Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 15. JUNI 2015 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eiðis kommuna Vilmund Jacobsen F yrst í hesum árinum varð leigu­ sáttmáli undirskrivaður millum Eiðis kommunu og hjúnini, Herthu og Mart­in Kúrberg, sum búgva á Eiði. Dag­liga starvið hjá Martini er í Her­berginum hjá Frels­unar­herinum, og soleiðis er tað konan Hertha, ið líka sum stendur á odda fyri Eiðis Camp­ ing, sum kampingfelagið á Eiði kall­ ast. – Tað er familjan, ið hevur verið sam­an um at skipa økið niðri á gamla fótbóltsvøllinum á Mølini og sum soleiðis eisini hevur umvælt og snøgga um gamla EB-húsið, sum er partur av økinum. Martin sigur, at tey hava leigað økið frá Eiðis kommunu í sjey ár, og tey eru ógvuliga spent upp á hesa av­ bjóð­ing. Góðar umstøður – Eiðis kommuna hevur spælt væl við, eins og kona, børn og eg sjálvur hava lagt nógva orku í gamla EB-húsið og økið annars. Húsið hevur ikki verið brúkt í fleiri ár, og tí hevur nógv verið at tikið hond í. Martin Kúrberg sigur, at nú Eiði Camping bjóðar fólki at koma inn á økið niðri á Mølini við kampingvognum og kampingbilum, eru fasilitetirnir á staðnum rættiliga góðir, og góðar um­ støður eru í gamla EB-húsinum. – Í EB-húsinum eru brúsur, wc, familjurúm, køkur við tveimum kom­ fýrum og bakarovnum, kaffikannu og øðrum. Her er eisini terassa, har fólk kunnu sita úti og hugna sær, og á loft­ inum er stór stova. Í húsinum er eisini vaskimaskina, turkitrumla og gott internet. Stórt kampingtreff Næsta vikuskiftið, sum byrjar fríggja­ dagin 19. juni, verður stórt kamp­ing­ treff niðri á Mølini, og longu nú er næst­an fullteknað. – Jú, her hevur verið stórur áhugi. Longu nú eru 55 vognar teknaðir, og pláss er fyri umleið 60 vognum. Tí er ikki nógv pláss eftir. Tá Vikublaðið skifti orð við Martin Kúrberg seinasta fríggjadag, segði hann, at fólk altíð eru vælkomin at ringja til Eiði Camping á tlf. 717300 og spyrja seg fyri. – Vit hava longu havt fleiri kamp­ ingvognar inni á økinum, og onkuntíð hevur talið av vognum verið umleið 30. Martin Kúrberg sigur, at tá stóra kampingtreffið verður, fara eisini ymiskar fyritøkur, sum eru veitarar til kamping og kampingútgerð, at sýna fram á økinum. – Hetta verða nakrir hugnaligir dagar, og so skulu vit bara vóna, at veðrið verður við okkum. Leygardagin fer eisini at verða høvi at keypa sær ymiskt á økinum, eitt nú kaffi, køkur, pylsur og annað. Hann sigur, at ætlanin eisini er at fáa onkran at spæla tónleik, soleiðis at leygardagurin og leygarkvøldið rætti­liga fer at seta seg í minnið hjá øll­um teimum, sum koma á vitjan. Teknar seg væl – Tað eru fleiri, sum longu hava vitjað á økinum niðri á Mølini meira enn ta einu ferðina. Her er eisini ein mini­ golf­breyt, og her er trampolin. Seinni fáa vit eisini ein heitan pott her niðri á økinum. Vit plaga at siga, at tá børnini eru glað, eru foreldrini tað eisini. Jú, hetta teknar seg alt væl, og vit eru sera spent til stóra kampingtreffið, sum nú stundar til, sigur Martin Kúr­ berg. Stórt kampingtreff á Eiði – Nú Eiði Camping bjóðar fólki at koma inn á økið niðri á Mølini við kampingvognum og kampingbilum, eru fasilitetirnir á staðnum rættiliga góðir, og góðar umstøður eru í gamla EB-húsinum, sigur Martin Kúrberg Um vikuskiftið, sum stundar til, verður stórt kampingtreff niðri á Mølini á Eiði, har umstøðurnar til kamping eru tær bestu. Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen F ramleiðslan av nýggjum aliring­ um, sum KJ Hydraulik umboðar og selur føroyskum alifeløgum, fer fram á Eiði. Eiðismaðurin, Jóannes Mørkøre, sum starvast hjá KJ Hydraulik á Kambs­dali, sigur, at tað eru tvey »team«, sum taka sær av hesum virk­ semi á Eiði. – Heðin Poulsen, sum býr við Ljósá, tekur sær av øðrum teaminum - og fyri hinum stendur Jack Petersen, sum býr á Eiði. Í báðum teamunum tilsamans eru einir sjey mans, men teir ar­beiða ikki bara á Eiði. Arbeitt verður á Eiði og kring um landið annars, og arbeitt verður eisini uttanlands, eitt nú í Hetlandi og Íslandi. Jóannes Mørkøre sigur, at í apríl vóru tveir mans í Hetlandi í 11 dagar, har teir gjørdu 14 aliringar í støddini, sum er 100 metrar í ummáli. – Í mai mánaði vóru tríggir mans aftur í Hetlandi og gjørdu 24 smærri ringar, sum hava til endamáls at halda fuglanetinum uppi. 100 ringar í ár Jóannes Mørkøre sigur, at frá nú av og til og við november í ár hevur KJ bíleggingar um 70 aliringar til Bakka­ frost, Luna og Faroe Farming. Hetta eru ringar, sum hava eitt ummál á ávikavist 160 og 128 metrar. – Vit eru ógvuliga fegin um tað álit, sum hesar alifyritøkur vísa okkum og okkara framleiðslu. Hann sigur, at tá árið 2015 er liðið, kemur talið av aliringum til føroyskar og hetlendskar alarar upp á umleið 100. – Hetta er størsta talið hjá okkum nakrantíð, leggur hann aftrat. Átta familjur Jóannes Mørkøre vísir á, at tá føroyskir alarar soleiðis velja føroyskar loysnir, skapar hetta samstundis nógv virk­ semi og føðir nógvar familjur. – Tá eg sjálvur eri íroknaður, skapar virksemið hjá KJ arbeiði til einar átta familjur í Eiðis kommunu. So, tað er greitt, at hetta hevur stóran týdning – bæði fyri okkum, sum arbeiða her, okkara familjur og fyri øll tey, sum vit keypa tænastur hjá. Jóannes Mørkøre er sera fegin um tað samstarv, sum KJ hevur við teir, ið arbeiða við aliringum á Eiði, og hann er ikki minst fegin um tað samstarv, sum KJ Hydraulik hevur við Eiðis komm­unu í hesum sambandi. Aling skapar virksemi á Eiði – Tá eg sjálvur eri íroknaður, skapar virksemið hjá KJ Hydraulik við aliringum á Eiði arbeiði til einar átta familjur í kommununi. So, tað er greitt, at hetta hevur stóran týdning - bæði fyri okkum, sum arbeiða her, okkara familjur og fyri øll tey, sum vit keypa tænastur hjá, sigur Jóannes Mørkøre - Vit hava eitt sera gott samstarv við Eiðis kommunu um framleiðslu av aliringum á bryggjuni á Eiði, sigur Jóannes Mørkøre, sum starvast hjá KJ Hydraulik á Kambsdali og býr á Eiði Mynd: Vilmund Jacobsen