Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 15. JUNI 2015 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Í einar tveir mánaðir hevur Fólka­ heilsu­ráðið vitjað allar skúlar í landinum, har vit hava víst ein film um royking og prátað við næm­ ingarnar í 5. flokki um royking og vand­arnar, ið standast av roykingini. Tað skrivar Fólkaheilsuráðið Tey hava víst filmin: »Mín besti vinur«, har leikararnir eru Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar, Mike og Hjálmar Dam. Dávur Djurhuus hevur leikstjórnað, og tað er Jákup Veyhe, sum hevur framleitt filmin. At tubbak er heilsuskaðiligt er al­ ment og ein sannroynd. Tíðin og vís­ indin hevur staðiliga prógvað tað. Men tað er lógligt at roykja, um enn tað ikki er ráðiligt. Og tað eru júst ráðini, at velja tubbak frá, ið Fólkaheilsuráðið við hesum vil geva. Venda okkum til 5. floks næmingar Tað eru ikki nógv børn, sum ganga í 5. flokki, ið roykja, men tað vísir seg, at tað er í hesum aldrinum, at áhug­in fyri sigarettum byrjar. Átakið var, umframt filmin Mín Besti Vinur, sum hevur verið vístur í skúlunum, ein snapchat brúkari »bestivinur«, sum øll, ið hava snapchat, kundu fáa sær sum vin, klistrimerki o.a. Filmurin kemur inn á evnið bólkatrýst Børn halda, at hini sleppa meira. At hini, sum ganga á øðrum skúlum gera meira enn tey sjálvi – eitt nú roykja. Hóast tað ikki er so, er tað ein púra vanlig misskiljing hjá flestu børnum. Og eftirsum øll børnini halda, at hini sleppa meira, verður tað eisini til ein ávísan sannleika og til eitt trýst á tey um sjálvi at royna. Hetta vísir filmurin á, og hetta royna vit at varpa ljós á yvirfyri børnum og vaksnum. Hagtøl Hagtøl vísa, at hugburðurin til royking heima, hevur stóran týdning – hvørt børn byrja at roykja ella ikki. Ráðini frá Fólkaheilsuráðnum til foreldur eru: »Lat barnið/ungdómin ikki roykja heima og lat tað als ikki vera góðtikið, at tað roykir.« Hagtøl vísa eisini, at ung, ið ikki sleppa at roykja heima, ikki byrja at roykja. Hetta ljóðar einfalt, og tað er tað eisini. Men tað vísir seg tíverri, at foreldur í nógvum førum geva eftir. Møguliga foreldur, ið sjálvi roykja. Fólkaheilsuráðið heitir á foreldur um at stuðla og at standa fast í móti roykingini. Samstundis sum tað verður tosað opið við børnini, um tey hava spurningar um royking, um herferðina ella um filmin. So herferðin heldur fram í heimunum. Vit vóna, at ongin í okkara komandi ættarliði byrjar at roykja. Fólkaheilsuráðið vitjar 5. flokkar kring landið Fólkaheilsuráðið heitir á foreldur um at stuðla og at standa fast í móti roykingini FYRIREIKA ÁRSINS ÓLAV­SØKU­ FRAM­ SÝNING Aftur í ár skipar Listafelagið fyri Ólavsøku­fram­ sýningini, og hevur felagið heitt á Oggi Lamhauge at standa fyri Ólavsøkuframsýningin 2015 verð­ ur sum vant ein samanseting av yrkis- og áhugaslist. Framsýningin er bygd upp í tveimum partum, einum pørti við innbodnum lista­ fólki og einum parti við verkum, sum øll hava møguleika at senda inn. Verkini hjá hesum seinna part­inum, verða síðan mett um og tikin við í framsýningina ella ikki. Boðin við eru m.a.: Jógvan Biskop­ stø, Kári Svensson, Edward Fuglø, Guðrið Poulsen, Eyðun av Reyni, Jóna Rasmussen um­framt list­ grafikaran Rikhardur Valtingoyer, ið er serligur gestur úr Íslandi. Hesi yrkislistafólkini eru biðin um at hava orðið: »flágir« í huga og hetta er somuleiðis eitt evni á fram­sýningini. Øll hava møguleika at senda verk inn. Krøvini til verkini eru, at tey eru klár at heingja upp, seta saman uttan stórvegis hóvasták og um serlig tøkni er nýtt, eigur fram­sýnarin sjálvur, at syrgja fyri serligum tøkniligum búnaði. – Sendið eina talgilda mynd av tykkara verkið til Ólav­søku­fram­ sýningina 2015 til oggiart@gmail. com, viðmerk í yvirskriftarteiginum Ólavsøkuframsýningin 2015, og við­merk í teldupostinum, navni á fram­sýnara, heiti á verkinum, tøkni, árstal, teldupost og telefon­ nummar á framsýnara, umframt stødd á verkinum í cm (L x H x B). Freist at senda inn talgild verk á teldupostin er 1. juli, siga tey úr Lista­felagnum. Savnsmynd savnsmynd