstarvspartar o.o.. Umráðandi er at
skapa trúvirði, vera álítandi og duga væl
at lýsa egin sjónarmið. Tú skalt evna
innliving og virðing fyri hugskotum og
sjónarmiðum hjá øðrum.
Førleikar og royndir
Tað er eitt krav, at rektarin hevur:
viðkomandi útbúgving frá hægri
lærustovni,
leiðslu- og fyrisitingarligar royndir,
royndir og førleika at undirvísa,
góð evni at samskifta og orða seg á
føroyskum, skandinaviskum og
enskum.
Harumframt er tað ein fyrimunur, at
rektarin hevur leiðsluútbúgving við innliti í
organisatión og royndir innan
samanlegging.
Setanar- og lønartreytir
Starvið er flokkað samsvarandi 38.
lønarflokki sambært Tænastumannafelag
Landsins, tó uttan at vera
tænastumannastarv. Lønin er í løtuni kr.
50.792 umframt 15 % í eftirløn um
mánaðin.
Rektarin skal tola broytingar í
setanarviðurskiftunum í sambandi við
møguligar bygnaðarbroytingar..
Umsókn
Umsókn við CV, prógvum o.ø. skal
sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postsmoga 3279
110 Tórshavn
Ella sum t-postur til mmr@mmr.fo
Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum
í hendi í seinasta lagi hósdagin 18. juni
2015. Starvið verður sett 1. august 2015
ella eftir nærri avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast
við at venda sær til Poul Geert Hansen,
aðalstjóra í Mentamálaráð-num, á tlf.
555010 ella t-post PoulGeertH@mmr.fo.
.
Miðnámsskúlin á Kambsdali er ein samanlegging av Studentaskúlanum- og HF-skeiðnum í Eysturoy og Føroya Handilsskúla á Kambsdali.
Klaksvíkar HF-skeið er partur av skúlanum. Bygningarnir á Kambsdali verða samanbygdir í løtuni. Tað fara at verða umleið 630 næmingar
og 95 starvsfólk í miðnámsskúlanum. Miðnámsskúlin leggur upp til opinleika og smidleika, har lærarar og næmingar samstarva tvørtur um
útbúgvingar og breytir, so skúlin verður karmur um eina skapandi, fjølbroytta og nýhugsandi undirvísing.
MENTAMÁLARÁÐIÐ
eblaðið
sos.fo