Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 15. JUNI 2015 10 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Pætur Albinus T eir mongu føroysku útisetarnir í Keypmannahavn hava seinastu mongu árini notið gott av ÍF Før­oyum, sum einamest er kent fyri fót­bóltin, men seinastu árini eisini hevur fingið hondbólt og fimleik við í útboðið av ítróttargreinum. Fimleikur er nýggj­asta ítróttargreinin í føroyska úti­seta­felagnum, og er talan um eitt lið við nøkrum ungum kvinnum, sum manna eitt lið í estetiskum fimleiki. Venjingarnar fara fyri tað mesta fram í lítlu venjingarhøllini á Oyra­ sunds­kollegiinum, men inn ímillum venja tær eisini í eini størri høll á Christ­ians­havn. Vunnið nógv Liðið er mannað við níggju kvinnum, sum eru royndir fimleikarar heima í Før­oyum, har tær hava umboðað Havn­ar Fim­leikafelag, Ljósið og Støkk. Hesi seinastu fýra árini hevur tað eydnast liðnum at vunnið hópin av heiðursmerkjum. Fimm gullmerki eru vunnin í DM senior fri í rútmiskum fim­ leiki, sum tað eitur. Í DM í estetiskum fimleiki hava tær vunnið bronsu, og tað eina árið tær vóru heima á klettun­um og luttóku í FM, vunnu tær silv­ur. Fyri fáum vikum síðani luttóku tær aftur í DM í rútmiskum fimleiki. Hesa­ ferð gjørdust tær nummar tvey, men tær fingu besta karakterin í kappingini fyri framførsluna. Lesnaðurin fremst Hóast tær allar eru royndar og hava íðkað fimleik á høgum støði í fleiri ár, so er tað lesnaðurin, sum kemur í fremstu røð ímeðan tær nema sær útbúgving á flatlondum. – Liðið er snikkað til lesandi, og er tað soleiðis altíð lesnaðurin, ið er hægst á raðfestingarlistanum. Við øðrum orðum vil hetta siga, at um tað ikki liggur fyri at koma til venjing vegna lesnað, uppgávu, roynd ella annað, so er tað í lagi, at ein ikki fær komið til venjing, sigur Jeanni Peter­ sen, sum er ein av fimleikarunum í ÍF Føroyum. – Tó er tað eisini umráðandi, at venjingin er høgt á raðfest­ingar­list­ an­um, soleiðis at ein altíð roynir at møta so væl upp til venjing sum tilber, leggur hon afturat. Smáar umstøður Hóast ein lítil og fitt høll er á Oyra­ sundskollegiinum, so eru hetta ikki júst tær bestu umstøðurnar til eitt fimleikalið. Men tær royna. – Vant veðrur í høllini á Oyrasundi og í eini høll á Christianshavn. Vit hava einki teppi í hallunum og høl­ið á Oyrasundi er minni enn 13x13, ið er støddin á gólvinum til kapp­ing­ar­nar. Tí kann ikki sigast, at venjingar­um­ støðurnar eru nøktandi, sigur Jeanni, men hevur tó hug at leggja afturat: – Vit eru vanar at venja í hesum um­støðunum og duga væl at útnytta tað plássið, vit hava Óhepnar Tær á fimleikaliðnum venja tríggjar ferð­ir um vikuna. Hetta er færri enn mót­støðu­liðini í donsku kappingunum, sum venja fimm ferðir um vikuna, men so­leiðis er lívið sum lesandi og útiseti. Held­ur enn at hava nógvar venjingar, so hug­savna tær á liðnum seg um at hava effek­tivar venjingar og at fáa so nógv burt­ur úr hvørj­ari venjing sum tilber. Kappingarárið í ár hevur tó verið darvað av einum óhappi. – Vit hava verið sera óhepnar í ár av tí, at ein av íðkaranum fekk ein knæ­ skaða tíðliga í fimleikaárinum, og tað hevur havt við sær, at tað ikki hevur verið møguligt hjá okkum at luttikið í øllum kappingunum, sigur Jeanni, sum tó vónar, at tær kunnu gera seg galdandi til heiðursmerkjaplássini. Áhugi ÍF Føroyar Fimleikur hevur nú fýra ár á baki, og sambært Jeanni, so er fim­ leikinum lív lagað hjá útisetunum í Keyp­mannahavn. – Síðani byrjað varð í 2012, er hug­ urin at gerast partur av liðnum vorðin alsamt størri, sigur hon. Í løtuni eru tær níggju á liðnum og royna at fáa lesnaðin, venjingar og kapp­ingar at passa saman. Tær flestu á liðnum eru úr Tórs­ havn, men venjari teirra, Bodil Hans­ dóttir Heimustovu, er úr Runavík og hevur umboðað Støkk. albinus@sosialurin.fo Raðfesta ikki fimleikin hægst, men: Før­oyskir útisetar millum Danmarks bestu – Liðið er snikkað til lesandi, og er tað soleiðis altíð lesnaðurin, ið er hægst á raðfestingar­ listanum, sigur ein av fimleikarunum hjá ÍF Føroyum Fimleiki, sum tó hevur fingið sera góð úrslit síðani felagið varð sett á stovn fyri fýra árum síðani FAKTA Fimleikarar: Bjørg E. Ellendersen Rakul R. Jógvansdóttir Lindis Petersen Jeanni Petersen Ruth Smith Anna Helena Ejdesgaard Maria Krossteig Hansen Inga Maria Mikkelsen Venjari: Bodil Hansdóttir Heimustovu Venjingarstøð: Oyrasundskollegiið Chrstianshavnsskole