mánadagur 15. juni 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hetta var hei
– Vit eru stak væl nøgd, og vit sita við einum stórum smíli á andlitinum, sigur stjórin í Visit Tórshavn, Theresa
Turidardóttir Kreutzmann, eftir eina sera væl eydnaða mentanarnátt í Havn
Vilmund Jacobsen
Theresa Turidardóttir Kreutzmann,
stjóri á Visit Tórshavn, er sera væl
nøgd við mentanarnáttina í Havn
fríggjakvøldið.
– Jú, vit eru stak væl nøgd, og
vit hava eitt stórt smíl á andlinum
eftir hetta sera væleydnaða tiltak.
Afturmeldingarnar, vit hava fing
ið, eru sera góðar og positivar, og
fólk siga, at ongantíð áður hevur so
nógv verið at farið til á mentanar
náttini sum hesaferð.
Theresa sigur, at fólk rættiliga
hava tikið mentanarnáttina til sín
sum ein stóran familjudag.
– Vit høvdu ógvuliga nógv fólk
í Havn henda dagin og til langt út
á kvøldið og náttina. Hetta er ein
dagur, sum rættiliga hevur fangað,
og vit vita, at fólk komu til Havnar
úr ymiskum heraðshornum í Før
oyum. Eitt nú kom hópur av fólk til
Havnar við Smyrli – neyvan øll til
mentanarnáttina, men heilt vist ein
stórur partur.
Stjórin á Visit Tórshavn er
sera fegin um, at mentanarnáttin
dregur so nógv fólk til Havnar og
so nógv fólk út á gøtuna at vera við
í øllum tí, sum fyriskipað verður
kring um í býnum.
– Vit hava nógv at takka øllum
teimum fyri, sum hava verið partur
av mentanarnáttini, og tað er ikki
smávegis, sum gjørt hevur verið
burtur úr, bæði av einum og øðrum,
sum skipaðu fyri. Hetta hevur
heldur ikki verið ókeypis fyri fleiri
av fyriskiparunum.
Theresa Turidardóttir Kreutz
mann sigur, at tey á Visit Tórshavn
eru ómetalig glað fyri, at mentanar
náttin eydnaðist so væl.
– Hetta var bara so heilt fan
tastiskt. At síggja fólk úti á gøtuni
longu tíðliga fríggjadagin, og at
síggja familjur við børnum vera út
til langt út á kvøldið var barasta so
hugnaligt, sigur stjórin í Visit Tórs
havn, sum ynskir at takka øllum,
ið vóru við til at gera mentanar
náttina til tað stóra upplivilsið, sum
hon var fyri so mong.