Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gamla Sjálvstýrið eitur nú Nýtt Sjálvstýri. Tað ger flokk­ urin kunnugt eftir fund í Run­ avík leygardagin, har broyt­ing­ in varð fráboðað – Eg skal ikki hava pen­sjón tá eg fylli 67, sigur for­mað­ur, tá hann lyftir lokið eitt sind­ur at greiða frá nýggja politikkinum hjá gamla flokkinum. Tí eitt av teimum pol­it­isku málu­num er at hækka pen­ sjóns­aldurin. Men hann sig­ur ikki, hvussu nógv, pen­sjóns­ ald­ur­in skal hækkast. Hann sigur heldur ikki, nær hann skal hækkast. – Hvussu og nær, vit gera tað, kunnu vit viðgera nærri, sig­ur hann. Tað einasta, hann veit, er, at tað verður ikki tey all­ar­ fyrstu árini, at pen­sjóns­ald­ur­ in hækkar. Tað verða ikki tey, sum standa á gáttini til at verða pen­sjón­erað, sum fara at merkja nakað til, at pen­sjóns­ ald­urin hækkar. – Men vit, sum í dag eru í trí­ati­ár­u­num, tey, sum eru í fýr­a­tiunum og kanska eis­ini tey í fimm­ti­áru­num, eru kom­in lut­fals­liga seint á ar­beiðs­ markn­að­in. – Vit hava í størri mun tik­ið út­búgvingar, áðrenn vit eru far­in til arbeiðis. Arbeiðsumstøðurnar eru eis­ini munandi batnaðar, og nógv av okkum verða ikki slit­ in í sama mun, sum eldra ætt­ ar­liðið var av hørðum ar­beiði. – Tí skulu vit eisini taka á­ byrgd av samfelagnum. – Kann mítt ættarlið ar­ beiða eitt ár, ella tvey, longri, fer tað bøta munandi um hald­ føri í búskapinum og tað fer at vera við til at tryggja væl­ferð­ ar­sam­felagið. – Eg eri til reiðar at taka tað tak­ ið, og eg veit, at nógv við mær eru eisini tað, sigur Jógv­an Skor­heim. H a n n legg­ur a f t ­ u r ­a t , at tað s l e p s t i k k i u n d ­a n at hækka pen­sjóns­ald­ur­in, tí vit liva bet­ ur, og vit liva longri, og hansara ætt­ar­lið kann verða longri á ar­ beiðs­markn­að­i­num – Tað er munur á teimum, sum eru 65 ár í dag, og á okk­ara ætt­arliði, tá ið vit verða 65. Tað eldra ættarliðið fór tíðliga til ar­beiðis. Tey hava arbeitt hart, og ar­beiðs­um­støð­ur­nar vóru ikki so góðar, sum tær eru í dag. – Tí skulu tey, sum eru kom­in upp í árini, pen­sjón­er­ ast eftir verðandi skipan, men hjá teimum yngru skal hann hækkast, leggur Jógv­an Skor­ heim afturat. – Gamla orðatakið »nýtt vín á gaml­ar fløskur« – ella øv­ugt: »Gam­alt vín í nýggj­um fløsk­ um« – kem­ur okk­um til hugs, tá vit síggja at nýggi pol­i­tikkurin hjá gamla Sjálv­stýr­i­num bygg­ ir á bú­skaparmetingar og sjálv­ fylg­i­lig­heitir, sum vit øll kenna. »Nýtt« er neyð­vend­ig­vís ikki »gott«. Og tað at sjeyndsíðsti for­ mað­ur­in er spinndoktari bend­ ir eitt sindur á gomlu fløsk­ur­ nar... Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Magni arge Kjak síða 16 Álit á føroyskt hegni Poul Michelsen Kjaks síða 16 Í stríð við seg sjálvan ES trøllið hevur verið nógv drigið fram í val­stríðnum upp undir fólka­ tings­valið. Tað er ikki tí, at flokkar kapp­ast um at siga frá sínum greiðu sjón­ar­ mið­um um, hvat ES limaskapur hev­ ur at týða fyri Føroyar og før­oy­ing­ ar. Tí eingin flokkur hevur greiða útmelding um tað. Heldur snýr tað seg um hjá valevnum at skjóta øðr­um flokkum illavorðin mot­iv í skógvarnar. Sambandsflokkurin, sum fyrr hev­ur tal­að fyri før­oysk­um ES- lima­skapi, er nú blotnaður. Ed­mund Joensen, fólkatingsmaður, sig­ur á heima­síðu síni, at hann tel­ist teir millum politikararnar, ið ar­beiða fyri at fáa Føroyum eitt pláss í Eu­ rop­a­sam­veld­i­num. Orsøkin er fyrst og fremst, at hann vil tryggja Føroyum bestu at­ gongd til marknaðir, tilfeingi, sam­ starv, vitan o.s.fr. innan fyri garð­ ar­nar hjá ES. Hann sigur beinleiðis, at hann arbeiðir eft­ir einum pol­it­ iskum leisti, har Føroyar gerast part­ ur av ES júst sum tær eru, nevn­i­liga ein sjálvstýrandi partur av danska ríkinum. Í Andglettinum í sjónvarpinum fríggja­kvøld­ið segði Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen, formaður Sam­bands­ floks­ins, at flokkurin er í móti før­ oysk­um limaskapi beint nú. Hin fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, hev­ ur eis­ini kannað nógv viðvíkjandi ES, og hvussu Føroyar kunnu fáa at­gongd til stóra marknaðin. Tað er trupult at skilja, hvat føroysku flokk­ar­nir meina um ES og markn­ að­ar­a­tgongd. Men allir siga seg vilja hava betri atgongd til marknaðin. Heldur enn at brúka so nógv orku uppá at siga fólki, hvat hinir flokk­arnir meina, so áttu flokkarnir púra greitt at sagt okkum, hvørja markn­að­ar­at­gongd teir halda, at vit skulu hava til ES marknaðin, og ikki minst, hvussu nógv teir vilja ofra fyri hesa marknaðaratgongd. Tí tað verður ikki ókeypis at fáa fría at­gongd til ES-marknaðin – sum utt­ an iva er treyt fyri framburði og ar­ beiðs­pláss­um í Føroyum. Allir flokkar eru samdir um, at vit vilja ikki ofra ræðið yvir fiski­rík­ i­dømi­num – og tað er høv­uðs­or­søk­ in – fyri ikki at siga, at tað er or­søk­in til, at vit ikki longu eru vorðin lim­ir í ES. Tað er als eingin orsøki til at mála illamann upp á veggin, tí at onk­ur flokkur tosar heitari um ES, enn onkur annar. Tann avgerðin verð­ur í øllum førum tikin í Før­oy­um. Tað hevði sømt seg øllum flokk­ um, at teir púra greitt tosaðu um, hvussu vit skulu gjalda fyri markn­ að­ar­at­gongd til ES, sum kundi bygt undir eitt meira búgvið kjak um ES marknaðaratgongd. óbúgvið kjak um es Nýggja gamla Sjálvstýrið Politikarar vilja heldur siga, hvat hini meina um ES MÁNADAGUR TÝSDAGUR MIKUDAGUR 8-13 m/s 13-18 5-10 8-13 m/s 10-15 5-10 Veðrið mánadag, seinnapart: Andøvsgul up í ein strúk av suðri og um kvøldið regn. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið týsdagin: Fyrrapartin strúkur í vindi upp í hvassan vind av landsynningi og regn. Seinnapartin minni vindur av útsynningi og ælingur. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið mikudagin: Gul til stívt andøvsgul av vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin stívt andøvsgul av vestri og sólglottar, men okkurt æli. Fríggjadagin lot av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig. Veðrið týsnáttina: Brúgvaløg vestanfyri Føroyar koma hendavegin. Veðrið mikunáttina: Lágtrýstið vestanfyri Ísland stendur mestsum í stað.