mánadagur 15. juni 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 25 • 15. JUNI 2015
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eiðis kommuna
Vilmund Jacobsen
T
að er Annvør Jacobsen, sum er
stjóri og stendur á odda fyri
fyritøkuni á Eiði, Salmon Pro
teins. Hon byrjaði hjá felagnum sum
skrivstovufólk í 2003. Stjóri fram til
2005 var Jógvan Emiel Nielsen. Tá
arbeiddi Annvør hálva tíð á skriv
stovuni, og aftrat teimum var ein
maskinmaður.
Annvør Jacobsen sigur, at Salmon
Proteins, sum alivinnan eigur, tekur
ímóti avskurði, slógvi, gørnum og
deyðum alifiski. Tá ILA herjaði tíðliga
í hesi øldini – serliga í 2003 og 2004
– og nógvur alifiskur doyði, var tørvur
á einum virki, sum kundi taka ímóti og
samstundis fyribyrgja útbreiðslu av
smittu.
– Tað primera er, at vit taka ímóti
og viðgera laksaúrdráttir, sum koma
frá alibrúkum, kryvjivirkjum og fram
leiðsluvirkjum kring landið. Vit taka
soleiðis ímóti øllum, sum er eftir, tá
framleiðslan er farin av landinum.
Tá sjúka herjaði
Hon sigur, at Salmon Proteins soleiðis
byrjaði sum ein verkætlan í samband
við, at ILA varð staðfest í Føroyum,
umframt at Føroyar eisini gjørdu eina
veterinera avtalu við ES.
– Alt slógvið verður koyrt gjøgnum
kvørn á ymisku virkjunum og verður
súrgað við meyrusýru. Tá slógvið kem
ur til okkara, er tað sum ein greytur.
Stjórin sigur, at slógvið verður býtt
upp í tveir bólkar, hávandað og lág
vandað, sum tað verður rópt. Tann
stóra nøgdin kemur av fiskinum, ið
verður arbeiddur á virkjunum.
– Hetta er tann sonevndi lágvanda
bólkurin. Hetta slógvið verður bara
malið í kvørn og fær meyrusýru til
setta. Síðan verður tað goymt í tang
um, til tað verður útflutt.
Hon sigur, at hin bólkurin er slógv
frá fiski, sum er sjálvdeyður ella fyri
beindur, tí hann hevur verið viðgjørd
ur við einum ella øðrum fyri tøku.
Fiskurin kann eisini vera deyður av
sjúku.
– Hesin fiskur verður eisini malin,
súrgaður við meyrusýru, umframt at
slógvið verður kókað fyri at tryggja, at
møgulig smitta verður dripin.
Annvør Jacobsen leggur aftrat, at
samlaða nøgdin av hesum slógvi í fjør
var um 2.500 tons. Tey 500 tonsini
vórðu brúkt til at taða við í Føroyum,
og restin varð útflutt.
– Vit fáa umleið hálva aðru krónu
fyri kilo fyri slógv í lágvandabólkinum.
Hinvegin verður beinleiðis goldið fyri
at sleppa av við hin partin, sum er
slógv í hávandabólkinum. Tískil hava
vit eisini valt at lata føroyingar, sum
eru áhugaðir ókeypis fáa hetta við
gjørda slógv til tøð.
Hon sigur, at hitaviðgjørda slógvið í
fyrstu syfti brennir grasið, tá tað verð
ur sproytað.
– Men, tað taðar væl, og gras
veksur væl aftur, leggur stjórin aftrat.
Startfóður til smágrísar
Á virkinum hjá Salmon Proteins á
Eiði verður slógvið frá kryvjivirkjum,
sum kryvja føroyska alilaksin, útflutt
til Noregs, har tað verður brúkt sum
partur av startfóðri til smágrísar.
– Í fjør vórðu umleið 16.000 tons
av laksaslógvi frá kryvjivirkjum send
til Noregs. Hetta var tann parturin
av útflutninginum, sum kann endur
nýtast til eitt nú fóður.
Annvør Jacobsen sigur, at harum
framt vórðu umleið 2.000 tons av
slógvi av laksi, sum av ymsum or
søkum var burturkoyrdur, eisini útflutt
til Noregs, og hetta verður brúkt til
biogass.
– Tað eru Hans Egil & Synir, sum
syrgja fyri øllum flutningi við tanga
bilum, og hesum partinum stýra teir
sjálvir, sigur stjórin á Salmon Proteins
á Eiði.
Salmon Proteins
útflytur laksaslógv
– Alt slógvið verður koyrt gjøgnum kvørn og verður súrgað við meyrusýru. Tá slógvið kemur til
Eiðis, er tað sum ein greytur. Slógvið verður býtt upp í tveir bólkar, hávandað og lágvandað, og
meginparturin verður útflutt til Noregs, sigur Annvør Jacobsen, stjóri á Salmon Proteins
Vilmund Jacobsen
B
rævbjálvavirkið Sp/f Tonito á
Eiði, sum byrjaði sítt virksemi
á vári í 1988, er einasta virkið í
Føroyum, sum framleiðir brævbjálvar.
Hetta er ein familjufyritøka, sum
var í leigaðum hølum fram til 1999, tá
fyritøkan flutti í nýggjan bygning við
Fjøruvegin á Eiði. Her húsast Tonito
framvegis, og stjóri er Niels Emil
Andreasen.
Øll árini síðan byrjan hevur virk-
semið hjá brævbjálvafyritøkuni ment
seg støðugt, og ongantíð hevur verið
steðgur í framleiðsluni.
Nøkur ár eftir byrjan rendi fyritøk
an seg fyrst í nítiárunum í ringastu
kreppu í Føroyum í nýggjari tíð, men
eisini hesi árini hóraði fyritøkan und
an.
Vinnan í Føroyum hevði um hetta
mundið nógv útistandandi, og neyð
ugt var at rykkja eftir pengum, sum
stjórin tekur til, men fyritøkan megn
aði fíggjarliga at koma ígjøgnum hesi
kreppuár.
– Vit hava goldið skatt øll árini, og
tað sigur so mikið, at virksemið hevur
hingið saman, staðfestur stjórin.
Breiðari grundarlag
Niels Emil vísir á, at í nógv ár hevur
Tonito havt ein stóran part av før
oyska
brævbjálvamarknaðinum,
kanska stívliga 80%, og tað hevur
fyritøkan framvegis.
– Vit eru fegin um, at føroyingar
hava tikið so væl undir við føroysku
framleiðsluni av brævbjálvum og so
leiðis hava hugsað føroyskt. Men, tað
er ein sannroynd, at nýtslan av bræv
bjálvum er nógv minkað seinnu árini,
nú teldupostar í hópatali »flúgva« av
stað hvønn einasta dag.
Stjórin sigur, at fyritøkan hesi árini
eisini hevur megnað at finna onnur
bein at standa á, soleiðis at fram
leiðslugrundarlagið og soleiðis eisini
útboðið er vorðið breiðari.
– Vit hava flutt okkum ymiskar
vegir og eru eitt nú farin at gera ym
iskar prentlutir, leggur hann aftrat.
Krevjandi uppgávur
Hjá Tonito starvast trý og fýra fólk
dagliga, men tá størri uppgávur og
bíleggingar eru, eru eisini onnur fólk
til hjálpar í fyritøkuni.
– At gera prentlutir er sera krevj
andi, men alt, sum vit átaka okkum í
hesum sambandi, verður lagt til rættis
niður í minstu smálutir.
Niels Emil Andreasen vísir á, at í
góðum samstarvi millum brúkara og
Tonito kunnu góð og snøgg úrslit
greiðast úr hondum.
Vikublaðið kann leggja aftrat, at
Tonito hevur eina góða heimasíðu, har
øll kunning er um brævbjálvar í øllum
hugsandi støddum og sløgum, og har
kunning eisini eru um møguleikar við
ymiskum prentlutum.
Heimasíðan hjá Tonito er www.
tonito.fo
Gera brævbjálvar og prentlutir á Eiði
– Tað er ein sannroynd, at nýtslan av brævbjálvum er nógv minkað seinnu árini, nú teldupostar í
hópatali “flúgva” avstað hvønn einasta dag. Men, vit hava dugað at flutt okkum ymiskar vegir og
hava soleiðis meira enn hetta eina beinið at standa á, sigur stjórin í Tonito, Niels Emil Andreasen
Annvør Jacobsen, ið byrjaði sum skrivstovufólk á Salmon
Proteins, er stjóri á virkinum á Eiði, sum alivinnan eigur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Umframt at framleiða brævbjálvar, ger Tonito á Eiði eisini ymiskar prentlutir
Mynd: Vilmund Jacobsen