mánadagur 15. juni 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 25 • 15. JUNI 2015
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
U
m eina viku kemur Sea Shep
herd aftur til Føroya at stríðast
ímóti grindadrápi. Nýggja her
ferðin byrjarn hálvan juni og varðar út
móti heystinum.
Aftur í ár fer Sea Shepherd at hava
vaktarfólk á landi, men tey verða ikki
eins nógv og tey vóru í fjørsummar.
Hinvegin verður herferðin á sjónum
styrkt munandi. Í fjør høvdu tey
smáar skjóttgangandi bátar at brúka
til at leggja upp í grindadrápið, men
fleiri av hesum bátum blivu tiknir av
løgregluni. Í ár kemur Sea Shepherd
við størri skipum, sum skulu verða ein
týðandi partur av herferðini.
Skipini eru Bob Barker, Sam Simon
og Brigitte Bardot, sum áður hevur
verið í Føroyum.
Nú boðar Sea Shepher frá, at
tey hava funnið skipararnar, sum
skulu hava ábyrgdina av skipunum.
Skipararnir eru úr USA, Kanada og
Hollandi.
Hesi eru skiparar
hjá Sea Shepherd
í Føroyum
Sea Shepherd hevur sett skiparar á teimum stóru skipunum, sum
nú koma til Føroya at stríðast ímóti grindadrápinum.
ARNOLD
VEGG
HAMAR
ER ÚT
NEVNDUR
HEIÐURS
BORGARI Á
VIÐAREIÐI
Næstseinasta vikuskifti var sam
koma í skúlanum á Viðareiði, har
kendi listamaðurin Arnold Vegg
hamar varð heiðraður. Hann var út
nevndur heiðursborgari á Viðareiði.
Listamaðurin av Viðareiði hevur
sermerktan stíl, og hann er høgt í
metum innan listaumhvørvi.
Í 75 ára røðu fyri Arnold Vegg
hamar segði listaummæarin Kinna
Poulsen soleiðis:
– Vincent Van Gogh búði í París,
men ferðaðist síðani til Arles við
franska Rhonedalin, har hann
málaði eina røð av myndum, ið
seinni gjørdust hansara kendastu
verk. Arnold Vegghamar hevur
búð uttanlands í Danmark og
hann hevur eisini búð í Havn,
men í grundini nýttist hann ikki at
ferðast serliga langt fyri at finna
heimsins vakrasta landslag her í
heimbygdini. Landslagið her norð
uri er stórbært við høgum fjøllum
og tignarligum homrum, og Arnold
Vegghamar hevur dyrkað síni
myndevni á Viðareiði: Malinsfjall,
Meitilberg, Helluna osfr., men tað
serstaka við myndunum hjá Vegg
hamar hevur eftir mínum tykki ikki
so nógv við tað geografiska staðið
at gera, tað er heldur grundað í
serstaka sinni og fatan listaman
sins.
Adam Meyerson
»Bob Barker«
Meyerson er úr USA og hevur luttikið í fleiri herferð
um hjá Sea Shepherd. Hann hevur gjørt ævintýr
ferðir á sjónum, hann hevur undirvíst fólki í at kava,
og hann hevur verið kaifúti í California.
Lockhart MacLean
»Sam Simon«
Lockhart varð føddur í Fraklandi, men hann vaks
upp í Kanada. Hann er millum tey, sum í longst tíð
hava luttikið í herferðum hjá Sea Shepherd. Hann
hevur siglt við Sea Shepherd um allan heimin og
kemur nú til Føroya.
Wyanda Lublink
»Brigitte Bardot«
Wyanda er úr Hollandi, men hon er búsitandi í
Australia. Hon hevur tænt bæði í hollendsku og
australsku sjóverjuni. Hon hevur verið virkin í um
hvørvisarbeiði á landi í Australia, men hetta summ
arið skal hon brúka á sjónum í Føroyum.
Hitler café bjóðar nazi-ís
Í India hava tey
lataið upp café
við navninum
Adolf Hitler
Týska blaðið Bild skrivaði nú um
dagarnar, at í indiska býnum Mumbai
hava tey latið upp nýggja café, sum
hevur Adolf Hitler og nazismuna sum
tema. Í Týsklandi spyrja tey, hvussu
hetta kann lata seg gera.
Ein orsøk er, at í Fjareystri hava
tey ikki sama forhold til nazismuna
og Hitler, sum nógv onnur hava.
Kríggið og ræðuleikarnir hjá Hitler
komu ongantíð til Fjareystur, tí har
vóru japanarar høvuðsfíggindin hjá
mongum. Meðan europearar seta
nazi grafikk í sambandi við fólkadráp
og kríggj, síggja tey í fjareystri meira
ikoniskan grafikk í Hitler.