mánadagur 15. juni 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÚTLENDINGAR OG VAL
ÚTLENDSKU
KVINNURNAR
SKULU UMBOÐAST
POLITISKT
– Vit hava lægri forvæntingar til útlendskar kvinnur enn til føroyskar kvinnur. Útlendsku kvinnurnar
skuldu verið meir sjónligar, og hetta er fyri ein part ábyrgdin hjá samfelagnum. Ikki einans skulu
kvinnurnar verða meir sjónligar, men tær skulu eisini hava eina sterka rødd, sigur Runa Preeti, sum dagliga
starvast við integratión í Tórshavnar Kommunu, og sum sjálv flutti til Føroya sum 21 ára gomul.
Annika Kunoy Im
Tá Runa flutti til Føroya úr
Mauritius sum 21 ára gomul,
skuldi hon seta seg inn í eitt
nýtt mál og nýggja mentan.
Alt var henni nýtt, og tað tók
henni nakað av tíð, áðrenn
hon dugdi at lesa fólk av,
dugdi at kenna skemt frá
álvara
og
skilti,
hvussu
ting vóru tulkaði í nýggja
landinum.
Kendi ikki síni rættindi
– Eg føldi, tá at fólk vóru eitt
sindur for forvitin, hóast tað
óivað bert var tí tey høvdu
áhuga í at vita, hvør eg eri,
greiðir hon frá. Eg kendi
heldur ikki míni rættindi tá,
og tá eg skuldi ígjøgnum ein
hjúnarskilnað, mátti onnur
siga mær, hvat eg skuldi
gera, tí eg visti sjálv onki um
skipanina.
Eftir hjúnarskilnaðin val
di hon at taka eina mið
námsútbúgving, sjálvt um
hon hevði eina úr heim
landinum. Hetta gjørdi hon
fyri at læra meir um ment
anina, málið og fyri at koma
í samband við føroyingar.
Hon leggur afturat, at hóast
hon var væl móttikin í
Føroyum, lærdi seg málið og
fekk
vinfólk
skjótt,
so
manglaði hon kunning um
samfelagið, skipanina og síni
egnu rættindi.
– Tað var onki at finna tá,
og upplýsingin um tilflytarar
er ikki komin fyrr enn hesi
seinastu fimm árini, í tráð
við at talið av útlendskum
kvinnum í Føroyum er vaks
ið.
– Eg hugsaði heldur ikki
um hetta tá, tí maður mín og
familjan tóku sær av tí. Sjálvt
um tey gjørdu tað í bestu
meining og eftir teirra bestu
sannføring, so er tað sjálv
sagt ikki tað rætta, tí tá er ein
til gjøgnum onnur menn
iskju. Tað er týdningarmikið
at síggja samfelagið gjøgnum
egin eygu og gera egnar nið
urstøður, sigur hon álvarsamt.
– Eg var heldur ikki
áhugað í politikki akkurat
tá. Eg var flutt og skuldi fyrst
kenna meg til rættis eisini.
Vit vænta ikki nokk
av tilflytarum
– Vit hava lægri forvæntingar
til útlendskar kvinnur enn
til føroyskar kvinnur, heldur
hon.
Kvinnurnar
skuldu
verði meir sjónligar, og hetta
er fyri ein part ábyrgdin hjá
samfelagnum. Ikki einans
skulu
kvinnurnar
verða
meir sjónligar, men tær skulu
eisini hava eina sterka rødd.
Tær skulu ikki bert verða
goymdar handan mann sín,
men dentur skal leggjast á, at
tær eisini eru einstaklingar,
greiðir Runa frá.
– Tað er sjálvsagt eisini
ein spurningur um, hvat ein
ynskir sum tilflytari. Tá tú
flytir úr heimlandi tínum til
Føroyar kennir ongin tína
søgu, og spurningurin er tá,
hvussu tú skrivar tína egnu
søgu, sigur hon. Hetta ger
man við at brúka rødd sína,
tí tað er viktigt at man ikki
bara er ósjónligur í skipanini.
Útlendsku
kvinnurnar,
sum hava valt at festa búgv í
Føroyum, hava tørv á einum
máttmennandi tiltaki, sum
hevur til endamáls at veita
kunning og virka sum ein
pallur, har tær kunnu kjakast
um politisk sjónarmið og
onnur evni, hvat vit koma til
landið við, og hvat vit kunnu
brúka í samfelagnum sum
virknir borgarnir.
– Tað er ikki rætt, at vit
tilflytarir bert fáa vaskijobb
og lægst lønt arbeiði.
Tá tú arbeiðir og betalur
skatt, so mást tú eisini hava
eina rødd. Vit skulu melda
okkum til kampin og vísa
áhuga, tí hava vit ikki áhuga
so kunnu politikararnir onki
gera fyri okkum, sigur hon.
Málið er viktigt,
men er ikki alt
Runa heldur tað verða av
alstórum týdningi at læra