mánadagur 15. juni 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 25 • 15. JUNI 2015
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eiðis kommuna
Vilmund Jacobsen
P
etur Frank Joensen er giftur Anni
Joensen, sum hjálpir honum við
skrivstovuhaldi og øðrum í fyri
tøkuni. Tey búgva á Eiði, har fyritøkan
eisini hevur síni høli og sítt funda
ment.
Í sínari tíð tók Petur Frank sína út
búgving sum elektrikari hjá JT electric
á Kambsdali, og seinni tók hann eisini
útbúgving sum el-instalatørur í Dan
mark.
Frá tíðliga í nítiárunum og fram til
1998 arbeiddi Petur Frank innan olju
vinnuna í Esbjerg.
– Í byrjanini av tíðini hjá okkum
niðri, var eisini kreppa í Danmark. Eg
søkti nógv ymisk arbeiði, men tað var
trupult at finna nakað. Men, tá eg
lærdi meg at skriva umsóknir eftir
eini skabilón, byrjaði eg at sleppa
til samrøður. Tá eg umsíðir fekk eitt
arbeiði, var tað at seta hillar upp á
eini vørugoymslu hjá fyritøkuni ABB í
Esbjerg. Teir høvdu helst ikki roknað
við, at eg tímdi hetta.
Petur Frank sigur, at tá hann hevði
fingist við at seta upp hillar í eina tíð,
fór hann eisini at gera el-talvur og
annað út til boripallarnar hjá felag
num, og at enda arbeiddi hann sum
elektrikari á einum framleiðslupalli.
Egna fyritøku
Í 1997 fluttu Petur Frank og familjan
heimaftur til Føroya at búgva, men í
eina tíð enn – eitt ár ella so – arbeiddi
hann framvegis hjá sama arbeiðs
gevara í Esbjerg og ferðaðist ímillum.
Stutt eftir, at tey vóru flutt heim
aftur til Føroya at búgva, stovnaði
hann egna fyritøku, Sp/f PFJ-EL, og
tey fyrstu árini arbeiddi hann í kjall
aranum heima við hús.
– Vit arbeiða um alt landið, og
vit arbeiða bæði fyri privatfólk, tað
kommunala og almenna og eisini
umborð á skipum og bátum.
Petur Frank sigur, at fyritøkan
hjá honum eitt nú hevur gjørt alt el-
arbeiði umborð á øllum alibátunum,
sum KJ Hydraulik hevur bygt - og eisini
teimum bátum, sum í sínari tíð vórðu
bygdir á Eiði. Talan er um 38 alibátar
tilsamans.
– Samstarvið byrjaði longu í tíðini
hjá Kára Johannesen, sála, og hetta
var longu, meðan eg var í læru sum
elektrikari. Seinni hevur so samstarvið
verið við eftirmannin, Ólav Asafsson
Olsen.
Hann vísir á, at samstarvið KJ
Hydraulik hevur verið gott, og Sp/f
PFJ-EL hevur bæði gjørt talvur og
allar el-instalatiónir umborð á hesum
bátum.
Nú Petur Frank nevnir el-talvur,
kunnu vit leggja aftrat, at el-fyritøkan
á Eiði ger bæði størri og smærri el-
talvur, eins og fyritøkan eisini tekur
sær av projektering av størri og
smærri verkætlanum á sínum øki.
– Av øðrum uppgávum, sum eru
afturvendandi, er eitt nú tænastu
veitingar fyri Eiðis kommunu, har
gøtuljósini eru ein týðandi partur,
og so gera vit eisini meginpartin av
el-arbeiðnum í teimum sethúsum og
bygningum, sum byggifelagið Bulur
á Signabø byggir, leggur hann aftrat.
Trúgv viðskiftafólk
Í el-fyritøkuni á Eiði eru tveir sveinar,
harav Petur Frank er annar, og síðan
eru tveir læringar, umframt at Anni,
sum vit nevndu í byrjanini, eisini er
partur av fyritøkuni.
– Vit hava eisini nakrar arbeiðs
menn at heita á, tá mest er at gera, og
summir hava hjálpt okkum leingi og
duga soleiðis alt við at draga kaðlar
og annað.
Petur Frank Joensen vísir á, at
tað, sum kanska serliga eyðkennir
el-fyritøkuna er, at viðskiftafólkini í
stóran mun vera hangandi, soleiðis
at tað ikki so sjáldan, at tað nú eru
børnini hjá teimum, sum vit í sínari tíð
arbeiddu fyri, ið nú venda sær til fyri
tøkuna.
– Hesi árini, eg havi havt egna
fyritøku, hava vit útbúgvið seks elek
trikarar, sigur eigari av PFJ-EL á Eiði.
Vikublaðið kann leggja aftrat, at
el-fyritøkan á Eiði hevur stóra vøru
goymslu og selur gjarna út av goymsl
uni, tá okkurt er, sum privatfólk, virki
ella aðrir el-veitarar ikki eiga.
Tey, ið kundu hugsað sær at spurt
seg fyri hjá el-fyritøkuni, kunnu ringja
á tlf. 423388.
Rekur el-fyritøku á Eiði
Tað er Petur Frank Joensen, sum eigur og rekur el-fyritøkuna Sp/f PFJ-EL á Eiði. Hann er útbúgvin
elektrikari og el-instalatørur, ættaður úr Fuglafirði, men er eisini hálvur kollfirðingur
Petur Frank Joensen og Anni Joensen búgva á Eiði, har PFJ-EL hevur stór og góð høli og stóra goymslu
Mynd: Vilmund Jacobsen
E
ntreprenørfyritøkan
Kreton,
sum brøðurnir, Eyðun og Ove
Magnussen eiga og reka, hevur
nógv virksemi, og fyritøkan arbeiðir
eisini fyri SEV á Eiði í løtuni.
Á Eiði leggja teir ein kaðal úr
bygdini og oman á Mølina, har nýggja
kampingplássið í kommununi er.
Nú Eiðis kommuna byggir nýggjan
fótbóltsvøll í Hólmanum, tey rópa,
verður gamli vøllurin niðri á Mølini
brúktur til kampingpláss, og tað er í
hesum sambandi, at SEV nú leggur
ein kaðal oman.
Eyðun Magnussen sigur, at Kreton
hevur havt upp í einar 4-5 mans til ar
beiðis á Eiði hesar seinastu dagarnar.
Bilar og maskinur
Entreprenørfyritøkan
Kreton
varð
stovnað í 2006, men Eyðun sigur, at
teir keyptu fyrsta lastbilin longu í 2002.
Í dag hevur fyritøkan einar fýra
størri og smærri beltamaskinur, last
bilar, dumparar og trailarar.
– Vit kunnu gera tað mesta, sum
hoyrir hesi vinnu til, og vit hava
eisini brekkara og boritorn, eins og
vit kunnu syrgja fyri at kalla øllum
trailaraflutningi, eisini serflutningi.
Eyðun Magnussen sigur, at í løtuni
hevur Kreton einar 10 mans í arbeiði
ymsastaðni kring landið.
– Vit gera eina útstykking fyri
Eysturkommunu í Syðrugøtu, og vit
gera eina útstykking fyri Fuglafjarðar
kommunu. Á Kambsdali grava vit út
fyri KJ Hydraulik, og á Eiði leggja vit
sum nevnt kaðal fyri SEV.
Tvær virðislønir
Til stuttleikar kann nevnast, at nú
Trucker-Festivalur var í Sørvági, vann
ein trailari hjá Kreton ikki færri enn
tvær virðislønir.
– Jú, tað var stuttligt at vinna
tvey steyp á festivalinum – eitt fyri
flottasta trailara og eitt fyri flottasta
festivalbil í Føroyum.
Eyðun Magnussen vísir á, at hóast
teir í Kreton hava nógv at gera í
løtuni, eru fólk, fyritøkur, stovnar og
kommunur altíð vælkomin at venda
sær til teirra við fyrispurningum.
– Vit taka gjarna ímóti øllum
fyrispurningum – antin á telduposti
kreton@kreton.fo – ella á tlf. 597070,
sigur Eyðun Magnussen.
vilmund@sosialurin.fo
Kreton grevur kaðal á Eiði
– Vit kunnu gera tað mesta, sum hoyrir entreprenørvinnuni til, og vit hava eisini brekkara og boritorn, eins
og vit kunnu syrgja fyri at kalla øllum trailaraflutningi og eisini serflutningi, sigur Eyðun Magnussen
Kreton hevur bæði størri og smærri beltamaskinur,
og fyritøkan hevur lastbilar, dumparar og trailarar
- at kalla til allan flutning, eisini serflutning