Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í Danmark stendur á jøvnum millum teirra, sum vilja Hava Helle Thorning, Javnaðarflokkin, sum forsætisráðharra og tey, sum heldur vilja, at Lars Løkke, Vinstra, setuir seg í forsætisráðharrastólin POLITIKKUR Árni Gregersen Allar danskar veljara­kann­ ing­ar vísa reelt, at tað stend­ ur fullkomiliga á jøvnum. Munurin er ongastaðni yvir tvey prosent í veljara­ kann­ingunum millum báðar blokkar – og tað vil siga, at tað er minni enn tann óvissa uppá 2,5 prosent, sum er í øllum slíkum kanningum. Bert tríggir dagar eru eftir til val verður, so spenn­ing­ urin er øtiligur hesar dagar. Allir flokkar spæla út við nýggj­um uppskotum og hug­ skotum, men ongin hevur av álvara nakrar hugsjóns­broyt­ ingar at koma við – uttan teir flokkar sum liggja uttast til vinstru og uttast til høgru. Føroysk ávirkan Sum veljarakanningarnar hava víst nú nógvar teir sein­astu dagarnar, so bendir nógv á, at føroysku og grøn­ lendsku umboðini fara at fáa eina stóra ávirkan á, hvør tað verður sum fær lykilin til for­sætismálaráðið. Úr Grønlandi frætta vit, at hóast bæði umboðini helst verða vald úr flokkunum, sum vanliga hella til reyða blokkin í Fólkatinginum, so hava valevnini úr hesum flokk­um sagt, at tað er ongin trygd fyri, at umboðini fara at lata stuðul til Helle Thorn­ ing og hennara blokk. Grønlendingar eru grund­ leggjandi firtnir inná sit­ andi forsætisráðharran fyri hennara útmeldingar sam­ bandi við, at ætlanin var at lata kinverjar sleppa at leita og útvinna mineralir í Grøn­ landi. Í Føroyum er støðan eitt sindur øðrvísi. Veljarakanningarnar her vísa, at vit aftur fara at velja eitt umboð fyri Sam­bands­ flokkin og eitt fyri Javn­aðar­ flokkin. Tað vil siga, at vit velja tvey umboð, sum fara at stuðla ávikavist bláu og reyðu síðuni í Fólkating­in­ um. Edmund Joensen, Sam­ bandsflokkurin, hevur ar­ beitt tætt saman við Vinstra með­an hann hevur sitið á Fólka­tingi, meðan Sjúrður Skaale, Javnaðarflokkurin, hevur arbeitt saman við Social­demokratínum. Halda veljara­kanning­ar­ nar ? Men meðan fleiri veljara­ kanningar verða gjørdar hvønn einsta dag í Danmark, so eru bert tvær gjørdar und­ an fólkatingsvalinum her í Før­oyum. Fynd hevur gjørt eina fyri Sosialin og Lóður hevur gjørt eina fyri Kringvarpið. Báðar vísa greitt, at sit­ andi umboð verða afturvald. Men óvissan í hesum báð­um kanningum eru eitt sindur størri enn í teim­um, sum verða gjørdar í Dan­ mark. Fyri tað fyrsta eru donsku kanningarnar so nógvar, sum vísa sama tendens, men har eru eisini bert undir 20 prosent, sum enn siga seg ivast. Í seinastu kanningin í Føroyum, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið, eru tað heili 45 prosent, sum annaðhvørt ikki vita hvønn tey fara at velja ella siga, at tey als ikki fara á val. Tá ið tað samstundis kann staðfestast, at einar 600 atkvøður kunnu flyta annan sessin frá Sam­bands­ flokkinum ella Javnaðar­ flokkin til Tjóðveldi ella Fólka­flokkin, so er støðan í Før­oyum enn ikki heilt av­ gjørd. Ikki tí. Vanliga vísir tað seg, at tey sum ikki vita hvønn tey skulu velja, býta seg nøkulunda eftir sama leisti, sum tey sum hava tikið støðu. Samríkisflokkarnir Samríkisflokkarnir standa altso til at fáa báðar sessirnar sum støðan er í dag. Hetta hóast flokkarnir á hinum veingjunum lættliga kjndu fingið annað umboði um teir stóðu saman, men tað hava tey valt ikki at gera. Smærru flokkarnir, Fram­sókn, Miðflokkurin, Sjálv­stýris­flokkurin og Uttan­flokka­listin, fáa eftir kann­ing­unum millum 10 og 15 prosent av atkvøðunum. Tjóðveldi og Fólkaflokk­ ur­in fáa millunm 35 og 40 prosent, men hesar at­kvøð­ urnar eru allar spjadd­ar og tí verða tað Sam­bands­ flokkurin og Javnaðar­flokk­ urin, sum fáa umboðini í næsta valskeiði. Sjálvt valið verður hós­ dag­in í hesi vikuni og vænt­ andi fyriliggur eitt úrslit mill­um klokkan 22 og 23 hós­ kvøldið. SOMU UMBOÐINI Á FÓLKA­TING KOMANDI VALSKEIÐ Árni Gregersen Føroyingar kunnu gloyma alt um at fáa egna grundlóg. Tað sigur Søren Espersen, næstformaður í Dansk Fólke­parti, við grønlenske blað­ið Sermitsiaq. – Eg havi tosað við bæði Lars Løkke og Helle Thorn­ ing og bæði hava sagt, at tey ikki fara at ganga við til, at føroyingar fáa egna grund­ lóg, meðan Føroyar eru part­ ur av danska ríkinum, sigur Søren Espersen. Næstformaðurin í Dansk Folkeparti sigur, at sjálvandi kunnu føroyingar gera egna grundlóg um føroyingar velja at taka loysing. Grønlendska blaðið hev­ur tosað við fleiri aðrar dansk­ar politkikarar. Fleiri teirra siga, at sjálvandi kunnu før­oy­ ing­ar og grøn­lend­ing­ar seta krøv um norð­ur­at­lantisku umboðini fáa ávirkan, men samstundis siga tey, at tað er upp til ein kom­andi for­ sætis­ráð­harra, hvørji krøv verða eftirlíkað. Grønlendski miðilin vísir til, at tað serliga er Høgni Hoydal, Tjóðveldi, sum vil hava rætt til at gera eina før­ oyska grundlóg. Hini valevnini, sum eru uppstillað fyri Sam­bands­ flokkin og Javnaðarflokkin, hava ikki borið somu krøv fram, sum umboð Tjóð­veld­ sins. Bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru sam­ríkisflokkar. Avvísa at føroyingar fáa egna grundlóg Edmund Joensen, Sambandsflokkurinm, kann ávirka, so Lars Løkke Rasmussen fær lykilin til forsætismálaráðið Sjúrður Skaale, Javnaðarflokkurin,  kann tryggja Helle Thorning fýra ár afturat sum forsætisráðharri Søren Espersen, Dansk Folkeparti, fer als ikki at ganga við til,  t Føroyar fáa egna grundlóg, so leingi vit eru partur av danska ríkinum