mánadagur 15. juni 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 25 • 15. JUNI 2015
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eiðis kommuna
Vilmund Jacobsen
T
að gongur væl í Eiðis kommunu,
og fólk eru positiv og bjartskygd.
Við ársbyrjan var skuldin
hjá kommununi umleið 60% av eini
álíkning. Kommunuskuldin verður
niðurgoldið við umleið 1,5 miljónum
krónum um árið. Tað merkir, at skuldin
við árslok í ár fer at nærkast 50% av
eini álíkning.
Eiðis kommuna hevur eisini havt
góðar skattainntøkur seinastu árini,
og skattainntøkurnar higartil í ár eru
stívliga 10% hægri enn somu tíð í fjør.
– Tað er hugaligt, at vit hava
kunnað skapt so nógv í kommununi,
samstundis sum vit hava megnað at
niðurgoldið skuld. Vit hava ein barna
frádrátt á 7.500 krónur, og vit hava
eitt skattaprosent á 20,75. Fíggjar
støðan hjá kommununi er góð.
Tað sigur borgarstjórin í Eiðis
kommunu, Jógvan í Skorini.
Fótbóltsvøllur
Nógv er hent í Eiðis kommunu sein
astu tíðina, og nú um dagarnar verður
seinasta hond løgd á álegging av grasi
á nýggja fótbóltsvøllin í Hólmanum.
– Tað eru fleiri ár síðan, at Eiðis
kommuna samtykti at byggja fót
bóltsvøllin, men nógvar forðingar
hava verið á vegnum. Nú alt planer
ingsarbeiði er liðugt, kantar eru
stoyptir, og gras verður lagt á, eru øll
glað.
Jógvan í Skorini sigur, at nýggi
fótbóltsvøllurin lýkur øll FIFA-krøv,
og næsta ár verður hús innlokað við
vøllin, sum eisini lýkur øll krøv.
– Vit vilja skapa góðar umstøður
her norðuri, og eg haldi, at fólk eru
fegin og rættiliga spent, nú arbeiðið
við fótbóltsvøllinum er undir landi. Tá
farið varð í holt við at byggja vøllin
fyri tveimum árum síðan, var økið í
Hólmanum framvegis eitt stórt hol.
Nú hevur arbeiðið koyrt uttan steðg
í tvey ár, og vit eru komin undir land.
Borgarstjórin vísir á, at Eiðis
kommuna fær ein fínan vøll, ið er av
sama slagi, sum bestu fótbóltsvøllir
í Føroyum.
– Nógv fakligt samskifti hevur
verið um, hvønn vøll vit skuldu velja,
og vit hava eisini samskift við umboð
– venjarar og leikarar – hjá EB/Streymi
um, hvat gras vit skuldu velja til fót
bóltsvøllin.
Tað besta av øllum er, sigur Jógvan
í Skorini, at Eiðis kommuna onga
skuld hevur átikið sær í samband við
vallarbyggingina.
– Vit hava ikki lænt eina krónu til
hetta arbeiði, men hava gjørt tað yvir
raksturin, leggur hann aftrat.
Kampingøkið
Tað eru nøkur á síðan, at gamli
fótbóltsvøllurin niðri á Mølini á Eiði
varð brúktur seinast til dystir.
– Nú verður hetta økið gjørt um til
kampingpláss, og her eru sera góðar
umstøður til tað. Umframt at pláss
verður til einar 65-70 kampingvognar,
verður eisini atgongd til ítróttarhúsið
við køki, wc’um og brúsum. Her verður
eisini møguligt hjá vitjandi at hita mat
og matgera, og her verður atgongd
til eitt nú vaskimaskinu og aðrar
fasilitetir.
Jógvan í Skorini sigur, at SEV eisini
hevur lovað, at el-veitingin til kamp
ingøkið verður klár til kamingtreffið,
sum stundar til. Eisini verður høvi at
tøma septiktangan nærindis.
– Vit hava longu merkt, at kamp
ingplássið niðri á Mølini hevur drigið
vognar og fólk til sín, og vit hava góð
ar vónir um, at her verður enn meira
virksemi, tá fólk fyrst hava roynt góðu
umstøðurnar.
Mentanarhús
Jógvan í Skorini vísir á, at eitt annað,
sum kommunan eisini er í holt við, er
at umskapa fimleikarhøll, skiftirúm
og goymslurúm í skúlanum til ein
mentanardepil í kommununi.
– Nú vit hava ítóttarhøll, er ikki so
nógv brúk fyri fimleikarhøllini longur.
Tí hava vit samtykt at umskapa partar
av hesum hølum til eina – um vit
kunnu siga – mini Løkshøll, soleiðis
sum vit kenna hana í Runavík.
Borgarstjórin vísir á, at skiftirúm
og goymslurúm eru umbygd til fimm
venjingarhøli til musikkskúlan og
møguligar tónleikabólkar at brúka.
– Haraftrat ætla vit, at sjálv fim
leikarhøllin, sum liggur beint við,
kemur at hava á leið somu karmar
og møguleikar sum Løkshøll hevur,
tó í minni format. Her verða sitipláss
til umleið 200 fólk, ið vit halda er
ógvuliga hóskandi til framførslur av
ymiskum slag. Koma eini 40-60 fólk
til eina framførslu, fara hølini ikki
at tykjast so stór og tóm, tá talan
ikki eru um eina velduga stóra, men
passaliga høll eftir okkara mátistokki
her í kommununi.
Jógvan í Skorini sigur, at nú um
klæðingarrúm og goymslurúm eru
umbygd til venjingarhøli, hevur Eið
is kommuna eisini samtykt at seta
pening av til liðugtgerð av fimleikar
høllini sum mentanarhús.
Væl fyri
Umframt at Eiðis kommuna í sær
sjálvari er væl fyri á flestu økjum,
er kommunan í samstarvinum VEKS
eisini sera væl fyri á eldraøkinum.
– Fólkatalið í kommununi veksur,
og hetta setir eisini positiv krøv til
barnaansingarøkið, har tað hevur ver
ið eitt sindur trongligt, sum borgar
stjórin tekur til.
Men, í Eiðis kommunu verður ikki
minst hugsað um børnini og ung
dómin, og tí hevur kommunan sam
tykt, at forskúli byrjar á Eiði eftir
summarfrítíðina.
– Børn, sum eru um seks ára aldur
og soleiðis undir skúlaaldur, sleppa
í forskúla eftir summarfrítíðina, og
hetta meta vit sum eitt gott tilboð og
framstig, sigur borgarstjórin.
Hann fegnast eisini um, at vinnu
lívið trívist og mennist, og hann
fegnast um hvørt einstakt arbeiðs
pláss í kommununi.
– Hesi eru øll við til at skapa ta
menning, sum her er, og tað kunnu vit
øll gleðast um, sigur Jógvan í Skorini,
borgarstjóri í Eiðis kommunu.
Grør um gangandi fót
í Eiðis kommunu
Í løtuni fær Eiðis kommuna nýggjan og FIFA-góðkendan fótbóltsvøll, mentanarhús, forskúla og
kampingpláss. – Vit skylda ikki eina krónur í fótbóltsvøllinum, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri
– Eiðis kommuna er væl fyri fíggjarliga, og við árslok
í ár verður skuldin komin niður ímóti 50% av eini
álíkning, sigur borgarstjórin, Jógvan í Skorini