Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 45

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 • 15. juni 2015 13 Ókeypis lýsingarblað FTZ vann kappingina hjá lýsarunum Í sambandi við Gyltu Vikukvissina hevur eisini lutakast verið millum teir lýsarar, ið hava verið við í Gyltu Vikukvissini, um eina ferð fyri tvey til Reykjavíkar við Atlantsflog. Vinnari gjørdist FTZ í Havn Hópin av summarvørum... BOSCH PLENUKLIPPARI ROTAK 32 1.499,- BOSCH RUNNAKLIPPARI ISIO 69995 SAmSø BORð/BONKSEtt Svart, 155x177x70cm 1.699,- Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo Terji Nielsen Lagið var gott á stjóranum hjá FTZ, Vagnur Johanne­sen, tá ið hann fekk at vita, at FTZ hevði vunnið Íslandsferðina fyri tvey við Atlantsflog, sum bleiv lutað burtur millum tær fyritøkur, sum vóru við í Gyltu Vikukvissini. – Hatta hevði eg ikki roknað við. Tað vóru so nógvir lýsarar við í kappingini, og vit lýsa kanska ikki líka nógv sum onkur annar, so hetta var eitt stutt­ligt yvirraskilsi, sigur Vagnur Johannesen. Gott at sleppa burtur Spurdur, hvør skal vestur um hav eitt vikuskifti, sigur Vagnur Johannesen, at tað hava teir sum so ikki hugsað um enn, men tað er nærliggjandi at hugsa sær, at tað verða teir báðir eigararnir, Vagnur Johannesen sjálvur og Ragnar Petur Joensen, sum fara til Reykjavíkar. – Vit tosaðu líka heilt stutt um tað, og tað er sjálvandi nokk so upplagt, men avgerðin er ikki tikin. Men vit vita av royndum, at tað kann vera øgiliga gott hjá okkum báðum bara at sleppa burtur í nakrar dagar frá tí dagliga her í fyri­tøkuni. Tá hevur man betri tíð, umstøður og ikki minst frið til at seta seg niður og tosa um tey yvir­skipaðu tingini í fyritøkuni og ikki minst fram­tíðina. Tí kann ein slíkur túrur vera eitt gott høvi til tað, sigur Vagnur Johannesen. Teir báðir kollfirðingarnir, sum áður høvdu fyritøkuna Rag-Vag, hava samstarvað í mong ár, og teir eru fegnir um at hava verið við í Gyltu Vikukvissini. – Tað var eitt gott høvi at gera vart við okkum í FTZ hjá vanliga brúkaranum, og so fingu vit hendan vinningin sum eitt bonus omaná tað heila, sigur Vagnur Johannesen at enda. terji@sosialurin.fo