hósdagur 11. juni 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2015
SOSIALURIN 66
32
KJAK
Heiðavegur 26, 600 Saltangará
Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo
www.runavik.fo
krea . tel 60 80 80
HAVNAUMSJÓNARFÓLK
Runavíkar havn er eitt vaksandi,
spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss.
Trý fólk eru í føstum starvi. Árliga vitja
ímillum 8 og 9 hundrað skip havnirnar
í Runavíkar kommunu.
Í eina tíð hava bert tvey starvsfólk
verið í føstum starvi – ein havnar-
meistari og ein havnaumsjónarmaður.
Ætlanin er nú at seta eitt havna-
umsjónarfólk í starv afturat hesum
báðum.
Førleikakrøv o.a.
Arbeiðið er burturav skipað í skiftandi
vaktum undir leiðslu av havnameist-
aranum. Avgerandi førleikar hjá tí,
sum settur verður, eru hesir:
• viðkomandi skal einaferð á yrkis-
leiðini hava havt vinnubræv sum
skipsførari sambært manningar-
lógini.
• viðkomandi skal í minsta lagi hava
tvey ára royndir sum skipsførari ella
yvirstýrimaður frá viðkomandi
sigling.
• viðkomandi skal hava gildugt
heilsuprógv uttan avmarkingar
sambært kunngerð um lækna-
kanning fyri sjófólk.
• viðkomandi skal hava lokin prógv í
øllum teimum skeiðum, sum verða
kravd fyri at fáa til vega loðsprógv
sambært føroyskari lóggávu og
kunngerðum.
• viðkomandi skal hava góðar máls-
ligar førleikar, bæði í skrift og talu,
og serliga í føroyskum, norður-
lendskum og enskum máli.
• viðkomandi skal hava hóskiligan
kunnleika til teldu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett eftir sáttmála
millum Starvsmannafelagið og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í
lønarflokki 4, 1.–7. stig. Hartil verður
veitt ein føst mánaðarlig viðbót fyri
vaktir.
Starvið verður at seta 1 juli, ella eftir
nærri avtalu.
Meiri fæst at vita
við at venda sær til havnarmeistaran
Tórbjørn Jacobsen, fartlf. 237015.
Umsóknir saman við upplýsingum
um útbúgving og royndir og møgu-
ligum viðmælum skulu sendast til:
Runavíkar kommuna,
Heiðavegur 26, FO-600 Saltangará,
og skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 20. juni 2015.
Runavíkar kommuna tilskilar sær
rætt til frítt at velja millum innkomnar
umsóknir og eisini rættin til ikki at
taka av nakrari av innsendu
umsøknunum.