Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 21. juli 2004 19 Í kvøld verður klárt hjá kappróðrar- bátunum at venja startin, sum Havnar Róðrarfelag hevur sett á Argjahøvda KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Mánakvøldið fóru teir í Havnar Róðrarfelag undir fyrireikingarnar at leggja fasta startin út. At fasti Ólavsøku starturin verður lagdur á Argjahøvda er nakað, sum kappróðrar- manningarnar bíða eftir. Tá ið hann er lagdur, ber tað rættuliga til at venja start- spurtin undir júst teimum umstøðunum, sum tað um eina viku fer at verða kapp- ast undir. Hetta er nakað, sum manningarnar ganga høgt uppí. Longu í vikuskiftinum vóru fremmandir kappróðr- arbátar at síggja á Havnar- vág, og ivaleyst vera teir fleiri nú undan vikuskift- inum, tá ið síðsta hondin verður løgd á fyrireiking- arnar til ta síðstu av teimum sjey FM kappingunum. Tá ið ein rúgva av kappróðrar- bátum eru at síggja framvið Molanum og undir Argja- høvda, kennist rættuligur ólavsøkudámur í høvuðs- staðnum. Heðin Hansen, formaður í Havnar Róðrarfelag, sig- ur, at tað er sami starturin, sum teir nýta á hvørjum ári. Treyðugt so er neyðugt at hampa um okkurt og broyta okkurt annað, men talan er í tí stóra og heila um sama startin, sum hevur verið nýttur síðani í 1979. Tað vil við øðrum orðum siga, at hetta er 25. árið, at fastur startur verður brúktur á ólavsøku. Talan er um ser- stakan start, sum Havnar Róðrarfelag eigur. Talan er sostatt ikki sum tann fasta startin, sum Róðrarsam- band Føroya eigur, og sum hevur verið nýttur tey sein- astu árini. Mál og teinar Tað hevur ikki verið tí, at teir ikki hava verið nøgdir við tað, sum var framman- undan. Kappróðrarmálini og róðrarteinarnir á ólav- søku hava ofta verið broytt- ir. Orsøkirnar hava verið menningin, sum hevur ver- ið niðri við sjógvin í høv- uðsstaðnum. Tey fyrstu árini róðu teir frá Argja landinum og inn á Eystaru vág. Startmálið plagdi at vera úti á Gulanum. Niels Juel Arge, sáli, sig- ur í 50 ára minningarritin- um hjá Havnar Róðrar- felag, at í 1918 startaðu teir vestanfyri Skansaboðarnar. Hetta heldur hann vera, tí konufólk eisini róðu. Í 1920unum kom Molin so mikið langt út, at teir hálsaðu um, og so varð rógvið inn á Vestaru vág. Málið plagdi at vera undir smiðjuni hjá Wenzeli Peter- sen. Síðsti ólavsøkukappróð- urin inn á Vestaru vág var í 1970. Tá høvdu teir sett so nógv upp í Molan eystan- fyri og eisini upp í á Gula- kletti, at tað var ov trongt til kappróður. Í 1971, 1972 og í 1973 var ólavsøkukappróðurin uttanfyri eystara Molan. Tað varð kappast á øllum trimum teinunum, men hetta var ikki mett at vera nøkur serliga góð loysn. Í 1974 varð gjørt av, at róðr- arteinurin skuldi vera frá Argjahøvda og innanfyri Molan. Síðani tá hava allar bátastøddirnar kappast á 1000-metrum ella knapt tað. Sum vit so ofta áður hava nevnt tað undan ólav- søkuni, so er róðrarteinurin frá Argjahøvda og inn undir Skipafelagið 901,35 met- rar. Hetta hava vit áður fingið at vita frá Matrikul- stovuni, sum hevur ábyrgd- ina av at máta kappróðrar- økini. Ólavsøkuróðurin var fyrsta kappingin, har tað var neyðugt hjá øllum bát- unum at kappast á styttsta teininum. Síðani er hetta eisini broytt í t.d. Vest- manna, Miðvági, og í Vági, og alla staðni hevur orsøkin verið tann, at havnaløgini hava verið longd og útbygt. Fasti starturin Á Ólavsøku hava teir, sum sagt, havt fastan start síðani í 1979. At teir hava havt fastan start, og at róðrar- teinurin hevur verið stuttur, hevur borið við sær, at samlaða róðrartíðin hevur verið stutt. Onkuntíð hevur mjørkin argað, men sum oftast hevur tað borið til at avgreitt allar róðrarnar eftir minni enn tveimum tímum og onkuntíð styttri enn tað. Sambært kappróðrarbók- ini hjá Niels Juel Arge vóru tað Petur A. Nielsen og Eigil Hansen, sum í 1979 gjørdu fasta startin. Hann hevur síðani tá verið nýttur á hvørjari Ólavsøku. Í hesi vikuni hava ungir menn, sum kanska ikki vóru fødd- ir ella kanska vóru smá- dreingir, tá ið fasti starturin fyrstu ferð varð lagdur úr fyri 25 árum síðani, verið í holtur við at fyrireika og leggja startin út. So er eftir at venja startin. Tað er tað, sum kappróðrarbátar úr høvuðsstaðnum og eisini aðra staðni frá fara at gera næstu dagarnar. Tað ber rættuliga boð um, at ólav- søkan ikki er langt burtur. Seinni í vikuni fara tey fýra feløgini í Suðuroy at dystast um steyp, sum Lions í Suðuroy hevur sett út at kappast um LIONS CUP Jóannes Hansen Tað hevur gingið sum eftir ánni við fótbólt- inum í Suðuroy, og áhugin er so stórur, sum hann sjáldan hev- ur verið áður. VB er frammarlaga í bestu deildini, TB er fremst í næstbestu deildini, Royn er væl fyri, og Sumba hongur eisini í. At nógvar innanhýs- is uppgerðir hava ver- ið og fara at vera í næstbestu deildini, ger ikki áhugan minni millum suðuroyingar. Ikki minst tá ið talan ofta er um toppdystir. Hvussu væl feløgini eru fyri, nú tað um eina stóra viku aftur verður farið undir landskappingina, fer ein ábending at fáast um fríggjadagin og leygardagin. Tá skipar Lions í Suðuroy fyri fótbóltskapping mill- um tey fýra feløgini í Suðuroy. Spælt verður í Hvalba fríggjadagin og í Vági leygardagin. Vinnandi liðið fær stórt steyp, sum Lions hevur givið at kappast um. Peningurin, sum kemur inn í sambandi við kappingina, verður latin til vælgerandi endamál. Formaðurin í Lions í Suðuroy, Jens Petur Brattalíð, sigur, at annar parturin verð- ur latin til Stóra pakk- hús í Vági. Hin part- urin verður latin til okkurt í norðaru helvt av oynni. Støða er ikki tikin til, hvat tað verður. Fríggjadagin klokk- an fimm spæla Sumba og Royn og klokkan sjey spæla VB og TB. Hesir báðir dystirnir verða í Hvalba. Leyg- ardagin klokkan 13 verður spælt um triðja plássið, og klokkan 15 verður finalan. Leyg- ardagin verður spælt í Vági. Nógvur fótbóltur í Suðuroy Fastur startur í eina fjórðings øld Tá Ið róð verður kapp á ólavsøku um góða viku, er tað 25 árið á rað, at fasti starturin verður nýttur til róðurin 19 18 Nr. 137 - 21. juli 2004 ÍA fekk eitt stig í Grindavík, meðan heimaliðið fekk alt, tá ið oddaliðið vitjaði í Hafnafirði ÍSLAND Jóannes Hansen Ellinta umfarið í íslendsku landskappingini varð liðugt mánakvøldið. Tá vóru tvær uppgerðir á skránni. FH hevði vitjan av oddaliðnum Fylkir úr Reykjavík, og Julian Johnsson og liðfel- agarnir í ÍA vóru í Grinda- vík og vitjaðu Albert Sæv- artsson og liðfelagarnar hjá honum. ÍA fekk eitt stig til hús aftur við sær. Úrslitið var 1- 1. Eftir at heimaliðið hevði verið á odda, javnaði ÍA miðskeiðis í 2. hálvleiki. Fyri spenningin í Lands- bankadeildini hevði tað stóran týdning, at FH megnaði at vinna 1-0 á heimavølli í Hafnafirði ímóti høvuðsstaðarfelagn- um og oddaliðnum Fylkir. Tað úrslitið hevur við sær, at tað er so tætt í toppinum, sum tað næstan kann vera. FH er nýtt oddalið. Teir hava tjúgu stig, men tað eru bara trý stig aftur til Julian Johnsson og liðfelagarnir, sum eru á fjórða plássinum við seytjan stigum. Fylkir hevur nítjan stig, og ÍBV hevur átjan stig. Í botninum styrkti Grindavík við javnleikinum eitt sindur um sína støðu. Nú eru teir við ellivu stig- um næstaftastir við sama stigatali, sum KA av Akur- eyri hevur. KA er triði- aftast. Fram, sum hevur tveir føroyskar spælarar á liðnum, er framvegis aftast. Tá ið Fram sunnudagin á heimavølli tapti 2-1 ímóti ÍBV, var Hans Fróði Han- sen ikki við. Fróði Benja- minsen var á miðvøllinum inntil miðskeiðis í 2. hálv- leiki, tá ið hann varð skiftur út. At tað er so tætt millum feløgini ber við sær, at tað rættuliga skjótt kunnu ger- ast stórar broytingar á støðutalvuni. Tólvta umfar- ið verður spælt í næstu viku. Tríggir dystir eru á skránni sunnudagin. Tá verður Føroya uppgerð á Akranesi, sum fer at fáa vitjan av Fram. Sunnudagin spæla eisini Keflavík og FH og Víkingur og KR. Mána- kvøldið skal Grindavík sppæla á útivølli í Reykja- vík ímóti Fylkiri, og týs- kvøldið skulu ÍBV og KA spæla. Leita eftir álopsspælara Venjarin hjá ÍA sigur við íslendska Morgunblaðið, at teir á Akranesi leita eftir nýggjum álopsspælara, sum kann hjálpa teimum tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Tað kemst av, at teir hava mist tveir álopsspælarar. Ein er fluttur til Val í Reykjavík, og kanadiumaðurin, sum hevur verið í felagnum eina tíð, er fluttur til Grikka- lands. Harafturat verður Stefán Þórðarson leikbann- aður í UEFA Cup dystinum á útivølli eftir reyða kortið, sum hann fekk í síðstu viku. Á Ólavsøku skal ÍA spæla í UEFA Cup í Est- landi. Sambært ÍA venjaranum, Ólafi Þórðarsyni, so verður tað hvørki í Íslandi ella kanska í Føroyum, at teir eru í holtur við at leita eftir nýggjum spælara. Í fyrstu atløgu leita teir í Jugo- slavia, og tað verður iva- leyst í hesi vikuni, at tað verður greitt, um Julian Johnssson fer at fáa ein nýggjan viðspælara, og hvør hann verður. Liðskiparin hjá HB, Rúni Nolsøe, væntar ikki, at HB kann venda 0-5 tapið á útivølli, tá ið føroya- meistararnir í kvøld leika Champions League undandyst ímóti georgiska FC Wit, men sær dystin heldur sum eina góða upptakt til steypa- finaluna um góða viku CHAMPIONS LEAGUE Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er ein nærum ómøgulig uppgáva hjá einum før- oyskum liði at venda einum 0-5 tapi á útivølli, og ikki óvæntað hava leikararnir hjá HB heldur ikki tær stóru vónirnar um koma víðari í Champions League, nú teir í kvøld fara á Tórs- vøll at taka dystin upp við georgiska FC Wit við omanfyri nevndu útgangs- støðu. Tordu ov illa í Georgia Hópurin hjá HB til dystin í kvøld er tann sami, sum hann var í Georgia. Veter- anurin Jan Dam er farin at venja í barndómsfelagnum aftur, eftir at hava verið í Danmark í eina tíð, men liðskiparin hjá HB, Rúni Nolsøe, helt týsdagin, at Jan neyvan hevði loyvi til at spæla við í dystinum í kvøld. Landsliðsleikarin Rógvi Jacobsen var ikki við í Georgia, og hann verður heldur ikki við í kvøld, tí at hann er framvegis leik- bannaður. Rúni Nolsøe sigur, at dysturin í kvøld heldur er ein gott høvi til at fáa dyst- arvenjing á grasi undan steypafinaluni um eina góða viku, heldur enn ein møguleiki hjá HB at spæla seg víðari í Europa. Hesar seinastu vikurnar hevur HB einans vant á grasi til tess at verða best møguligt fyri- reikaðir til bæði Champions League og steypafinaluna. At tað ikki gekk eftir vild á útivølli í Georgia, sigur Rúni Nolsøe hava sína orsøk. - Vit tordu alt ov illa og vóru ov bangnir. Kanska komu vit til at spæla eitt sindur meiri verjukent enn ætlað, og tað kom okkum aftur um brekku, sigur hann. HB-liðskiparin heldur eisini, at tað ikki hóskar seg til HB at spæla verjufótbólt, tí tað hava teir ikki fólkið til, sigur hann. Spurdur hvussu hann og liðfelagar hansara seta seg upp til dystin í kvøld, sigur Rúni Nolsøe, at tað er ikki so trupult, tí teir vilja fegnir vísa, at teir ikki eru so veikir, sum úrslitið í Georgia kundi bent á. Hann sigur, at teir í kvøld fara at royna at vaska talvuna reina, soleiðis at fólk kunnu síggja, at teir eru nóg góðir til at bjóða seg fram í Europa. Í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá HB upplýsir heimasíðan hjá felagnum, www.hb.fo, at tað verður ókeypis atgongd til dystin. Dysturin á Tórsvølli í kvøld millum føroyameistararnar úr HB og georgisku meistararnar FC Wit verður klokkan 19. Góð upptakt til steypafinaluna Rúni Nolsøe, liðskipari hjá HB, sigur, at Champions League dysturin hjá HB í kvøld á Tórsvølli ímóti georgiska FC Wit er góð upptakt til steypafinaluna um góða viku Tætt í íslendska toppinum Julian Johnsson var millum teir bestu hjá ÍA, tá teir mánakvøldið fingu javnleik ímóti Grindavík, sum hevðI Albert Sævarson millum stengurnar C M Y K 18